1599255328 Image

Sjúkrarøktarfrøðingur til Svøvnkøvu ambulatoriið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir sjukrarøktarfrøðingi, at byrja 1. januar 2026 til 31.mars 2027.Talan er um eitt avloysara starv á 32 tímar um vikuna.

Um Svøvnkøvu ambulatoriið:
Svøvnkøvu ambulatoriið hevur ta góðu sjúklingagongdina og tað góða tvørfakliga samstarvið í miðdeplinum. Vit hava landsdekkandi funktión. Vit hava opið mánadag- hósdag 8-16, tað starvast tveir sjúkrarøktarfrøðingar og lækni, sum er staðsettur á Vejle sjúkrahúsið, men arbeiðir fyri okkum, hvønn hósdag.

Í svøvnkøvu bjóða vit útreiðan og uppfylgjan av sjúklingum sum eru í viðgerð. 

Sum sjúkrarøktarfrøðingur í svøvnkøvu kemur tú at hava eitt áhugavert starv, har tú  arbeiðir sera sjálvstøðugt. Í dagliga arbeiðnum hevur tú samstarv við hin sjúkrarøktarfrøðingin, læknaskrivara og læknar. 

Vit vænta av tær, at tú ert íðin, nærløgd/lagdur, hevur góð samstarvsevni og hevur hegni at samskifta og motivera. Tú megnar at skapa mennandi og jaligar arbeiðsumstøður.

Uppgávur og ábyrgdarøki: 
-    útreiðan fyri svøvnkøvu
-    útflýggjan av viðgerðartólum
-    stuðul - og uppfylging av viðgerð.

Førleikakrøv
Vit sóknast eftir sjúkrarøktarfrøðingi, sum hevur:
-    góð samstarvs- og samskiftisevni 
-    evni at motivera og eggja sjúklingar
-    tvey ára royndir innan sjúkrarøktarfakið
-    lætt við at arbeiða við KT-skipanum
-    vilja til støðugt at arbeiða við menningarmøguleikum.

Vit kunnu bjóða:

-    eitt áhugavert og spennandi starv
-    at arbeiða sjálvstøðugt í toymi 
-    góða stigvísa upplæring
-    eina sergrein, sum hevur vítt spenni og er avvekslandi
-    eitt arbeiðsumhvørvi sum er framsøkið 
-    eitt fakligt umhvørvi har dygd og menning av sjúkrarøktini og sjúkrarøktarfrøðingum er í miðdeplinum.

Arbeiðsuppgávurnar eru í tøttum samstarvi við svøvnkøvu -sjúkrarfrøðingin og -læknan sum er knýttur at ambulatoriinum.

Lønar - og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Durid Johannesen, svøvnkøvu-sjúkrarøktarfrøðing, á telefon 404544/217886 ella við telduposti svovnapno@ks.fo

Umsókn, saman við avriti av prógvnum, autorisatión og lívrensli, skal sendast til umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 9. novembur 2025.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós