Rigshospitaletdk Tre Mænd

Testosteron-viðgerð

Um testosteron-viðgerð 
Viðgerð við testosteroni (mannligum kynshormoni) verður givin vaksnum monnum, ið ikki sjálvir framleiða nóg mikið av testosteroni. Dreingir við seinkaðari kynsbúning (puberteti) kunnu eisini fáa viðgerðina.

Hvar verður testosteron framleitt? 
Testosteron verður framleitt í steinunum (testiklunum). Framleiðslan av testosteroni verður stýrd av yvirskipaða hormoninum LH (luteiniserandi hormonið), ið verður framleitt í hypofysuni í heilanum. LH verður uppaftur stýrt av tí frígerandi hormoninum GnRH, ið verður framleitt í hypothalamus í einum øðrum parti av heilanum.  

Burtursæð frá einum tíðarskeiði í móðurlívi og einum uml. 3. mðr. aldur byrjar framleiðslan av testosteroni hjá dreingjum í kynsbúningarárunum. Tá tannáringaárini eru komin at enda er testosteron-støðið sum hjá einum vaksnum manni. Hjá eldri monnum minkar framleiðslan nakað. 

Hvussu virkar testosteron?
Í tannárunum broytist kroppurin hjá dreingjum ómetaliga nógv. Kynsgøgnini vaksa, hárvøkstur økist á kroppinum og røddin gerst djúp og grov. Allar hesar broytingar eru tongdar at testosteroninum. Hjá vaksnum monnum hevur testosteronið fram um alt týdning fyri vøddastyrki , beinagrindina, orkustøðið og vanligt kynslív. 

Orsøkir til testosterontrot
1.    Seinkað kynsbúning
2.    Sjúka í hypofysu ella hypothalamus
3.    Steinarnir eru tiknir burtur 
4.    Steinarnir eru stráluviðgjørdir
5.    Dovnir steinar, ið framleiða ov lítið testosteron
6.    Klinefelter Syndrom (kromosomsjúka)
7.    Aðrar sjáldsamar grundir til dovnar steinar

Les meira um viðgerðina og ymisk fyrilit í samband við testosteron-viðgerð niðanfyri.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós