Rigshospitaletdk Tre Mænd

Landssjúkrahúsið

Testosteron-viðgerð

Um testosteron-viðgerð 
Viðgerð við testosteroni (mannligum kynshormoni) verður givin vaksnum monnum, ið ikki sjálvir framleiða nóg mikið av testosteroni. Dreingir við seinkaðari kynsbúning (puberteti) kunnu eisini fáa viðgerðina.

Hvar verður testosteron framleitt? 
Testosteron verður framleitt í steinunum (testiklunum). Framleiðslan av testosteroni verður stýrd av yvirskipaða hormoninum LH (luteiniserandi hormonið), ið verður framleitt í hypofysuni í heilanum. LH verður uppaftur stýrt av tí frígerandi hormoninum GnRH, ið verður framleitt í hypothalamus í einum øðrum parti av heilanum.  

Burtursæð frá einum tíðarskeiði í móðurlívi og einum uml. 3. mðr. aldur byrjar framleiðslan av testosteroni hjá dreingjum í kynsbúningarárunum. Tá tannáringaárini eru komin at enda er testosteron-støðið sum hjá einum vaksnum manni. Hjá eldri monnum minkar framleiðslan nakað. 

Hvussu virkar testosteron?
Í tannárunum broytist kroppurin hjá dreingjum ómetaliga nógv. Kynsgøgnini vaksa, hárvøkstur økist á kroppinum og røddin gerst djúp og grov. Allar hesar broytingar eru tongdar at testosteroninum. Hjá vaksnum monnum hevur testosteronið fram um alt týdning fyri vøddastyrki , beinagrindina, orkustøðið og vanligt kynslív. 

Orsøkir til testosterontrot
1.    Seinkað kynsbúning
2.    Sjúka í hypofysu ella hypothalamus
3.    Steinarnir eru tiknir burtur 
4.    Steinarnir eru stráluviðgjørdir
5.    Dovnir steinar, ið framleiða ov lítið testosteron
6.    Klinefelter Syndrom (kromosomsjúka)
7.    Aðrar sjáldsamar grundir til dovnar steinar

Les meira um viðgerðina og ymisk fyrilit í samband við testosteron-viðgerð niðanfyri.

Nærri kunning um viðgerð

Undir viðgerð

Viðgerðarhættir 
Testosteron ískoyti kann gevast á ymiskan hátt: tablettir, krem (gelé) ella innspræning í vødda.

  • Testosteron tablettir: oftast 2 ferðir dagliga afturvið mati fyri bestu upptøku.
  • Testoviron verður givið við sproytu í vødda 2-3 hvørja viku.
  • Nebido verður givið við sproytu í vødda oftast 10-14. hvørja viku.
  • Testosteron gel (krem) verður smurt á húðina dagliga. Á búk, lør ella armar.

Tað er upprunin til testosterontrotið, ið avgerð, hvønn viðgerðarhátt læknin metir hóskar seg best. Her verða millum annað atlit tikin at aldrinum á honum, ið skal hava viðgerð. Um hann framvegis stendur í vøkstri osfr. Testosteronviðgerðin virkar innan fyri dagar til vikur. Hetta sæst aftur í hárvøkstri, vøddamegi, beinstyrki, kynslívi osfr. 

Eftir viðgerð

Hjáárin
Vanliga standast ikki hjáárin av viðgerðini við vanligum nøgdum av testosteroni, tí hetta líkist tí natúrliga hormoninum. Hjáárinini koma við hormonovurnýtslu. Tey  vanligastu hjáárinini eru at salt og vætu órógv og at blóðprosentið hækkar. Hetta er í longdini ikki gott fyri hjartað hjá eldri monnum. Tað hendir seg eisini, at maðurin gerst illur í sær ella fær ov stutt fjús, um hann fær íso nógvan heilivág. Tá ber til at minka heilivágin eitt vet aftur. 

Regluligt blóðroyndareftirlit er neyðugt fyri at tryggja sær, at tað er júst hin rætta testosteronnøgdin, ið verður givin. Tað er einki sum bendir á, at menn, ið fáa testosteronískoyti fyri testosterontrotið, eru í størri vanda at fáa prostatakrabba, enn aðrir menn. 

Gevið gætur at testosteron-misbrúk kann hava varandi mein og oyðileggja sáðframleiðsluna í steinunum og evnini í kroppinum at framleiða mannliga kynshormonið. Fyri børn og ung er tað serliga longdarvøksturin, ið kann ávirkast, um viðgerðin ikki verður givin sera varliga.

Uppfylging

Eftirlit við viðgerðini 
Tað er í blóðinum, at hormonini verða mátað og viðgerðin verður eftirmett. Fært tí heilivágin í innspræning verða mátingar gjørdar undan, at heilivágurin verður givin í vøddan. Hevur tú fingið heilivágin í longri tíð, er ikki neyðugt máta so ofta, helst bert 18. hvønn mánaða.

Fært tú heilivágin í dagligum kremi (gelé), tá verður blóðroyndin tikin á morgni 4 tímar eftir at heilivágurin er smurdur á. 
Testosteronviðgerð fyri testosterontrot varir oftast alt lívið.  

Hvussu skal heilivágurin goymast
Heilivágur eigur altíð at goymast væl, so børn ikki koma at honum. Omanfyrinevndi heilivágur eigur at goymast í stovuhita. 

Uttanlandsferðir
Tað hendir seg, at neyðugt er at broyta heilivág, tá farið verður at ferðast í longri tíðarskeið. Tað er fyri at gera tað so lætt sum møguligt hjá honum, ið ferðast skal. Slíkar avgerðir verða gjørdar í felag saman við lækna í góðari tíð undan fráferð. Tað er ikki neyðugt við “medisinpassi”, men stundum er gott við enskum brævi um heilivágin.

Týtt og tillagað úr donskum: Testosteron (rigshospitalet.dk)

Samband

Deild

Steno Miðstøðin
J. C. Svabosgøta 41-49
Útistova
FO-100 Tórshavn

Vitjanartíð

Læknaskrivari kl. 10.30 - 12.30
tlf. 30 46 40
Sjúkrarøktarfrøðingur mán. & mik.-frí. kl. 13.00 - 15.00
tlf. 30 46 47

Leiðandi starvsfólk

Herborg L. Johannesen, funktiónsleiðari, serlækni í endokrinologi
Maria Skaalum Petersen, fyrisitingarligur granskingarleiðari, prof.
Jóhanna Andreassen, funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur
Heidi á Høvdanum Andreasen, leiðandi læknaskrivari
Barbara á Rógvi, leiðslufulltrúi og samskipari, steno@ls.fo
Rókur V. Nilssen, leiðslu- og fíggjarfulltrúi
Jan Rasmussen, depilsleiðari, serlækni

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós