- Brúka rávøru, sum eg ikki hevði hugsað um fyrr
- Av tí at læruplássið er á einum sjúkrahúsi, hava vit serligt fokus á føðsluna í matinum, og hvussu vit kunnu taka atlit til teð, ið hava tørv á serkosti, segði 24 ára gamli Símun Hammer Abrahamsen, tá hann í summar fortaldi Sosialinum um sína útbúgving.
Í samrøðuni við Sadie Niclasen, greiðir Símun frá um stóra fjølbroytni í útbúgvingini, sum skiftir millum skúlagongd og læru og sum bæði er í Føroyum og í Danmark.
Eftir loknan lestur ætlar Símun at halda fram at arbeiða í einum køki, men um tað verður á sjúkrahúsi, eldrasambýli, kantinu, kaffihúsi ella matstovu fer tíðin at vísa.
Í øllum førum standa allar dyr opnar, tá lærutíðin sum føðsluatstøðingur á Landssjúkrahúsinum er lokin.
Sí alla greinina HER.