Goymslufólk til Felagsgoymsluna á Landssjúkrahúsinum
Vit sóknast eftir einum álítandi, jaligum, røskum og sjálvstøðugum goymslufólki til okkara toymi á Landssjúkrahúsinum.
Um tær dámar væl at arbeiða við høgari ferð og at byrja dagin tíðliga, so kann hetta arbeiði vera júst nakað fyri teg. Talan er eitt fulltíðarstarv frá 7-15, og fríggjadag til 7-14. Starvið verður sett 1. oktober ella skjótast gjørligt eftir avtalu.
Felagsgoymslan á Landssjúkrahúsinum, sum er partur av Tænastudeplinum, umsitur nýtsluvørur til føroyska heilsuverkið. Talan er um veitingar til deildirnar í Sjúkrahúsverkinum. Harumframt eru veitingar til almennar stovnar og brúkarar / borgarar kring alt landið.
Arbeiðsuppgávur
- at samskipa vøruflutning inn og út av goymsluni
- at pakka ordrar til kundar
- at umsita vørumóttøku
- at bera vørur út á deildirnar
- at røkja goymsluna
Um teg
- tú ert arbeiðssom-/samur, røkin og álítandi
- tú arbeiðir effektivt og loysir bæði stórar og lítlar uppgávur við einum smíli
- tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- tú dugir væl at samstarva- og samskifta við bæði starvsfelagar og viðskiftafólk
- tú hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði
- tú hevur KT-førleikar á brúkarastøði
- tú ert væl fyri kropsliga
Vit bjóða
Hjá okkum eru uppgávurnar bæði fjølbroyttar og spennandi, og tú kemur at arbeiða í einum jaligum og óformellum umhvørvi, har tú verður partur av dugnaliga goymslutoyminum á 10 fólk.
Tú fært góðan stuðul og alla neyðuga upplæring.
Løn- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Finn Bjarna Hentze Samuelsen, deildarleiðara á Felagsgoymsluni, á telefon 234595 ella á teldupostadressu: bjasa@ls.fo
Umsóknarfreistin er 10. september 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.