Landssjúkrahúsið

Uttanlandstænastan

Uttanlandstænastan er ein stápseind, sum tekur sær av ferðing og uppihaldi til sjúklingar, ið eru ávístir til viðgerð uttanlands av Landssjúkrahúsinum.

Starvsfólkið vegleiðir sjúklingar og avvarðandi í mun til galdandi kunngerð.

Uttanlandstænastan innkallar sjúklingar, samskipar og sendir hesar til viðgerðar uttanlands. Somuleiðis tekur Uttanlandstænastan støðu til hvørs fylgjari skal játtast til sjúklingar, sum verða ávístir til viðgerð uttanlands.

Tú kanst lesa faldaran Kunning til sjúklingar, ið fara uttanlands til kanningar og viðgerð her.

Viðgerð í Danmark

Tá sjúklingur hevur fingið ávísing til viðgerð uttanlands, er tað føroyska sjúkrahúsið, sum skipar fyri og rindar ferð og uppihald á sjúklingahotelli frá sama degi ella degnum fyri, at sjúklingurin skal møta til viðgerðar ella til kanningar á staðnum.

Á Landssjúkrahúsinum er tað Uttanlandstænastan, ið tekur sær av ferðing uttanlands til sjúklingar, ið eru ávístir av Landssjúkrahúsinum. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi eru tað sjúklingaskrivstovurnar á staðnum, sum taka sær av hesum.

CPR nummar og MitID gevur tær atgongd til danska sjúklingajournal 

Tá sjúklingur hevur fingið ávísing til viðgerð uttanlands, er tað føroyska sjúkrahúsið, sum skipar fyri og rindar ferð og uppihald á sjúklingahotelli frá sama degi ella degnum fyri, at sjúklingurin skal møta til viðgerðar ella til kanningar á staðnum.

Á Landssjúkrahúsinum er tað Uttanlandstænastan, ið tekur sær av ferðing uttanlands til sjúklingar, ið eru ávístir av Landssjúkrahúsinum. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi eru tað sjúklingaskrivstovurnar á staðnum, sum taka sær av hesum.

CPR nummar og MitID gevur tær atgongd til danska sjúklingadagbók (journal). 
Tá tú skal í serviðgerð í Danmark er hent at fáa eitt danskt persónnummar (CPR nummar). CPR nummarið er tín talgildi samleiki í donskum KT skipanum, og er ein fyritreyt fyri at fáa MitID. MitID er ein lykil, ið gevur tær atgongd til tína donsku sjúklingadagbók (journal) á  www.sundhed.dk, har danska heilsuverkið skrásetir upplýsingar um tína viðgerð. 

Við hesari atgongd kanst tú sjálv/ur síggja heilsuupplýsingar, sum eru skrásettir í donsku sjúklingadagbókini (journal), óansæð um tú ert í Danmark ella í Føroyum. 
Sjúkrahúsverkið í Føroyum syrgir fyri, at tað danska CPR nummarið verður skrásett í føroysku sjúklingadagbókini (journal), soleiðis at tað er tøkt, tá ein sjúklingur verður sendur til Danmarkar.

Um tú sum sjúklingur ynskir at fáa eitt CPR nummar ber til at seta teg í samband við Uttanlandstænastuna á ultinfo@ls.fo ella ringja tlf 304750 (telefontíðin er gerandisdagar millum kl 9-12), áðrenn vit kunnu avgreiða hetta. Tað er hent hjá øllum sjúklingum at hava danskt CPR nummar, ið lættir um og betrar um sjúklingatrygdina.

Um tú longu hevur eitt CPR er umráðandi, at tú kunnar okkum um tað. Tað ber eisini til at siga “nei takk” til CPR. Tá fært tú eitt fyribils CPR frá viðgerðarstaðnum.

Um tú býrt í Føroyum, men ikki ert danskur ríkisborgari, ber sum meginregla ikki til at fáa danskt CPR. Tá fært tú eitt fyribils CPR frá viðgerðarstaðnum.

Minnist til

Pass ella annað samleikaprógv við mynd.
Hetta verður brúkt á flogvøllinum undan fráferð, eisini um tit skulu hava samband við útlendskar myndugleikar ella peningastovnar. 
 
Sjúkraváttan, sum oftast er útskrivað av kommunulækna, skal latast arbeiðsgevara ella Almannaverkinum. 
 
Heilivágur og møguligar ávísingar (reseptir) 
Sjúklingar, sum fáa heilivág við innspræning, t.d. insulin, mugu hava váttan um hetta frá egnum lækna ella yvirlæknanum á sjúkrahúsinum. Loftferðslumyndugleikarnir kunnu krevja at síggja váttan frá ferðafólki, sum hava sproytur í handviðførinum. Váttan um sterkar tablettir fæst á apotekinum, og verður rópt eitt „pillepas“

Ferðin

Tá sjúklingur verður ávístur til viðgerð ar uttanlands, verður avtalað um fráferð gjørd við føroyska sjúkrahúsið. Sjúkrahúsið sendir sjúklingi og møguligum fylgjara ókeypis ferðaseðil við telduposti ella postinum.

Í innskrivingini á flogvøllinum verður bókingarnummarið á ferðaseðlunum brúkt saman við passi ella øðrum samleikaprógvi við mynd í. Tíðin fyri fráferð stendur á ferðaseðlinum, og miðað verður móti, at ferðaseðilin hevur áteknaða heimferð áðrenn fráferð úr Føroyum.

Um ferðaseðilin er opin, verður bókingarnummarið brúkt, tá heimferðin verður bíløgd. Um heimferðin ikki verður, sum ásett, skal hetta fráboðast sjúkrahúsinum, sum sendir sjúklingin avstað. Til ber at broyta heimferð um sjúkustøðan er orsøk til tess. Er sjúklingur illa gongdur, og tørvur er á koyristóli á flogvøllinum ella fyri serstakari hjálp, skal hetta boðast frá, tá ferðaseðilin verður bílagdur.

Frá bústaði/Sjúkrahúsverkinum til Vágar 
Sjúkrahúsverkið endurrindar ferðaseðil svarandi til almennar takstir við Strandferðsluni frá bústaði til flogvøllin/farstøðina. Hetta merkir, at um ein t.d. brúkar bygdaleiðir, endurrindar Sjúkrahúsverkið rutugjald frá buss steðgiplássi næst heimstaðnum til flogvøllin/farstøðina og retur. Er tørvur á øðrum flutningi skal hetta avtalast við Sjúkrahúsverkið frammanundan.

