Starvsfólk til reingerð á G2 á Landssjúkrahúsinum
Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum starvsfólki til reingerð á skurðgongini G2. Talan er um fast starv, at byrja skjótast til ber.
Um starvið
Tú fert at arbeiða í einum góðum arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum, har arbeitt verður við at førleikamenna okkara starvsfólkahóp. Upplæring verður við starvsbyrjan.
Arbeiðið snýr seg um at gera reint í felagshølum og á skurðstovum á Skurðgongini, G2. Á skurðgongini arbeiða í dag 5 starvsfólk innan reingerð. Arbeitt verður á starvsbrøki 0,75, sum er umleið 30 tímar um vikuna. Møguleiki er at taka eykavaktir.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Tú skal arbeiða í bæði dag- og kvøldvakt.
5. hvørt vikuskiftið er vikuskiftisvaktir. Klokkutíðirnar eru hesar:
- Dagvaktir kl 7-15
- Kvøldvaktir: vaktirnar eru skiftandi, møtt verður antin kl. 14-21 ella kl. 15-21
- Vikuskiftisvaktir eru 5. hvørt vikuskiftið kl 10-14, viðhvørt kann verða arbeitt longri.
Vit vænta, at umsøkjarar hava:
- Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
- Kunnu arbeiða sjálvstøðugt og tola broytingar í arbeiðinum.
- Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur
- Viðkomandi umsøkjari skal vera 18 ár
Dagligt samskifti er við aðrar starvsbólkar, tí er umráðandi, at tit málsliga skilja hvønn annan væl.
Upplýsingar
Vilt tú vita meira um starvið, ber til at ringja til tlf. 304614 gerandisdagar millum kl 8-14, ella skriva til Heimir Ottósson deildarleiðara, teldupost heimir.ottosson@ls.fo
Setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Umsóknarfreistin er 7. september 2025.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.