Klaguvegleiðing A5 (5)

Veitst tú, at tú kanst klaga?

Tað eru ymiskir klagu- og kærumyndugleikar, sum taka sær av klagumálum um sjúkrahusverkið, alt eftir hvat klagað verður um.  

Sí faldara  her, sum í stuttum greiðir frá klagu- og kærumøguleikum í heilsuverkinum. 

Ynskir tú neyvari kæruvegleiðing, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stjórnarskrivstovuna á Landssjúkrahúsinum á t-post ls@ls.fo ella á tlf. 304592.

Tørvar tær hjálp til at kæra, hevur tú møguleika at seta teg í samband við Rættarhjálpina.

Klagur um heilsufakligt virksemi, heilsustarvsfólk og noktandi innlit í sjúkujournal 

Klagumyndugleiki er Styrelsen for Patientklager, sum viðgerð klagur um  heilsufakligt virksemi, heilsustarvsfólk ella noktandi innlit í sjúkujournal.

Sí kunning á heimasíðu teirra  her
Sí vegleiðing á føroyskum  her
Sí klaguskema  her.

Gevið gætur at kærufreistin er 2 ár eftir, at sjúklingurin fann útav – ella burdi havt funnið útav – um tað, sum kært verður um. Um tað eru gingin meira enn 5 ár síðan, hendingin hevur funnið stað, er málið fyrnað.

Freistin at kæra um noktað innlit í sjúklingajournal er 2 ár eftir, at sjúklingurin fekk noktandi svar uppá innlitisumbønina.

Fíggjarligt endurgjald fyri skaða ella mein, sum avleiðing av kanning ella viðgerð

Til ber at leggja endurgjaldsmál fyri Patienterstatningen, um mett verður, at sjúklingur hevur fingið skaða ella mein av kanning ella viðgerð í sjúkrahúsverkinum. 

Sí kunning á heimasíðu teirra her.  
Sí klaguskema  her.

Gevið gætur at kærufreistin er 3 ár eftir, at sjúklingurin fann útav – ella burdi havt funnið útav – at viðkomandi hevur fingið ein skaða. Um tað eru gingin meira enn 10 ár, síðan sjúklingurin var í viðgerð, er málið fyrnað.

Klagur um tvingsil í psykiatriini

Kærast kann til Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina hjá Føroya Kærustovni, um persónur í sambandi við innlegging á psykiatrisku deild verður útsettur fyri tvingsli.

Sí kunning á heimasíðuni hjá Føroya Kærustovni  her.

Klagur um fyrisitingarligar avgerðir

Kærast kann til Føroya Kærustovn um fyrisitingarligar avgerðir tiknar í sjúkrahúsverkinum.

Sí kunning á heimsíðuni hjá Føroya Kærustovni  her.

Gevið gætur at kærast skal innan 4 vikur, eftir at kærari hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Klagur um fyrisitingarliga málsviðgerð

Klagast kann til Løgtingsins Umboðsmann um, hvussu fyrisitingarlig málsviðgerð er farin fram í sjúkrahúsverkinum. 

Sí kunning á heimasíðu teirra  her.

Fulltrú, um tú umboðar ein sjúkling

Um tú kærir ella umbiður innlit í sjúkujournal vegna ein sjúkling, skal viðkomandi veita tær fulltrú. Sí skjal um fulltrú  her.

Gera vart við tænastustøðið

Um tú ynskir at gera vart við ónøgdsemi í sambandi við  røkt ella tænastustøðið í Sjúkrahúsverkinum, kann skriv sendast beinleiðis til sjúkrahúsleiðslu á ávikavist Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi ella Suðuroyar Sjúkrashúsi.

Send ein t-post til  ls@ls.fo , ks@ks.fo ella ssh@ssh.fo og skriva, hvønn klagan er stílað til.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós