Starv sum sjúkrarøktarfrøðingur á G1 á Landssjúkrahúsinum
Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi umhvørvi, har grundleggjandi sjúkrarøkt skal samantvinnast við háteknologi, so er møguleikin her.
Á G1 á Bráðdeplinum á Landsjúkrahúsinum er eitt fast starv og tvey avloysarastørv sum sjúkrarøktarfrøðingur leys at søkja.
Eitt fast starv á brøki 1,0 í skiftandi vaktum til setan frá 1. november 2025 ella eftir nærri avtalu.
Tvey avloysarastørv fyri starvsfólk í barnsburðafarloyvi í skiftandi vaktum til setan frá 1. november 2025 til 31. oktober 2026 ella eftir nærri avtalu.
G1 er partur av Bráðdeplinum, sum veitir tænastur tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini: Intensivu deild, Viðrakning, Bráðmóttøku/Skaðastovu, Anestesideild, Kommunulæknavakt, Sjúkraflutningstænastu og Endurvenjingardeild.
G1 umfatar intensivdeild, viðrakning og skaðastovu/bráðmóttøku. Á G1 arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar og anestesilæknar. Deildin er skipað við einum deildarleiðara og tveimum varaleiðarum við ábyrgd fyri sjúkrarøktini og depilsleiðslu, sum hevur evstu ábyrgd av deildini.
Intensivdeildin tekur í móti øllum sjúklingum, sum hava tørv á intensivari røkt og viðgerð. Allir sjúklingar, sum verða doyvdir á LS, koma í viðrakning. Skaðastovan/Bráðmóttøkan móttekur allar bráðfengis sjúkar sjúklingar.
Á intensivdeildini verða uml. 500 sjúklingar innlagdir árliga. Í viðrakning koma uml. 2100 sjúklingar árliga, og skaðastovuna/bráðmóttøkuna móttekur uml. 9000 sjúklingar árliga.
Tú kemur í mun til tørv og førleikar at hava ymiskar arbeiðsuppgávur innan serøkini á deildini.
Førleikar
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Telduførleika
- Fyrimun hava umsøkjarar við intensivari serútbúgving ella kliniskum royndum innan serøkini á deildini.
Vit vænta at tú
- Er eldhugað/ur og hevur fakligan áhuga í viðgerð og røkt av sjúklingum við intensivum og bráðfeingis tørvi
- Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Hevur ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
- Hevur møguleika at arbeiða í skiftandi vaktum, dag-, kvøld- og náttarvaktum, og í vikuskiftum
Vit bjóða:
- Góða innleiðslu
- Eitt mennandi og spennandi starv við fakliga dugnaligum starvsfeløgum
- Fjølbroytt arbeiði og nógvar avbjóðingar
- Samstarv, sparring og stuðul frá starvsfeløgum og deildarleiðslu
Lønar - og setanartreytir sambart sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið
Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til Hanna Helena Weihe Simonsen, deildarleiðara á lokal 5811, hanwe@ls.fo ella Jonleyg Fossabrúgv, depilsleiðara á lokal 5707, jonfo@ls.fo
Umsóknarfreistin er mánadagin 15. september 2025
Skivlig umsókn við CV, avrit av prógvum, autorisatión, viðmælum e.l. skal sendast til:
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.