Fylgjari 

Vanliga ferðast sjúklingurin einsamallur. Metir yvirlæknin, at sjúklingurin av heilsuávum ikki kann ferðast einsamallur, kann Sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslurnar, so heilsustarvsfólk kann fylgja við sjúklinginum til viðgerðarstaðið. Uttanlandstænastan tekur støðu til, í hvørjum einstøkum føri, um fylgjari skal játtast til sjúklingar, sambært galdandi lóg og kunngerð. Sí galdandi lóg her.

Er ikki lógarheimild at senda fylgjara við sjúklingi, kann sjúklingurin tó altíð velja at taka fylgjara við sjálvur. Í slíkum føri kann ferðaseðil bíleggjast gjøgnum starvsfólk hjá Atlantsflog, sum hevur arbeiðsstað á Uttanlandstænastuni. Uttanlandstænastan og sjúklingaskrivstovurnar á Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahúsi vegleiða um, hvussu uppihald kann útvegast. 
 
Treytirnar fyri, at Sjúkrahúsverkið kann bera ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri fylgjara, eru hesar:

  • Lívshóttandi sjúka og/ella likamligt, sálarligt ella sosialt ófullføri.
  • Við lívshóttandi sjúku er at skilja eitt nú bráðfeingis lívshóttandi sjúku, tá ið útlit eru fyri at støðan kann versna munandi, og tá ið diagnosa verður sett um lívshóttandi sjúku. 

Krav til fylgjara 
Fylgjarar skulu verða um sjúklingin og hjálpa honum undir viðgerðini uttanlands. Játtaður fylgjari skal vera myndugur og førur fyri at átaka sær uppgávuna sum fylgjari. Fylgjarin skal ikki hava aðrar ábyrgdir, meðan hann er fylgjari hjá sjúklinginum. 

Sjúklingur lýkur ikki treytirnar fyri játtaðan fylgjara 
um støðan er støðug, ella viðgerðin fevnir um vanligar útvortis kanningar ella afturvendandi eftirlitsvitjan. Herundir koma:  

  • Krabbameinssjúklingar, sum ferðast til eftirlitsvitjanir ella kyknuliga viðgerð (kemoviðgerð), har hjáárin ikki væntast fyrr enn aftaná heimkomu til Føroyar. 
  • Hjartasjúklingar, sum skulu undir ikki lívshóttandi skurðviðgerðir, m.a. hjarta/æðrakanning, har ikki verður roknað við krúnæðrasjúku, sum krevur opna skurðviðgerð. 

Hjartasjúklingar, sum bráðfeingis eru viðgjørdir fyri blóðtøpp á sjúkrahúsinum og verða bráðfeingis sendir nið ur til hjarta/æðrakanning fáa vanliga ikki fylgjara við. Hetta av tí, at viðgerðin á sjúkrahúsinum hevur ført við sær, at sjúklingurin tá vanliga er uttanfyri lívsvanda. Hesir hjartasjúklingar fáa í flestu førum heilsustarvsfólk við, sum skulu tryggja fakliga eftirlitið undir sjálvum flutninginum og veita viðgerð, um hetta er neyðugt

Í teimum førum, har tað hendir, at sjúklingurin á Ríkissjúkrahúsinum fær at vita, at hann skal til opna skurðviðgerð, so sum „bypass“, verður fylgjari sendur eftirfylgjandi frá tí løtu, at sjúklingurin hevur fingið boðini um skurðviðgerð. 
Fylgjari, sum sjúkrahúsið ikki hevur ávíst, skal sjálvur bíleggja og rinda fyri ferðaseðil og uppihald antin á sjúklingahotelli ella aðrastaðni. 
 
Fylgjari til børn og ung undir 18 ár 
Er sjúklingur yngri enn 18 ár, ber sjúkrahúsverkið ferða– og uppihaldsútreiðslur, so ein fylgjari kann fara við sjúklinginum uttanlands.Tó hevur fylgjarin eitt egingjald sum er kr. 150,- um dagin, tó ongantíð meira enn kr. 1500,- um mánaðin. 
 
Í serligum førum kann sjúkrahúsverkið tó bera ferða– og uppihaldsútreiðslur soleiðis, at bæði foreldrini kunnu fara við barni uttanlands til viðgerðar. Her kann talan verða um barn ella ungan, ið hevur álvarsligt brek t.d. fjølbrekað, ella lívshóttandi sjúku ella barn/ungan, ið fer at fáa staðfest álvarsama diagnosu t.d. menningartarn, autismu ella lívshóttandi sjúku. Eitt atlit at taka í hesum føri er eisini aldur á barninum. Er talan hinvegin um umstøður, sum eru støðugar t.d., tá talan er um eftirlitsvitjanir v.m., játtar sjúkrahúsverkið sum meginreglu ikki tveir fylgjarar at fara við einum barni. 
 
Sjúkralega í longri tíðarskeið 
Um ein sjúklingur, sum hevur fingið fylgjara, liggur sjúkur uttanlands í 4 vikur ella longri, kann sjúkrahúsverkið bera útreiðslurnar av, at fylgjarar kunnu skiftast um at fara uttanlands at verða um sjúklingin, so ein fylgjari kann vera skiftur út aftaná 4 vikur.

Ynskja fylgjarar at skiftast um at verða um sjúklingin í styttri tíðarskeið, bera fylgjararnir sjálvir ferðaútreiðslurnar. Sjúkrahúsverkið ber tó uppihalds– og kostútreiðslurnar hjá viðkomandi. Velur fylgjari annað uppihaldsstað enn tað, sum sjúkrahúsverkið hevur ávíst viðkomandi, ber fylgjarin sjálvur uppihalds– og kostútreiðslurnar, ið standast í hesum sambandi. Fylgjari, ið hevur fingið játtað ferða– og uppihaldsútreiðslur frá sjúkrahúsverkinum, skal brúka sama uppihaldsstað sum sjúklingurin. 

Uppihald   

Sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands, verða vístir til eitt sjúklingahotell, tá teir ikki eru innlagdir á viðgerðarstaðnum. Verður fylgjari játtaður, skal hann altíð brúka sama sjúklingahotell sum sjúklingurin, men kann hava annað uppihaldsstað, tá sjúklingurin er innlagdur. Velur sjúklingurin sjálvur at búgva aðrastaðni, enn sjúkrahúsið ávísir, ber sjúklingurin sjálvur uppihalds– og kostútreiðslurnar.

Fylgjari skal gjalda fyri uppihald á sjúklingahotellinum. 

Heimferð

Tá viðgerðin er liðug, kann heimferðin bíleggjast á Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum, ella á Sjúklingahotell Tórshavn, um gist verð ur har. Í teimum førum, har ferðaseðilin er opin, ella broyting er neyðug, fæst hjálp til hetta við at venda sær til Uttanlandstænastuna ella sjúklingaskrivstovurnar á Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahúsi. Er neyðugt við serstakari hjálp til heimferð, vendir deildin ella sjúklingahotellið sær til sjúkrahúsini. 

Flutningur

Flutningur uttanlands
Saman við ferðaseðlinum fær sjúklingurin ein flutningsseðil frá sjúkrahúsinum. Tá sjúklingurin kemur heim aftur til Føroya, skal hann senda flutningsseðilin og kvittaninar fyri ferðaútreiðslur til sjúkrahúsið í brævbjálvanum, sum fylgdi við. Síðan verða útreiðslurnar endurgoldnar sjúklinginum. Nærri kunning um, hvørjar flutningsútreiðslur verða endurgoldnar, fæst við at venda sær til sjúkrahúsini í Føroyum. 

Gevið gætur! Ferðast eigur altíð á bíligasta hátt. Sjúkrahúsið ber ikki útreiðslur til hýruvogn, tó undantikið, um sjúkrastøðan hjá sjúklinginum er so vánalig, at hetta er neyðugt. Tí eigur hetta at verða avtalað við sjúkrahúsini áðrenn

Flutningur innanlands 
Vanliga siga vit, at allur flutningur skal fara fram við rutunum hjá tí almenna, tað vil siga við Bygdaleiðum og Strandferðsluni. Tað er altíð sjúkrahúsið, sum tekur støðu til flutningin. Sjúkrahúsið endurrindar útreiðslur í sambandi við flutning. Endurgjaldið verður veitt frá busssteðgiplássi ella samferðsluhavnini, sum er næst heiminum hjá sjúklinginum. 
Sjúklingurin verður biðin um at útfylla flutningsseðil og lata hendan til Sjúkrahúsverkið. 
 
Flutningur við sjúkrabili ella tyrlu 
Flutningur beinleiðis av sjúkrahúsi á flogvøllin við sjúkrabili ella við tyrlu er ókeypis. Tað er bert pláss fyri einum avvarðandi í sjúkrabilinum, um einki starvsfólk er við. Sjúklingar og møguliga avvarðandi mugu av trygdarávum bert hava handviðføri við. Hjálpartól sum koyristólar, gangistativ, rullustólar (rollatorar) og luftmadrassur sleppa ikki við í sjúkrabilin. 
 
Frá flogvøllinum í Keypmannahavn til Sjúklingahotellið Tórshavn 
Sjúklingar og ávístir fylgjarar, sum skulu búgva á Sjúklingahotellinum Tórshavn, verða heintaðir á flogvøllinum í Kastrup. Tey skulu fara til „Meeting point“, til høgru í komuhøllini í Terminal 3, har eitt hýruvognsstarvsfólk stendur við einum „Sjúklingahotel Tórshavn“ skelti. 
Játtaðir fylgjarar ferðast ókeypis við sjúklinginum. Onnur, sum ikki eru játtaðir fylgjarar, hava eitt gjald soljóðandi: 100 kr. fyri avvarðandi vaksin 50 kr. fyri avvarðandi børn. Annars er galdandi at taka bíligasta ferðaflutning. 
 
Beinleiðis á Ríkissjúkrahúsið 
Til ber at koyra beinleiðis á Ríkissjúkrahúsið við bilinum sum skal til Sjúklingahotellið Tórshavn, um pláss er. Hetta skal tó verða avtalað við sjúkrahúsið í Føroyum áðrenn. Um hetta ikki letur seg gera, rindar tú í fyrstu atløgu fyri hýruvognin, goymir kvittanirnar og fært peningin endurrindaðan av sjúkrahúsinum. Til ber at koyra beinleiðis á Ríkisjúkrahúsið við bilinum, sum skal til Sjúklingahotellið Tórshavn, um pláss er. Hetta skal tó verða avtalað við sjúkrahúsið í Føroyum áðrenn. 

Endurgjald fyri flutning ímillum viðgerðarstað og ávíst uppihaldsstað 
Sjúklingurin fær endurgjald fyri flutning millum Sjúklingahotellið Tórshavn og viðgerðarstaðið ella sjúkrahúsið, um hann hevur ferðast á ráðiligasta og bíligasta hátt. Serligar umstøður kunnu tó gera, at sjúklingurin av sjúkuávum hevur tørv á ávísum flutningi. 
Leiðarin á Sjúklingahotellinum Tórshavn tekur avgerð um, hvussu sjúklingurin skal ferðast. Endurgjald verður bert latið, um avtalað er gjørd við leiðaran frammanundan. Velur sjúklingurin annað uppihaldsstað enn tað ávísta, rindar viðkomandi sjálv/-ur fyri ferðing ímillum uppihalds– og viðgerðarstað.

Flutningur millum Sjúklingahotellið Tórshavn og viðgerðarstaðið 
Bussur koyrir millum Sjúklingahotel Tórshavn og viðgerðarstøðini. Tað er eitt felag undir Trivnaðargrunninum fyri Sjúklingahotel Tórshavn, sum tekur sær av koyringini. Avtala um koyring skal tí gerast við starvsfólk á hotellinum seinast kl 18 dagin fyri, so koyringin kann leggjast til rættis. Velur sjúklingurin annað uppihaldsstað enn tað ávísta, rindar viðkomandi sjálvur fyri ferðing millum Sjúklingahotellið og viðgerðarstøðini. 

Frá sjúklingahotellinum á flogvøllin 
Tá sjúklingur skal heim til Føroyar aftur, rindar Sjúklingahotellið Tórshavn fyri flutningin ímillum hotellið og flogvøllin. Um sjúklingurin ynskir at fara ørindi í býin ella annað áðrenn fráferð, rindar viðkomandi sjálv/ur fyri flutningin til flogvøllin í Kastrup. Sjúklingar, sum búgva aðrastaðni enn ávíst, mugu sjálvir rinda ferðaútreiðslurnar ímillum uppihaldstaðið og flogvøllin í Kastrup.

 
Sigla heldur enn flúgva 
Sjúkrahúsið rindar eisini ferðina hjá teimum, sum heldur vilja sigla við Norrønu. Sjúkrahúsið endurrindar ferðina frá atløguplássi til sjúkrahúsið eftir ávísum treytum. Set teg í samband við Uttanlandstænastuna á Landssjúkrahúsinum ella sjúklingaskrivstovurnar á Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri nærri kunning. Eins og við flogferðum skal føroyska sjúkrahúsið bíleggja ferðina. Sjúklingar, sum ynskja at sigla úr Danmark til Føroyar, skulu avtala hetta við føroyska sjúkrahúsið, áðrenn farið verður úr Føroyum.

Viðgerð uttanfyri Keypmannahavn 

Sjúkrahúsið í Føroyum rindar eisini ferðakostnaðin fyri sjúklingar, sum skulu til viðgerðar uttan fyri høvuðsstaðarøkið, Keypmannahavn. Flutningurin skal fara fram so bíliga, sum ráðiligt er, tað vil siga, helst við bussi ella toki. Eisini her má sjúklingurin leggja út og goyma kvittaninar.

Sjúklingar, sum eru ávístir til viðgerð uttan fyri høvuðsstaðarøkið, verða vístir til uppihaldsstað, sum hoyrir til ávísta sjúkrahúsið ella viðgerðarstaðið. Er uppihaldsstaðið nær við sjúkrahúsið, fær sjúklingurin ikki endurgjald fyri flutningin til sjúkrahúsið.

Føroyska sjúkrahúsið ger av, hvussu flutningurin skal fara fram ímillum ávíst uppihalds– og viðgerðarstað uttan fyri høvuðsstaðarøkið. Eisini her er meginreglan at ferðast skal á bíligasta hátt. 

Sálarligt, likamlig og sosialt ófullføri 

Við sálarligt ófullføri er at skilja eitt nú sjúklingar, ið hava sálarsjúku ella menningartarn. Við likamligt ófullføri er at skilja eitt nú sjúklingar, ið sita í koyristóli ella á annan hátt eru ófullførir, t.d. vegna aldur, ferðsluvanlukku ella aðrari vanlukku. Um sjúklingur t.d er illa gongdur og hevur trupulleikar at bera viðførið o.a., ber til at skipa fyri praktiskari hjálp á staðnum, og er hetta ikki at rokna sum heilt serlig viðurskifti.

Við sosialt ófullføri er at skilja sjúklingar, ið hava álvarsligar trupulleikar við at ferðast og uppihalda sær einsamallir uttanlands, hóast talan ikki er um likamligt ella sálarligt ófullføri. Um sjúklingur hevur trupult við at finna og at skilja málið, ber tað til at skipa fyri praktiskari hjálp á staðnum. Sama er galdandi, um sjúklingur hevur flúgviræðslu. Tá er møguleiki fyri at sigla/ ferðast við skipi.

Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum og sjúklingaskrivstovurnar á Klaksvíkar– og Suðuroyar Sjúkrahúsi taka støðu til, um sjúklingurin lýkur treytirnar fyri at fáa játtaðan fylgjara. Sjúkrahúsið rindar tá ferðina og lutvíst uppihaldið á sjúklingahotelli hjá játtaðum fylgjara. Játtaður fylgjari rindar eitt gjald fyri innivist við kosti, sum er kr. 150,- um dagin, tó ongantíð meira enn kr. 1.500,um mánaðin. 
Lóg, kunngerð og vegleiðing til kunngerð eru at lesa aðrastaðnis á ls.fo 

Ferðatrygging 

Sjúkrahúsverkið rindar ferðatrygging fyri sjúklingar og ávístar fylgjarar. Tryggingin er galdandi frá degnum fyri viðgerð ella kanning, til sjúklingurin og møguligur ávístur fylgjari eru heima í Føroyum aftur. Tó í seinasta lagi til dagin eftir, at við gerð ella kanning er liðug. Spurningar um tryggingar verða settir tryggingarfelagnum Betri Trygging og ikki sjúkrahúsinum. Hetta merkir til dømis, at um sjúklingurin er fyri stuldri, skal hann venda sær til Betri Trygging og ikki til sjúkrahúsið.

Tá sjúklingur liggur á børu 

Liggur sjúklingurin á børu, kemur sjúkrabilur eftir honum, og koyrir hann á viðgerðarstaðið. Tá viðgerðin er av, skal sjúklingurin ella fylgari annaðhvørt venda sær til starvsfólkini á deildini á viðgerðarstaðnum ella til Sjúklingahotellið Tórshavn, sum síðan biður føroyska sjúkrahúsið bíleggja ferðaseðil til heimferðina. 

Samband

Landssjúkrahúsið
Uttanlandstænastan
Tlf. 304750
Telefontíð kl. 09:00-12:00
T-postur: patient@ls.fo 

Klaksvíkar Sjúkrahús
Tlf. 454545
Bið um sjúklingaskrivstovuna
T-postur: patient@ks.fo 

Suðuroyar Sjúkrahús
Tlf. 343300
Bið um sjúklingaskrivstovuna
T-postur: patient@ssh.fo

Sjúklingahotellið Tórshavn

Sjúklingahotellið Tórshavn  liggur á Venøgade 8 í Keypmannahavn, og hevur tel. (+45) 77336464.  Á sjúklingahotellinum arbeiða føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, sum sjúklingar og avvarðandi kunnu seta seg í samband við alt samdøgrið.

Skrivstovan á Sjúklingahotellinum er opin hvønn dag millum klokkan 07:00 og 23:00. 
Sjúklingar og avvarðandi kunnu goyma virðislutir, sum pening, ferðaseðlar og pass í læstari boks á sjúklingahotellinum.

Á hvørjum kamari liggur ein mappa við praktiskum upplýsingum um Sjúklingahotellið Tórshavn. Sjúklingurin skal boða skrivstovuni frá beinanvegin, tá viðgerðin á sjúkrahúsinum er liðug, tí tá ber ikki til at gista á hotellinum longur. 

Kostnaður

Kostnaður fyri uppihald
Váttaður fylgjari saman við sjúklingi - 150kr. fyri náttina, kostur íroknaður, tó max. 1500 kr. um mánaðan. (10 dagar) 

  • Avvarðandi - 600 kr. fyri náttina, kostur íroknaður. Max. 6.000 kr. um mánaðin.
  • Børn frá 0 til og við 11 ár - ókeypis.
  • Børn frá 12 til og við 17 ár - 300 kr. fyri náttina, kostur íroknaður. Max. 3.000 kr. um mánaðin.
  • Kostnaður fyri gestir uttan tilknýti til sjúkling - 700 kr. fyri náttina við morgunmati.

Til ber at gjalda við donskum/føroyskum pengum ella Visa/Dankorti (FR-korti).
Gjaldast skal áðrenn/við fráferð, og gjarna dagin innan fráferð. Tó í seinasta lagi fráferðardag innan kl. 09.00. 

Endurgjald skal rindast, áðrenn heimferð, tí hetta kann bert gerast á Sjúklingahotellinum Tórshavn. 

Flutningur 
Bussur koyrir til viðerðarstaðið mánadagin-hósddg kl. 07.30-19.00 og fríggjadagin kl. 07.30-16.00. Til ber at skriva seg upp til flutning til viðgerstaðið dagin áðrenn, innan kl 18.00,
Koyrilisti liggur á diskinum í receptiónini. 
Tá tú skalt aftur á sjúklingahotellið, kasnt tú ringja beinleiðis til bussin um avheintan á tel. +45 28 99 30 46. Bíðitíðina kann verða upp til 2 tímar báðar vegir. Ynskir tú ikki at bíða eftir bussinum, men nýta annan flutning, er tað fyri egnan kostna.

Taxa verður einans endurgoldin um tað er avtalað við sjukrarøktarfrøðing. 

Máltíðir
  • Morgunmatur kl. 07.00 – 09.30. Í vikuskiftinum frá kl. 08.00-10.00.
  • Døgurði kl. 12.00 – 13.30. Sunnudag frá kl. 12.00-14.00.
  • Nátturði kl. 18.00 – 19.30 allar dagar.

Maturin verður tikin av buffetini 15 min. aftaná.
Kaffi/te og heimabakað køka eru at fáa frá klokkan 20.00.

Kalt vatn og saft fæst til kl. 23.00. 

Serstakur kostur
Um tu skalt hava serstakan kost av heilsuávum, verða tygum biðin um at siga sjúkrasystrini frá beinanvegin.

Sig frá
Um tú eru til viðgerð ella kanningar, kunnu tey í køkinum goyma mat til tín.Tá er neyðugt  um morgunin sama dag, at skriva kamarsnummar og hvussu nógvar máltíðir skulu goymast. Ein talva hongur í matsalinum.
Tað er eisini møguleiki fyri at gera sær ein matpakka, at fáa við.

Hentleikar

Telefon og internet 
Á øllum kømrum er telefon, sum fólk kunnu ringja til, men ikki frá. Tó ber til at ringja millum kømur og til móttøkuna. Sjúklingahotellið Tórshavn hevur ókeypis tráðleyst internetsamband. Eisini eru teldur, sum gestir kunnu nýta. Til ber at senda fax og at avrita fyri eitt lítið gjald.

Barnavognar og klappstólar
Á Sjúklingaheiminum er 2 barnavognar, 2 klappstólar og 2 paraplyvognar til útláns. Um tær tørvar ein vogn, kanst tú venda tær til skrivstovuna. Av tí at nógv eru um boðið, skulu vognarnar ikki takast við inn á kamarið.

Koyristólar
Á Sjúkingaheiminum eru 5 koyristólar til taks.
Vendið tygum til skrivstovuna, um tygum tørvar ein koyristól. 

Lyftur
Børn mugu bert nýta lyfturnar saman við vaksnum. 

Motiónsrúm, aktivitetsrúm o.a.
Í kjallaranum er eitt motiónsrum við ymiskum fitness-amboðum, sum øll kunnu nýta. Har er eisini eitt aktivitetsrúm við seymimaskinum, fótbóltspæli og møguleiki fyri øðrum ítrívið. Eitt stórt baðikar er í einum rúmið, væleygna til børn ella vaksin, ið kundu hugsa sær eitt karðbað.

Spælistovan
Sjúklingaheimið hevur spælirúm fyri endanum á 2. sali, innrætta til minni børn.
Foreldrini hava ábyrgdina av, at børnini fara væl um lutirnar. Foreldrini skulu syrgja fyri upprudding.
Lutir úr spælikamarinum mugu ikki takast inn á kamarið.
Sitipláss og møguleiki fyri at gera sær ein te- ella kaffimunn er til foreldrini í spælirúminum.
Harumframt er eitt minni bókasavn í samband við matarsalin, har smærri børn kunnu vera.

Bókasavn 
Eitt minni bókasavn er í samband við matarsalin.

Telefonir
Til ber at ringja beinleiðis til kamar tygara. Nummarið stendur á telefonini.
Úr Føroyum verður ringt 00 45 fyrst.
Tað kann ikki ringjast út úr kamarinum uttan til skrivstovuna og sjúkrarøktarfrøðing, trýst 8.

Kopiering
Møguleiki er eisini fyri at kopiera, hettar kostar 1,00 kr. fyri hvørt eintak. Ein telda og ein printari er í kjallaranum. 

Útvarpið
Útvarpið kann hoyrast allan dagin í uppihaldsstovuni.

Vaskarí
Vaskarí er í kjallaranum. Eitt vask við turkitrumlu kostar 30kr. 

Hentar adressur

Sjúklingahotellið Tórshavn (Det Færøske Patienthotel)
Venøgade 8, DK-2100 København Ø
tel. +45 77 33 64 64 
T-postur: sht@ls.fo

www.hoteltorshavn.dk 

Leiðari: Lene Juul Hallig
T-postur: lenha@ls.fo 

Føroyskur sjúklingavegleiðari á Ríkissjúkrahúsinum
Annika Weihe, Rigshospitalet, afsnit 4102
Blegsamsvej 9
DK-2100 København Ø
tel.+45 5120 1399
T-postur: annika.weihe.01@regionh.dk

Mán.-frí. kl. 08.00-12.00. Annars umvegis telefon.

Skrivstovan liggur í forhøllini, vinstrumegin við høvuðsinngongdina.

Føroyskir sosialráðgevarar í Danmark
Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
Strandegade 91, 4
1401 København

tel. +45 33 23 99 80
Fax nr. +45 33 23 92 34
radgevingin@radgevingin.dk
www.radgevingin.dk

Upplatingartíðir
Mánadag og týsdagin kl 11.30-15.30  
Mikudag kl. 13.00-17..00
Hósdag kl. 11.30-15.30 
Persónlig viðtala smb. avtalu.

Sosialráðgevarar á Sjúklingahotellinum Tórshavn
Føroysku sosialráðgevarar hava viðtalu á Sjúklingahotellinum Tórshavn hvønn týsdag frá kl. 10.00-15.30

Øresunds Apoteket
Østerbrogade 151
DK-2100 København Ø
tel. +45 39 18 02 05
Fax. nr. +45 39 18 06 86

Rigshospitalet
Blegdamsvej 9
DK- 2100 København Ø
tel. +45 35 45 35 45
www.rigshospitalet.dk

Bispebjerg Hospital
Bispebjerg Bakke 23
DK-2400 København NV
tel. +45 35 31 35 31
www.bbh.dk

Hvidovre Hospital
Kettegårds Allé 30
DK-2650 Hvidovre
tel. +45 36 32 36 32
www.hvidovrehospital.dk

Frederiksberg Hospital
Nordre Fasanvej 57
DK-2000 Frederiksberg
tel. +45 38 16 38 16
www.frederiksberghospital.dk

Gentofte Hospital
Niels Andersens Vej 65
DK-2900 Hellerup
tel. +45 39773977
www.gentoftehospital.dk

Herlev Hospital
Herlev Ringvej 75
DK-2730 Herlev
tel. +45 38683868
www.herlevhospital.dk

Glostrup Hospital
Nordre Ringvej
DK-2600 Glostrup
tel. +45 43 23 23 00
www.glostruphospital.dk

Hornbæk Fysiurgisk hospital
Rigshospitalet
Havnevej 25
DK-3100 Hornbæk
tel. +45 35 45 35 45 + umstilling
www.rigshospitalet.dk/rh-paralegi

Haslev Sygehus
Sygehusvej 1
DK-4690 Haslev
tel. +45 56 31 26 56

Aalborg Sygehus
Hobrovej 18-22
Postboks 365
DK-9100 Aalborg
tel. +45 99 32 11 11
www.aalborgsygehus.rn.dk

Århus Universitetshospital
Nørrebrogade 44
DK-8000 Århus
tel. +45 89 49 44 44
www.aarhussygehus.dk

Skejby Sygehus
Brendstrupgårdsvej
DK-8200 Århus N
tel. +45 89 49 55 66
www.auh.dk/sks

Odense universitetshospital
Sdr. Boulevard 29
DK-5000 Odense C
tel. +45 66 11 33 33
www.ouh.dk

Sah Va A/S
Borgervænget 5-7
DK-2100 København Ø
tel. +45 39 18 26 11
www.sahva.dk

Sah Va
Dannebrogsgade 43
DK-9000 Aalborg

Føroyahúsið í Keypmannahavn
Vesterbrogade 17A
DK-1620 København V
tel. +45 33 23 15 87
Kunningartel. +45 33 23 15 86
postur@faroehouse.dk
www.faroehouse.dk

Føroyskur prestur í Danmark
Samuelskirkjan
Thorsgade 65
DK-2200 København N
tel. +45 38 79 61 46
bjac@km.dk

Kristnastova
Birnavej 36
DK-2300 København S
tel. +45 32 55 18 09
www.kristnastova.dk
 

Styrelsen for Patientsikkerhed
Frederiksborggade 15, 2. sal
1360 København K
tel. +45 72 28 66 01
pob@patientombuddet.dk

Føroyskar adressur:

Landssjúkrahúsið
J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
tel. 30 45 00
ls@ls.fo
www.ls.fo

Suðuroyar Sjúkrahús
Sjúkrahúsbrekkan 19
800 Tvøroyri
tel. 34 33 00
ssh@ssh.fo
www.ssh.fo

Klaksvíkar Sjúkrahús
Sniðgøta 1
700 Klaksvík
tel. 45 45 45
ks@ks.fo
www.ks.fo

Kærunevndin í Almanna-og heilsumálum:

Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postsmoga 45
110 Tórshavn
tel. 32 05 85
fax nr. 32 05 90
kaerustovnur@kaerustovnur.fo
www.kaerustovnur.fo
 

Landslæknin (Styrelsen for Patientsikkerhed)
Sigmundargøta 5
100 Tórshavn
tel. 31 18 32
fax. nr. 31 76 60

Atlantic Airways
Flogvøllurin
380 Sørvágur
tel. 34 10 10
fax nr. 34 10 01
www.atlantic.fo

Atlantic Airways Terminal 2
DK-2770 Kastrup
tel. +45 32 52 47 00
fax nr. +45 32 50 47 28
booking-dk@atlantic.fo
www.atlantic.fo

Trygd
Gongin 7
Postboks 44
110 Tórshavn
tel. 35 81 00
trygd@trygd.fo

Landspítali í Reykjavík
tel. +354 542 1000

Føroysk heimasíða hjá Landspítalinum, sí her.

Sjúklingavegleiðing á Ríkissjúkrahúsinum 

Føroyskur sjúklingavegleiðari á Ríkissjúkrahúsinum er Annika Weihe. 
T-postur: annika.weihe.01@regionh.dk  Tlf. +45 5120 1399 
Kontórið hjá føroyska sjúklingavegleiðaranum liggur í forhøllini, til vinstru frá høvuðsdyrnum. Les um føroyska sjúklingavegleiðing her umframt á heimasíðuni hjá Ríkissjúkrahúsinum.

Vegleiðing frá fakfólki

Sosialráðgevi
Ert tú í iva um tíni rættindi sum sjúklingur/avvarðandi, kanst tú venda tær til sosialráðgevarnar á Sjúklingahotellinum ella í Føroyahúsinum.
Sosialráðgevarnir eru at hitta á Sjúklingahotellinum týsdag kl. 10.00 - 15.30. Lokalnummarið er 453.

Somu sosialráðgevarnir eru at hitta á skrivstovuni í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17A, 1620 Kbh. V.

Mánadag, týsdag og hósdag kl. 11.30 – 15.30 og mikudag kl. 14.00 – 18.00.

Telefon: 33 23 99 80
Fax: 33 23 92 34

Sjúklingavegleiðari
Uppgávan hjá sjúklingavegleiðaranum er at hjálpa og vegleiða sjúklingum og avvarðandi teirra, ið eru ávíst úr Føroyum.
Tað kann vera:   

  • Hjásitari við læknasamrøður
  • At vera við til at loysa trupulleikar ella misskiljingar viðvíkjandi viðgerð, røkt ella tænastu, ið ikki kan loysast saman við starvsfólkinum á deilduni
  • Kanningar og viðgerð
  • At vitja innlagdar sjúklingar, ið ikki hava samband við Sjúklingheimið Tórshavn
  • Vegleiða um rættindi sum sjúklingur
  • Vegleiða um klagu og endurgjaldingarmøguleikar
  • Hjálp til meira upplýsing 

Uppgávan hjá sjúklingavegleiðarinum er eisini at vera eitt bindilið millum viðgerðarstøðini í Danmark og Sjúklingaheimið Tórshavn.

Sjúklingavegleiðarin, Annika Weihe, hevur skrivstovu á Ríkissjúkrahúsinum og er at hitta hvønn gerandisdag frá kl. 08.00 til 12.00, og annars umvegis telefon.

Telefon: +45 5120 1399
Fax: 35 45 64 45
Teldupostur: annika.weihe.01@regionh.dk 

Bussar og tok

www.rejseplanen.dk 

Har ber til at skriva adressu inn, so tú fært eina ferðaætlan. 

Apotek og sjúkrahús

Um tær tørvar medisin
Apoteksverkið í Føroyum samstarvar við Øresundsapotekið, sum liggur á Østerbrogade 151. Tygum skulu brúka hetta apotekið, um eingin onnur avtala er.
Møguleiki er at fáa heilivágin koyrdan til Sjúklingaheimið, hetta kostar 35,00 kr. eyka.
Tú skal goyma kvittanir og venda tærtil sjúkrakassan í Føroyum fyri at fáa møguligt endurgjald.

Hevur tú spurningar um heilivág, ert tú vælkomin at tosa við sjúkrasystrarnar.

Apotek
Øresundsapotekið
Østerbrogade 151
Tlf. 39 18 02 05 

Upp- og afturlatingartíðir
Mánadag til fríggjadag kl. 09.00-18.00
Leygardag kl. 09.30-14.00

Sjúkrahús:

Ríkissjúkrahúsið
Blegdamsvej 9, 2100 København Ø

Amager Hospital
Italiensvej 1, 2300 København S

Bispebjerg Hospital
Bispebjerg Bakke 23, 2400 Kbh NV

Frederiksberg Hospital
Nordre Fasanvej 57, 2000 Frb. 

Gentofte Sygehus
Niels Andersensvej 65, 2900 Hellerup

Glostrup Sygehus 
Nordre Ringvej 57, 2600 Glostrup 

Herlev Sygehus
Herlev Ringvej 75, 2730 Herlev

Hvidovre Hospital
Kettegård Allé 30, 2650 Hvidovre

Ríkissjúkrahúsið
Blegdamsvej 9, 2100 Kbh. Ø 

Sahva
Borgervænget 5, 2100 Kbh Ø

Umhvørvið

Á Sjúklingahotellinum kunnu sjúklingar búgva, sum av føroyskum sjúkrahúsum verða sendir til kanningar ella viðgerð í Danmark. Avvarðandi kunnu somuleiðis búgva her.
Møguleiki er hjá øðrum ferðandi at búgva á Sjúklingahotellinum, tá pláss er.

Umhvørvið
Nýggja sjúklingahotellið í Venøgade 8 á Eysturbrúgv, sum vit fluttu inn í tann 20. juni 2012 hevur 4 hæddir og 55 kømør, harav 28 einkultkømur, 23 dupultkømur og 4 handicap-vinarlig kømur. Harumframt eru 5 íbúðir í ymiskum støddum til sjúklingar, sum hava tørv á at vera her í longri tíð.

Hotellið hevur vakurt uttandura umhvørvi við terrassu og spæliplássi, umframt svala á øllum hæddum.  

Innrætting
Á 2., 3. og 4. hædd eru tekøkar við komfýri, ovni, køliskápi og sjónvarpi. Har er møguleiki fyri at gera sær ein drekkamunn ella annað.
Tekøkurin á 2. hædd er eisini innrættaður sum spælistova til børn.
 Á 4. hædd er eitt “stillarúm”, har møguleiki er fyri at fáa eina løtu í einsemi ella at fáa andaliga vegleiðing.

Um tú hevur hugskot til, hvussu Sjúklingaheimið kann gerast betri, so sig okkum frá.
Umráðandi fyri trivnaðin á Sjúklingaheiminum er, at umhvørvið er so heimligt og hugnaligt sum gjørligt. Vit vóna, at vitjandi saman við starvsfólki vilja vera við til at skapa hetta. 

Hiti, vatn, ljós og opin vindeyga
"Grøna avgjaldið" dýrkar nógv um hjá okkum og ger, at vit mugu ansa nógv betur eftir, hvussu vit fara um. Ansið eftir, at:

  • vatnið ikki rennur óneyðugt.
  • ljósið ikki brennur óneyðugt. Sløkkið, tá farið verður út av kamarinum.
  • radiatorarnir ikki eru frá og vindeygað opið í senn.

Mannagongd við eldsbruna
Um eldur er í Sjúklingahotellinum, er umráðandi, at tú ikka missur tamarhaldið.
Húsið er innrætta við roykávararum og sprinklara-anleggi, sum meldar beinleiðis til Københavns Brandvæsen um eldur er í.
Sjúkrarøktarfrøðingur í vakt hevur neyðuga kunning um evakuerast skal, og kann vegleiða í hesum.

Lesi niðanfyristandandi, soleiðis at tú veitst, hvat gerast skal, um eldur kemur í.  

Um eldur er í, eigur at verða borið soleiðis at:

  • Um brandalarmur ikki ljóðar, trýst á knøttin til okkara innanhýsis ávaringarskipan. Tað er ein lítil reyður kassi, sum er á hvørjari gongd.
  • Ring 112. Ring 0 frammanfyri, um tú ringir frá kamars telefon.
  • Fá fatur á starvsfólkunum. Um náttina svevur sjúkrasysturin á kamari 101 á 1. sali, hon hevur tel. 77336424, trýst 2. Um tú ringir frá kamarinum, trýstir tú bert á 8.
  • Far út, nýtið trappurnar í hvørjum enda av gongini við kømurini og hurðanar út til terrassuna í stovuhædd. Grøn skelti vísa tær á neyðdyrnar.
  • Tú mást ikki fara í lyfturnar.

Koyristólar og annað má ikki standa á gongini. 

Gisting úti í býnum

Góði gestur. 
Sjúklingahotellið er fult bókað, og mugu vit tí bjóða tær gisting á øðrum hotelli í býnum.
Sjúkrarøktarfrøðingur frá Sjúklingahotellinum setur seg í samband við teg um eina ætlan seinast kl. 10 dagin fyri tú kekkar út av hotelli í býnum.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi gistingini ella tørv a hjálp, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sjúklingahotellið á telefon +45 77336464.

Sjúklingur
Gisting á hotelli aðrastaðnis er bílagt við morgunmati uttan kostna. Aðrar máltíðir rindar tú sjálv/ur fyri. Tó kanst tú søkja endurgjald  fyri aðrar máltíðir á Uttanlandstænastuni, svarandi til kr. 100,- pr. dag.

Ávístur fylgjari
Gisting á hotelli aðrastaðnis er bílagt við morgunmati kostnaðarfrítt. Aðrar máltíðir eru fyri egnan kostna. 

Ikki ávístur fylgjari
Fylgjari, sum ikki er ávístur, gjalda teirra part av rokningini fyri gisting, tá farið verður frá hotellinum úti í býnum.

Flutningur
Flutningur til og frá kanning og viðgerð kann fara fram við at ganga, nýta tok ella bus, ella í serstøkum førum við taxa, tó einans smb. avtalu við Sjúklingahotellið.
Útreiðslur í smb. við flutning verða endurgoldnar av Sjúklinghotellinum við at vísa dokumentatión á Sjúklingahotellinum ella á Uttanlandstænastuni. Goym tí altíð kvittanir.
Við heimferð verður flutningur til flogvøllin goldin av Sjúklingahotellinum.  

 

Dokumentarur um hotellið

Kringvarpið lat gera ein dokumentar um Sjúklingahotellið Tórshavn í 2018, sum lýsir væl gerandisdagin og umstøðurnar á staðnum.

Sí dokumentarin her.

Andaligt

Guðstænasta
Føroysk gudstænasta er hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00. Aftan á gudstænastuna hittast føroyingar til ein drekkamunn og prát. 
Adressa: Hans Egedes Kirke, Vardegade 14, 1 th, 2100 København Ø.

Kristnastova
Birmavej nr. 36 Kbh S.
Evangeliskur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20.00.
Samkomufundur við breyðbróting er hvønn sunnudag kl. 11.00, sunnudagsskúli er samstundis.
Øll eru vælkomin.
Jákup Hansen, trúboðari, tel. 27538461
Sólva Hansen, trúboðari, tel. 27538416
Øssur Berghamar, trúðboðari, tel. 32 59 76 14.
Kristnastova, tel. 32 55 18 09.

Dialysa til útlendingar í Føroyum

Landssjúkrahúsið hevur eina dialysueind. Dialysan heldur til á medinska ambulatorium á G3.

Vit bjóða vanligar Hæmodialysu viðgerðir og Hæmodiafiltratión.
Starvsfólkini eru sjúkrarøktarfrøðingar, leidd av Torkil á Steig, yvirlækna/nýralækna.
Dialysan hevur í ávísan avmarkaðan mun møguleika at veita tænastu til útlendingar.

Gjaldið pr. døgn er 2815,00 kr.  

Persónar búsitandi í Danmark kunnu fáa hesa tænastu ókeypis sbrt. nærri treytum.

Fyrispurningar kunnu setast á ls@ls.fo - Att.: Dialysan - Torkil á Steig.
Ella umvegis tel. +298 30 45 00 - lok. 6230 ella 6231 ella fax 304605. 

Endurgjald fyri heilivág

Sjúklingar, ið fara uttanlands, hava ábyrgd av at taka heilivág við til teir dagarnar, teir eru uttanlands. Sjúklingar, sum av sjúkrahúsverkinum verða sendir av landinum, eru at rokna sum innlagdur, til viðgerð á sjúkrahúsinum er endað ella, at viðkomandi er aftur á t.d. Sjúklingahotel Tórshavn til víðari ambulanta viðgerð. Tað vil siga, at heilivágur í samband við viðgerðina verður goldin og skipaður av sjúkrahúsverkinum. Annar heilivágur, sum persónur hevur brúk fyri og ikki er í samband við viðgerðina, skal keypast og skipast av persóninum sjálvum. 
 
Persónar, búsitandi í Føroyum, og staddir í Danmark í egnum sjúkraørindum, kunnu keypa „reseptheilivág“ á donskum apoteki. Gjaldskvittanin og avrit av reseptini fyri keypið skal sendast Heilsutrygd, sum rindar peningin aftur samsvarandi heilivágsstiganum. Somu persónar kunnu eisini í serligum føri 
fáa heilivág sendandi úr Føroyum, um teir eru í uppisetri við heilivági við at seta seg í samband við danskan ella føroyskan lækna og biðja um at fáa sent resept til føroyskt apotek til avgreiðslu. Heilsutrygd rindar flutningin. Fylgjarar fáa ikki endurrindað útreiðslur frá Heilsustrygd uttan í heilt serligum førum. 

Føroyskir læknar kunnu ringja, senda t-post ella senda recept við fax til donsk apotek.

Andlát

Um sjúklingur ella játtaður fylgjari doyr í samband við viðgerð uttanlands, ber heilsuverkið allar útreiðslur av at flyta líkið heim til Føroya. Heilsutrygd letur stuðul til kistu og líkverju eftir umsókn, tó í mesta lagi 5.000 kr. Tey avvarðandi skipa fyri flutningi av flogvøllinum í Vágum til heimstaðið. Sjúklingahotellið Tórshavn hevur eina avtalu við biðumann í Keypmannahavn, sum tekur sær av tí praktiska í samband við at fáa líkið til Føroya. Sjúklingahotellið Tórshavn veitir hjálp í slíkum førum.

Les meira um andlát her

Kærur

Tað ber til at kæra um sjúkraviðgerðina og um avgerðir viðvíkjandi flutningi ella játtaðum fylgjara. Kærur um sjúkraviðgerðina í Føroyum og Danmark verða sendar til "Styrelsen for Patientklager" ella til Landslæknan. Les meira  her.
Kærur viðvíkjandi rætti til flutning ella játtan av fylgjara verða sendar Kærunevndini í almanna– og heilsumálum. Kærur skulu latast inn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið boð um avgerðina. Í kæruni, sum skal vera skrivlig, verður grundgivið fyri henni. Í serligum førum kann verða sæð burtur frá freistini. 
 
Lógargrundarlag 
Sí hentar adressur her og lógargrundarlag um gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri sjúklingar og fylgjarar her.

Rís og rós

Á Sjúklingahotellinum Tórshavn er endamálið, at veita so góða tænastu sum gjørligt.
Hevur tú rís ella rós at bera fram, ert tú vælkomin at senda ein t-post á ls@ls.fo 
Síðani verður tín viðmerking tikin upp á røttum stað.

Sjúklingaskrivstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Tlf: +298 45 45 45 - bið um sjúklingaskrivstovuna
Teldupostur: patient@ks.fo

Leiðandi starvsfólk
Synnøva Hansen, sjúkrarøktarfakligur leiðari/sjúklingasamskipari
Tlf: +298 404507
Teldupostur: synnova@ks.fo

Sjúklingaskrivastovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Tlf: +298 34 33 00 - bið um sjúklingaskrivstovuna.

Eru ivamál í sambandi við serviðgerð uttanlands, setið tygum í samband við varastjóran, hon hjálpir og vegleiðir tygum víðari.

Gunnbjørg Guttesen, varastjóri
Teldupostur: gunnbjorg@ls.fo 

Samband

Deild

Uttanlandstænastan
J.C. Svabosgøta 41-49
FO-100 Tórshavn
Uttanlandstænastan heldur til við Leiðbeiningina í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.

Vitjanartíð

Mánadag til fríggjadag frá kl. 08:00-15:00

Leiðandi starvsfólk

Ingvør Justinussen
ingju@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós