Tænastudeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Tænastudeildin fevnir um reingerð, móttøku, goymslu og vaskarí.
Reingerðarstarvsfólk eru á hvørjari einstakari deild, men hoyra til Tænastudeildina. Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar, alt eftir á hvørjari deild, starvsfólkið hevur sína dagligu gongd. Í høvuðsheitum inniber arbeiðið reingerð av felagshølum og viðgerðarrúmum, umframt at veita eina tænastu til teir borgarar, ið vitja sjúkrahúsið.
Móttøkan veitir borgaranum vegleiðing og svarar fyrispurningum. Móttøkan er opin gerandisdagar millum kl. 8-16.Tó svarar telefonin alt døgnið.
Goymslan varar av øllum vanligum sjúkrahúsvørum, ið verður nýtt til dagliga virksemið á sjúkrahúsinum. Uppgávan hjá goymsluni er at tryggja, at neyðugu vørurnar altíð eru á goymslu. Goymslan bíleggur, goymir og veitir vørurnar til deildirnar.
Vaskaríið vaskar alt toy, ið verður brúkt á sjúkrahúsinum, so sum seingjarklæðir, sjúklingaklæðir og starvsfólkabúnar. Somuleiðis vaskar vaskaríið fyri Norðoya Røktarheim, ið er bygt fast í sjúkrahúsið.
Samband
Deild
Tænastudeildin á Klaksvíkar SjúkrahúsiLeiðandi starvsfólk
Birna Jacobsenbirnaja@ks.fo
Hent kunning
Finn veg og parkering
Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1.
Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri.
Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.
Kiosk og kafé
Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00.
Blómur
Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.
Internet
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking.