Føðing
Føðitilboðini á Landssjúkrahúsinum eru:
- Føðing og innlegging á Barnakonueindini
- Ambulant føðing
- Heimaføðing
Tekin um byrjandi føðing
Ein føðing er eitt samanspæl ímillum teg, barnið og verkir.
Føðingin byrjar vanliga umleið á termin. Normala føðingin kann byrja heilt frá trimum vikum áðrenn og upp til tvær vikur eftir, at tú hevur havt termin, tvs. frá 37+0 til 42+0.
Slímproppur og teknbløðing
Hjá summum kann tað koma meira slím og útflot móti termin. Slímproppurin kann fara dagar ella vikur áðrenn føðingina. Summar kunnu merkja ein týðuligan slímpropp fara, og hjá øðrum er tað meira vatnutt útflot í nakrar dagar.
Onkuntíð sæst, at slímið er blóðblandað. Hetta er púra vanligt og eitt tekin um, at lívmóðirhálsurin er byrjaður at styttast, og kanska er lívmóðirmunnurin byrjaður at lata seg upp. Slímproppur og teknbløðing nýtist tó ikki at merkja, at føðingin er byrjað, men er meira eitt tekin um, at kroppurin ger seg tilreiðar.
Byrjar tú harafturímóti at bløða, sum tá ið tú hevur eina sterka menstruatión, eigur tú at ringja til vakthavandi ljósmóður.
Vatnið fer
Barnið liggur í fosturvatni í fosturhinnunum. Føðingin kann byrja við, at hol kemur á hinnurnar. Vatnið kann seyra spakuliga, og tá kanst tú verða í iva um, um hetta er útflot ella land. Vatnið kann eisini fara í eini stórari skolu, og tá er ivin minni.
Fosturvatnið hevur eyðkendan lukt. Fosturvatnið eigur at vera gjøgnumskygt/klárt. Av og á sæst grønt fosturvatn, og tað er eitt tekin upp á, at barnið hevur havt opning inni í móðurlívi.
Er tú í iva, um vatnið er farið, kanst tú lata teg í eitt bind, bíða 1 tíma, og síðani kanna aftur, um bindið er vátt. Er bindið tungt í vætu, er vatnið allarhelst farið.
Er fosturvatnið farið, eigur tú at ringja til vakthavandi ljósmóður.
Verkir
Verkir eru tá vøddarnir í lívmóðurini kreppa seg saman. Vøddarnir hvíla seg síðan aftur, og soleiðis eru verkir ein bylgja av vøddakrepping, ið kemur og fer. Tað besta tú kanst gera, tá ið tú fært verkir, er at spenna av í kroppinum og varðveita ein róligan andadrátt.
Endamálið við verkunum er at fáa lívmóðurhálsin burtur og at fáa lívmóðurmunnin at víðkast. Samstundis verður barnið spakuliga trýst longur niður í kokuna. Ofta byrjar ein føðing við, at verkirnir eru óregluligir, bæði hvussu leingi teir vara og hvussu sterkir teir eru. Hetta er byrjanin í føðingini. Hendan fasan kann verða troyttandi, tí tú ikki rættiliga fært sovið, og tú heldur ikki ert í aktivari føðing. Tí er týdningarmikið at HVÍLA so nógv sum gjørligt og ikki hugsa ov nógv um, hvussu nógvar verkir, tú hevur.
Friður, hvíld og tryggleiki eru bestu umstøður fyri, at tú fært eina góða byrjan uppá føðingina. Tá tú ert í byrjandi føðing, kunnu verkirnir vera stuttir. Tú kanst hava smáverkir í nakrar dagar, sum ofta minna um menstruatiónspínu. So leingi tú kennir teg trygga heima, er tað aloftast best at bíða heima – uttan so at ljósmóðirin mælir tær til at koma á deildina til kanningar.
Vanliga verður viðmælt at ringja á deildina, tá ið tú hevur regluligar verkir, sum vara umleið 1 minutt, og tað eru umleið 5 minuttir ímillum verkirnar.
Byrjandi føðing
Fyri tær flestu fer fyrsti parturin av føðingini fram í heiminum. Tað ber ikki til at siga frammanundan, hvussu longi byrjanin av føðingini fer at vara.
Hjá nógvum byrjar føðingin við menstruatiónslíknandi pínu. Pínan situr framman ella í lendunum. Í byrjanini av føðingini kann tað vera trupult at kenna mun á plukkverkum og verkum.
Verkirnir eru ofta óregluligir og stuttir. Tað kann koma steðgur í nakrar tímar, og teir kunna fara heilt burtur. Teir kunna eisini vera títtir og sterkir, men ikki serliga langir (20-40 sek).
Er hetta fyrsta føðingin hjá tær, kunnu tað vera nógvir tímar og eisini dagar, áðrenn tú kemur rættiliga í føðing. Tí er týdningarmikið, at tú roynir at hvíla teg og at tú samlar tær orku til seinni.
Tað er best at vera heima, ímeðan tú ert í byrjandi føðing, tí at tú hevur betri møguleika fyri at fáa tíðina at ganga og at hvíla teg.
Kanningar vísa, at tær kvinnur, sum koma inn á sjúkrahús ov tíðliga hava longri føðingar og fáa oftari dropp til at skunda undir verkirnar.
Hvat kann eg gera heima?
Best er at hvíla seg so nógv sum gjørligt – serliga um verkirnir byrja um náttina.
Tá ið tú ert í føðing, hevur tú tørv á so nógvari orku sum gjørligt. Tí er umráðandi, at tú roynir at eta og drekka, meðan tú orkar. Jú longri í føðingini tú ert, tess minni hevur tú hug til at eta.
Tað er gott at hugsa um okkurt annað, so tíðin gongur skjótari. Hygg eftir filmi, lurta eftir góðum tónleiki, fá tær ein blund, soleiðis at hesin parturin av føðingini ikki kennist so langur.
Um tú gerst spent í kroppinum, ella kennir teg strongda av støðuni, kann tað hava neiliga ávirkan á evnini hjá kroppinum at gera verkir.
Góð ráð at gera heima:
- Hav eina hitapútu/hitadunk á lendunum ella framman á búkinum. Hiti er pínulinnandi. Fær undir brúsuna ella baðikar.
- Hav róligan andadrátt. Andadrátturin kann fáa kroppin at spenna av. Tú andar djúpt við at anda inn gjøgnum nøsina, allan vegin niður í búkin. Halt ein stuttan støðg, har tú heldur ondini, áðrenn tú spakuliga andar út ígjøgnum munnin. Makin kann hjálpa tær við at halda stevinum.
- Makin/føðihjálparin hjá tær kann geva tær milda lendamýkjan.
- Ikki taka tíð av verkunum, fyrr enn teir kennast regluligir og sterkir.
Vit vilja fegin, at tit seta tykkum í samband við okkum, um tit eru ótrygg heima, so vit kunna stuðla tykkum í støðuni.
Hvat skal eg hava við?
- Leys, behagilig klæði til áðrenn og eftir føðingina.
- Okkurt lætt og leskiligt at eta og drekka.
- Inniskógvar.
- Ein kodda, so tú svevur væl og eisini kanst nýta til bróstagevingina.
- Tannbust og toilettlutir.
- Klæði og húgvu til barnið at ferðast heim í og eitt teppi ella dýnu til at balla barnið við, tá tit skulu út.
- Bilstól í bilinum til barnið, tá tit skulu heim.
Á deildini eru handkløð, skjúrtur, bind, trussur, blæur til móðir og barn, einnýtislappar umframt klæði til barnið, ímeðan tit eru innløgd.
Hvat ger ljósmóðirin, tá eg komi á Barnakonueindina?
Tá ið tú kemur á deildina, verða tit boðin vælkomin av eini ljósmóður. Ljósmóðirin kannar búkin eins og tú ert von við frá viðtaluni. Hon lurtar eftir hjartaljóðinum á barninum og koyrir eitt CTG (cardio-toco-grafi = hjarta-verk-ritmynd), ið er eitt útprent, ið vísir hjartaslátturin hjá barninum í samband við verkirnar.
Eru verkirnir sterkir ella regluligir, kannar ljósmóðirin teg í neðra at vita, um lívmóðirhálsurin er burtur og um lívmóðirmunnurin hevur opnað seg.
Verður ”mín” ljósmóðir har, tá eg skal eiga?
Ljósmøður arbeiða í vaktum, og onkuntíð eydnast tað, at viðtaluljósmóðirin hevur vakt, tá ið tú fært verkir. Hetta er tó eingin trygd fyri, at tað verður júst hon, ið verður har, tá ið tú skalt eiga, tá eingin veit, hvussu leingi føðingin kemur at vara.
Hevur tú serlig ynski til føðingina, kann viðtaluljósmóðirin skriva hesi í tína journal. Sig tað við ljósmóðurina undir føðing, at tú hevur serlig ynski til føðingina. Tú ert eisini vælkomin at skriva tær ynski niður á eitt pappír og hava hetta við tær, tá ið tú kemur á deildina.
Lesandi við á stovuni?
Landssjúkrahúsið er eitt undirvísningarsjúkrahús, og sum barnakona kanst tú onkuntíð fáa ein fyrispurning frá lækna- ella sjúkrarøktarfrøðilesandi, um tey kunna vera við í viðtaluni ella føðingini. Ljósmøðralesandi kunnu taka lut í føðingini.
Nær skal eg ringja á Barnakonueindina?
Ring 304500 og spyr eftir vakthavandi ljósmóður, tá ið tú hevur regluligar verkir, um vatnið fer, ella tú bløðir, sum tá ið tú hevur eina sterka menstruatión.
Viðhvørt ber ikki til ígjøgnum telefon at avgera, hvussu langt tú ert komin í føðing. Í hesum førunum bjóða vit tykkum inn á deildina til eina meting.
Um tað er so, at tú ikki ert komin so langt, og tit eru trygg við tað, kunna tit fara heim at bíða eftir betri verkum.
Meta vit, at føðingin er nær, verða tit verandi á Barnakonueindini og vera víst inn á eina føðistovu.
Tit eru altíð vælkomin at ringja og fáa góð ráð, ella um tú ella maki tín kenna tykkum ótrygg har heima.
Føðingin er nú í gongd
Føðingin er ein tilgongd, har verkirnir byggja seg upp og gerast sterkari so við og við, samstundis sum at høvdið á barninum kemur longur niður í kokuna. Føðingin verður deild upp í ymsar fasur, men tú merkir vanliga ikki fasurnar, tí tað er eitt glíðandi skifti.
Broytingin í neðra hevur við sær, at lívmóðurhálsurin styttist, og lívmóðurmunnurin letur seg upp til 10 cm. Høvdið á barninum flytir seg niður ígjøgnum kokuna og til seinast út ígjøgnum skeiðina.
Vevnaður og vøddar skulu hava góða tíð til at geva seg, samstundis sum at høvdið á barninum skal forma seg soleiðis, at tað passar niður ígjøgnum kokuna.
Aktiv føðing
Føðingin er komin rættiliga í gongd, tá lívmóðurhálsurin er heilt burtur, og lívmóðurmunnurin er 5 cm opin. Fyri tær flestu er hendan fasan veruliga byrjanin uppá føðingina. Lívmóðurmunnurin letur seg meir og meir upp. Verkirnir gerast sterkari og longri. Teir koma regluliga, og vanliga vara teir yvir 1 minutt og tað er minni enn 4-5 minuttir ímillum teir (frá at ein verkur byrjar til tann næsti byrjar).
Tær flestu halda nú verkirnar vera sterkar og pínufullar. Verkirnir krevja tína hugsavnan, og støðgirnir verða nýttir til avspenning, áðrenn næsti verkurin kemur. Øll orkan tú hevur, verður nú brúkt uppá føðingina.
Um tú ikki longu ert komin inn á Barnakonueindina, kanst tú seta teg í samband við vakthavandi ljósmóður. Skalt tú eiga heima, eigur tú eisini at boða frá nú.
Eins og í byrjanini av føðingini, er umráðandi, at tú kennir teg trygga og at tú megnar at spenna av, so at kroppurin kann arbeiða í frið og lata seg upp. Rørsla er gott og skynsamt, tí tað skundar undir at barnið fer niður ígjøgnum kokuna. Tá tit eru komin inn á Barnakonueindina, er ljósmóðirin um tykkum fyri at vegleiða og stuðla.
Tað er torført at seta tíð á, hvussu skjótt lívmóðurmunnurin letur seg upp, tí hann kann lata seg upp í rykkjum. Hjá summum letur lívmóðurmunnurin seg skjótt upp, og hjá øðrum tekur tað longri tíð. Vit kanna tí ikki so ofta innan, men lata nakrar tímar vera ímillum. Tá lívmóðurmunnurin er opin 10 cm, er tú heilt opin. Tá kann tað vera ein løtu, har tú hevur latið teg heilt upp til høvdið á barninum er á kokubotninum.
Tá tú skalt trýsta
Tá høvdið á barninum er komið á kokubotnin, kemur pressutrongdin oftast av sær sjálvum. Tað kennist júst sum, tá tú skalt kukka. Kroppurin veit hvat hann skal gera, og tú fært ein hug at trýsta, sum er trupul at standa ímóti. Tí verður tú oftast vegleidd í at fylgja kroppinum og teimum teknunum hann gevur. Um tað er neyðugt, hjálpur ljósmóðirin tær við at finna ein góðan hátt at trýsta við. Tað er strævið arbeiði at trýsta, men tað eru steðgir millum verkirnar. Tá er gott at hvíla og løða, fáa stuðul og okkurt at drekka. Tað er skilagott at skifta støðu av og á í pressufasuni. Ljósmóðirin vegleiðir teg í hesum.
Ljósmóðirin lurtar oftari eftir hjartaljóðinum, tá tú ert byrjað at trýsta. Tað er ymiskt, hvussu longi tú skal trýsta, áðrenn barnið er føtt. Tað kann vera frá 5 minuttum til 2 tímar. Beint áðrenn høvdið er føtt, verður tú vegleidd í annaðhvørt at tiva og trýsta, so høvdið kann koma varliga út. Tað er vanligt, at ljósmóðirin leggur ein heitan lappa á og hjálpir hetta um útspílandi kensluna í undirlívinum. Ljósmóðirin heldur eisini ímóti fyri at forða størri rivum.
Tá barnið er føtt
Tá høvdið á barninum er um at verða føtt, vísir ljósmóðirin tær, hvussu tú skalt tiva teir síðstu verkirnar. Hetta er við til at tryggja, at høvdið kemur róliga og varliga út. Barnið verður lagt upp á bringuna hjá tær, har tað er heitt og fjálgt, og har barnið kann hoyra hjartaslátturin. Hjartaslátturin, sum barnið er vant til at hoyra. Tað fyrsta húð-móti-húð-sambandið er týdningarmikið, serliga í samband við tilknýti og bróstageving. Tí verður viðmælt, at barnið liggur húð móti húð fyrstu tímarnar og so ofta sum gjørligt fyrstu dagarnar.
Eitt nýføtt barn er sjáldan ljósareytt alt fyri eitt. Tað kann vera blátt og grætur ikki altíð beinanvegin. Skiftið frá at koma úr lívmóðurini og út til lívið uttanfyri lívmóðurina kann taka nakrar minuttir. Ljósmóðirin er allatíðina um tykkum fyri at tryggja, at barnið hevur tað gott.
Sein avnalving verður gjørd, so at barnið fær so nógv blóð sum gjørligt við sær úr móðurkakuni. Ljósmóðurin setur klemmur á nalvastrongin á barninum, meðan tað liggur hjá mammuni. Síðani kann pápin klippa nalvastrongin, um hann hevur hug.
Tað er ymiskt, hvussu tit kenna tað, tá barnið er føtt. Summi uppliva ein hóp av kenslum í einum og summi gráta. Tað er á sama hátt púra vanligt at kenna seg eitt sindur skelkaðan og at hava tørv á at “lenda” eftir mongu tímarnar við tógvum stríði. Verið ikki kedd, um tit ikki merkja ein stóran og treytaleysan kærleika fyri barninum beinavegin – tað kemur við tíðini og fyri nøkur kann tað taka vikur, áðrenn ein rættiliga kennir rættiligt tilknýti til barnið.
Eftirburður
Eftirburðurin kemur vanliga stutt aftaná, at barnið er føtt. Lívmóðirin kreppir seg saman aftur og harvið losnar móðurkakan. Tað kennist sum ein heitur stórur klumpur, og tað kann svíða og spenna eitt sindur, tá hon glíður úr skeiðini. Fyri tær flestu kenst ein lætti, tá eftirburðurin er komin.
Tað kann koma fyri, at móðurkakan ikki losnar av sær sjálvum, og tá kann verða neyðugt at taka móðurkuna úr á skurðstovu, har tú fært betri doyving.
Til ber at síggja eftirburðin og taka mynd av honum.
Makin
Sum maki hevur tú stóran týdning undir føðing. Við tínum stuðli kanst tú tryggja, at føðingin gerst betur. Undir føðing kanst tú t.d. hjálpa við hesum:
- Mýkja
- Hjálpa við andadrátti
- Sissa og eggja
- Hjálpa upp úr songini og á vesið
- Bjóða eta og drekka
Liðleiðarin
Tú kanst royna at hugsa teg sjálvan sum liðleiðara ella venjara. Í løtum kann tann føðandi vera uppgevandi, tá hon gerst móð. Stuðla tá við rósandi orðum, so hon fær eina trúgv á seg sjálva. Eggja og koyr á hana, so hon kann koma ígjøgnum føðingina. Hon hevur tørv á at hoyra, at hon er røsk.
Tit kunnu umhugsa at hava ein fylgjara aftrat. Tað kann vera ein vinkona, systur ella mamma. Týdningarmikið er at hava hjálparar við, sum duga at stuðla og vísa umsorgan undir føðingini, sum kann vera rættiliga strævin. Tó er umráðandi at minnast til, at tú eigur størsta lut í føðingini.
Ver tolin
Ein føðing kann taka nógvar tímar. Er hetta fyrsta barni, er tað vanligt, at føðingin kann vara meira enn eitt samdøgur.
Tað er ikki so týdningarmikið at taka tíð í byrjanini.Tað er í lagi at taka tíð á verkunum, men legg eisini telefon og klokku burtur har heima og ver í nú’inum.
Í byrjanini er tann føðandi ofta meira nærverandi, men tá verkirnir gerast títtari og regluligari, gerst hon meira upptikin av verkunum og minni tilstaðar. Hon kann eisini fara at geva meira ljóð frá sær, tá hon hevur ein verk. Jú meira frið, ró og tol tú vísir henni, tess meira trygg og róligari gerst hon.
Tak ein steðg
Minst til at taka nakrar steðgir á vegnum. Ein steðgur kann geva tær eitt sindur meira orku.
Tá ein er á føðistovuni í nógvar tímar, kan huglagið gerast spent og tímarnir kunnu tykjast langir. Tí er umráðandi at fáa fríska luft, fáa sær ein kaffimunn á gongini, fara eftir saft. Nógvir makar hava hug at gloyma seg sjálvar í hesum, tí teir eru so upptiknir av at hjálpa tí føðandi. Hóast tann føðandi ikki hevur hug at eta, so er týdningarmikið, at tú etur av og á. Fyri at verða ein góður stuðul er eisini umráðandi, at tú hevur tað gott.
Ábyrgdarkensla og ótti
Tað er vanligt at vera stúrin í vikunum undan føðingini. Hugsanir sum t.d. um tú verður heima, tá føðingin fer í gongd og um tit náa inn á sjúkrahúsið kunnu koma fyri. Kanska hugsar tú eisini um, hvør tín leiklutur verður í føðingini.
Fyri summar makar kann tað vera gott at fáa ítøkiliga leiðbeining. Fyri aðrar kann tað vekja órógv og teir kunnu ivast, um teir gera tað nóg gott. Summir seta sítt álit á ljósmóðurina, at hon skal stuðla og geva teimum ráð til, hvussu ein kann hjálpa.
Minst tó til, at tú ert umráðandi í føðingini. Tú kennir maka tín best, og tí ert tú ein stórur stuðul fyri hana. Tú kanst møguliga kenna teg maktarsleysan, og hóast tú í løtum ikki fært gjørt tað stóra, so hevur hjávera tín allarstørsta týdningin.
Ljósmóðirin er eisini ein stuðul fyri teg – og ikki bara ta føðandi. Tosa við ljósmóðurina, um tú hevur væntanir, stúranir og spurningar til føðingina.
At lurta hjartaljóð
At lurta hjartaljóðið á barninum kann gerast við at lurta við træstetoskopi, eini doptonu ella við einum CTG-tóli.
Undir føðing
Undir føðingini lurtar ljósmóðirin hjartaljóð á barninum. Hetta kann hon gera við at lurta ígjøgnum búkin við einum træstetoskopi ella eini doptonu. Um tað er neyðugt, kunnu vit ansa eftir hjartaljóðinum á barninum við CTG-tólinum, so vit hava eftirlit við tí í longri tíð og meira støðugt gjøgnum føðingina.
Tað kunnu vera viðurskifti, sum ávirka hjartaljóðið á barninum. T.d. um barnið svevur, um tú hevur fingið heilivág, um tú hevur fepur, ella um fosturvatnið er farið í nógvar tímar.
Tól
Træstetoskop
Eitt træstetoskop er eitt avlangt trærør við holi í. Ljósmóðirin nýtir træstetoskopið til at lurta eftir hjartaljóðinum og telur, um hjartaljóðið er regluligt og normalt.
Doptona
Ein doptona er eitt tól, sum við ultraljóði fangar hjartaslátturin á barninum.
CTG
CTG (cardio-toco-grafi = hjarta-verk-ritmynd) er eitt útprent, ið vísir hjartaslátturin hjá barninum og verkir. Áðrenn kanningina fært tú tvey belti um búkin við tveimum málitólum, sum máta hjartaljóðið á barninum og verkirnar. Tú verður eisini biðin um at trýsta á ein knapp, tá tú merkir lív.
Ovara ritmyndin á skýggjanum vísir hjartaljóðið. Hjartaljóðið á barninum broytist allatíðina, men liggur oftast millum 110 og 150. Tá barnið flytir seg, fer pulsurin upp.
Niðara ritmyndin vísir verkirnar – her síggjast tríggir verkir í 20 minuttir. Her sæst, hvussu longi verkirnir vara og hvussu títtir teir koma, men tað vísir ikki sjálva styrkina.
CTG-ritmyndin verður nýtt av ljósmøðrum og læknum til at meta um, hvussu barnið hevur tað. Kanningin kann vísa, hvussu barnið ávirkast av verkunum.
Hvørki tú ella barnið fáa skaða av CTG-kanningini.
Hjartaljóðið á barninum kann eisini mátast við einum innvortis málara. Ljósmóðirin setur eina lítla spiralelektrodu fasta á høvdið á barninum, sum harvið skrásetur hjartaljóðið. Hetta verður vanliga nýtt undir føðing.
Tá fosturvatnið er grønt
Tá fosturvatnið er farið, verður liturin á fosturvatninum eygleiddur. Hevur barnið kukkað, so er fosturvatnið grønt. Tað kann vera tekin um, at barnið er strongt, og tá hava vit størri eftirlit við hjartaljóðinum á barninum.
Pínulinnandi
Ikki-medisinskt pínulinnandi
- Andadráttur og avspenning
- Rørsla, hiti og massasja
- Vatn
- Akupunktur og akupressur
- Steriltvatnspaplar
Andadráttur og avspenning
Andadrátturin undir føðingini er týdningarmikil, bæði har heima og tá tú ert komin inn á sjúkrahúsið. Tað er altíð gott við einum róligum andadrátti. Ein góður andadráttur tryggjar, at blóðið fær nóg mikið av súrevni. Fyri nógvar er andadrátturin ein hjálp í sær sjálvum til avspenning og at hugsavna seg. Ljósmóðirin hjálpir tær við andadráttinum undir føðingini, men tað er eisini gott at venja andadráttin og avspenning í viðgongutíðini.
- Andadráttur: Tú kanst venja hetta frammanundan við at anda sakta inn ígjøgnum nøsina, heilt niður í búkin. Halt ondini eina løtu og blás so spakuliga út aftur. Gev tær far um hvussu tú við andadráttinum flytir uppmerksemi niður í kroppin, heilt niður til barnið.
- Avspenning: Tað er gott at spenna av í kroppinum og hvíla, bæði undir verkinum og í steðginum, har tú samlar orku. Ligg still í 10-15 minuttir. Ger teg tunga og losna. Hugsa um kroppin og gev gætur um hvørt einasta stað í kroppinum. Far ígjøgnum kroppin og sig innantanna: ”føturnar, øklarnir, tjúkkarnir, knøini, lørini, rumpan, lendarnir, ryggurin, búkurin, bringan, akslarnir, hendurnar, undirarmarnir, yvirarmarnir, hálsurin, andlitið, høvdið”. Merk allan kroppin í senn. Óansæð hvussu tað kennist, um tað kann vera fjáltur, møði, pína, halt tó áfram. Halt áfram við at merkja kroppin og ligg still. Fara tankarnir at reika, vend so aftur til at hugsavna teg um at merkja kroppin, umaftur og umaftur.
Andadráttur
Tú hjálpir tær sjálvari á bestan hátt við at vera tilvitað um andadráttin, tá tú hevur ein verk. Á henda hátt fært tú størri tamarhald á verkum tínum, og tú megnar betur at arbeiða við verkunum. Tá verkurin byrjar, andar tú sakta inn ígjøgnum nøsina. Djúpt niður í búkin, og síðani andar tú spakuliga og longi út. Jú ógvusligari verkirnir gerast, jú meira trýst skalt tú hava á, tá tú andar út.
Síðst í føðingini kann tað vera, at ljósmóðurin vegleiðir teg í øðrum andadrátti – nevniliga at tiva. Tað gert tú við at hava grunnan og skjótan andadrátt soleiðis, at luftin ikki kemur djúpt niður í búkin. Hesin andadrátturin kann verða nýttur, um tú hevur pressutrongd í so tíðliga, áðrenn høvdið á barninum er komið nóg langt niður í kokuna. Annars verður tað mest nýtt í pressufasuni, tá tú hevur teir seinastu pressuverkirnar.
Avspenning
At spenna av kann eisini vera styrkt av at lurta eftir tónleiki, sum ávirkar huglagið. Tónleikur hevur sissandi ávirkan, og soleiðis kann tað minka um útlát av stresshormonum. Uggandi tónleikur kann hava við sær, at tú kanst savna teg um verkirnar og flyta fokus frá sjálvari pínuni. Á føðistovunum hava vit hátalarar, so hav endiliga telefonina við, so tit kunnu seta tónleik tykkum dámar frá.
Rørsla, hiti og massasja
Rørsla
At verða aktiv undir føðingini er altíð gott. Verkirnir kennast minni pínufullir, tá tú flytir teg. Summar føðandi merkja, at pínan minkar, tá ið tær standa uppi og hava kokuna leysa og smidliga. Tað er eitt gott hugskot at skifta støðu við jøvnum millumbili sum t.d. at skifta ímillum at standa, ganga, sita niðri, liggja á liðini og liggja í knæ-alboga-legu. Rørsla hjálpir eisini til at geva betri pláss til barnið í kokuni og kann á tann hátt vera við til at skunda undir føðingina. Á føðistovunum hava vit útgerð so sum pilatesbóltar, fimleikamáttu, sekkjastól o.a., sum hjálpir tær til at røra teg gjøgnum føðingina.
Hitapúta
Ein hitapúta á lendarnar ella framman yvir kynsbeininum kann vera fjálgt og pínustillandi fyri flestu føðandi. Tað kann nýtast tíðliga í føðingini har heima og tá føðingin er væl áligin, eisini á sjúkrahúsinum. Hitin gevur ein linnandi og avspennandi virknað á vøddarnar.
Massasja
- Massasja hevur avspennandi og pínulinnandi ávirkan
- Massasja gevur góða samveru og gott samband millum teg og tann, sum masserar teg
- Massasja hevur ongi hjáárin
Massasja hjálpir, er lætt og øll kunnu nýta massasju undir føðingini. Tær føðandi, sum hava tørv á at hugsavna seg og sum órógvast av, at onkur nemur við tær, hava tó ikki altíð gagn av massasjuni.
Tað kann vera ljósmóðirin ella makin, sum masserar teg. Summar kvinnur hava gagn av at vera kelaðar varliga, og summar hava tørv á sterkari lendamassasju. Tann føðandi finnur so líðandi útav, hvat riggar best fyri hana. Tað kann saktans venjast frammanundan, so tit merkja, hvat riggar væl fyri tykkum.
At verða nortin við og at fáa massasju økir um mongdina av kærleikshormoninum oxytocin. Oxytocin er eitt hormon, sum fær okkum at kenna vælveru og tryggleika. Tað er eisini hetta hormonið, sum gevur verkir undir føðingini. Tí kann eitt klemm, at verða kelað og ein góð massasja hjálpa verkunum til at gerast meira munagóðir og gera tað, at tú kennir teg væl og tryggan.
Hvør kann nýta massaju?
Allar føðandi kunnu nýta massasju. Onkrar halda í løtum, at tað kann vera órógvandi, men tørvurin kann broytast undir føðingini, so roynið tykkum fram.
Hvussu gera tit?
Makin ella ljósmóðirin kunnu massera. Til ber ikki at siga frammanundan hvør háttur er best. Roynið tykkum fram heima, tá teir fyrstu verkirnir koma, bæði við massasju við tummilinum, sum flyta seg runt, ella við eini flatari hond og føstum trýsti.
Hvat ger tað við verkirnar, tá tú verður masserað?
At verða kela og fáa massasju økir um hormonið oxytocin. Oxytocin er eitt hormon, sum fær okkum merkja tryggleika og vælveru. Massasjan hjálpir tí eisini verkunum at gerast virknari og hjálpir kvinnuni við at føla meira tryggleika. Serliga nerting við brøstvortuna er verkjastimbrandi og hetta kann kvinnan sjálv gera ella makin.
Vatn
- Vatn hevur avspennandi, sissandi og pínulinnandi ávirkan
- Vatn gevur eitt milt og bleytt andtrýst móti verkunum
- Vatn ger, at verkirnir kennast styttri
Hvør kann nýta vatn sum pínustillandi?
Í høvuðsheitum kunnu allar føðandi fara í heitt bað. Er tað neyðugt, at vit hava størri eftirlit við tær ella barnið tínum, sum t.d. um fosturvatnið er grønt ella um tú hevur ov høgt blóðtrýst, er tað ikki altíð hóskandi at nýta vatn sum pínulinnandi.
Hvussu verður tað nýtt?
Tú kanst velja ímillum at fara undir brúsu ella at fara í baðikar. Vatnið skal vera 36-37 °C heitt. Er vatnið heitari enn tað, kann hetta ávirka barnið. Er vatnið ov heitt, kann tað eisini vera óhugaligt fyri teg, og kann tað hava við sær, at tú ikki orkar at vera í karinum so longi, sum tú annars kundi havt gleði av. Í byrjanini av føðingini, tá verkirnir enn ikki eru so sterkir, kann tað vera gott at standa undir heitu brúsuni og skola sær har, sum pínan situr. Seinni kann tað verða avspennandi at koma í baðikar. Meðan tú ert í karinum, kanst tú fáa aðrar hættir av pínulinnandi saman við, sum t.d. steriltvatnspaplar.
Hvussu væl riggar vatn?
Vatnið gevur eitt milt og javnt móttrýst móti verkunum. Ongin føðandi fær fullkomna pínulinnan í vatninum, men tær kenna, at tað kann vera lættari at koma ígjøgnum verkirnar.
Eru nøkur hjáárin?
Nei, um vatnið ikki gerst heitari enn 36-37 °C, eru ongin hjáárin fyri hvørki teg ella barnið.
Akupunktur og akupressur
Akupunktur er ein gamal kinesiskur viðgerðarháttur, og kann hann nýtast í allari føðingini. Tað er avspennandi og pínulinnandi og kann eisini hava ein sløvandi virknað, so tað gerst lættari at hvíla millum verkirnar. Akupunktur tekur ikki alla verkpínuna, men kann taka ”toppin” av verkunum. Akupunktur riggar ikki eins væl á øllum føðandi. Akupunktur kann harafturat verða nýtt til at vaksa um verkirnar, um føðingin verður sett í gongd, ella um tú skalt hava hjálp til at føða eftirburðin.
Hvussu verður akupunktur nýtt?
Tað eru heilt tunnar nálir, sum verða settar í ymisk akupunkturstøð á kroppinum. Gjøgnum hesi akupunkturstøð, verða orkuleiðirnar í kroppinum stimbraðar og harvið kann pínuuppfatanin broytast. Tú fært vanliga ikki ilt, tá tær verða settar í. Tú kennir eitt lítið prik og eina lítla surran í húðini. Akupunktur riggar eftir nøkrum minuttum. Tað er best, um nálirnar sita í eini 20-30 minuttir. Summar nálir kunnu verða sitandi ígjøgnum alla føðingina, men tær kunnu eisini altíð verða tiknar úr, um tær órógva. Akupunktur kann verða givið saman við øðrum pínustillandi, sum t.d. baðikari. Tað eru ongi hjáárin fyri teg ella fyri barn títt.
Akupressur
Akupressur kann eisini verða nýtt í staðin fyri akupunktur, serliga um einum ikki dámar nálir. Tá verður trýst á tey støðini, har vit annars vildu sett nálirnar. Akupressur kann gevast av ljósmóðurini, men eisini av makanum og harvið fær ein eisini massasju samstundis.
Eru nøkur hjáárin?
Nei, eingi hjáarin eru við akupunktur ella akupressur.
Steriltvatnspaplar
Steriltvatnspaplar er sterilt vatn, sum verður sprænt inn beint undir húðina við lítlari nál. Vanliga verður hetta lagt í lendarnar ella yvir kynsbeinið. Tað er pínufult at fáa sprænt inn. Tað svíður í nøkur sekund, og so er tann pínan burtur. Tað eru ongi hjáárin av steriltvatnspaplum - burtursæð frá, at tað er óhugaligt, tá tað verður sprænt inn.
Paplarnir hava við sær, at kroppurin sleppur nattúrligum pínulinnandi hormonum leysum í kroppinum. Allar føðandi kunnu velja hendan pínulinnandi háttin. Meira enn helvtin av teimum føðandi, sum fáa steriltvatnspaplar, hava góðan virknað av teimum. Teir rigga vanliga í uml. ein tíma og kunnu verða givnir aftur og aftur.
Medisinskt pínulinnandi
- Sovipakkar og morfin
- Láturgass
- Epidural
- Pudendus
- Lokaldoyvandi
Tá føðingin byrjar:
Lítil sovipakki
Summar føðandi hava tørv á pínulinnandi, áðrenn aktivi parturin av føðingini er farin í gongd. Um paracetamol, vatn og hitapútur ikki er nóg mikið, kann ein sovipakki verða neyðugur. Tann lítli sovipakkin inniheldur paracetamol (pínustillandi), zolpidem (sissandi) og morfin (pínustillandi).Tú fært sovipakkan frá eini ljósmóður á Barnakonueindini eftir, at hon hevur kannað teg og hevur staðfest, at tú ikki ert í aktivari føðing.
Tú kanst síðani fara heimaftur, og vónandi kanst tú sova ella hvíla í nakrar tímar til føðingin er meira í gongd. Virknaðurin kemur eftir ½-1 tíma eftir, at tú hevur tikið tablettirnar. Tað eru ongi hjáárin fyri barnið.
Stórur sovipakki
Stóri sovipakkin verður givin teimum, har mett verður, at tann føðandi ikki kann fara heim. Stóri sovipakkin er til tær, sum ikki eru í aktivari føðing, men sum hava tørv á pínulinnandi orsakað av verkpínuni.
Stóri sovipakkin inniheldur paracetamol (pínustillandi), morfin (pínustillandi), zolpidem(sissandi).
Morfin verður givið sum ein innspræning í lærið, meðan hini verða givin sum tablettir. Tú merkir virknaðin eftir eini 15-30 minuttir. Tær flestu fáa hvílt væl ella sovið av hesum. Fært tú stóra sovipakkan, eigur tú at vera á Barnakonueindini næstu 4 tímarnar.
Hjáárin
Morfininnspræning kann hava við sær skriða, vaml og spýggju. Barnið fær eisini ein part av morfininum, og eigur tú stutt aftaná, at tú hevur fingið morfin (innan 3-4 tímar), kann barn títt vera dovið og hava ávirkaðan andadrátt. Tískil hava vit móteitur til barnið, ið steðgar virknaðinum av morfininum.
Undir føðing:
Láturgass
Láturgass er avspennandi og rúsandi. Láturgass skal andast ígjøgnum eina masku. Tað tekur ikki alla pínuna, men kann geva tær ein linna. Tað verður nógv nýtt í síðsta partinum av føðingini, tá lívmóðirmunnurin er uml. 5-6 cm opin. Láturgass er á øllum føðistovunum. Tú skalt bæði anda inn og út í maskuna fyri at sleppa undan ov stórum mongdum av láturgassi á føðistovuni. Láturgass er úti av kroppinum aftur eftir nakrar minuttir. Barnið fær eisini láturgass, men úrskilir tað eins skjótt sum tú.
Hjáárin
Láturgass kann geva lætta høvuðpínu, vaml og eina sløðrandi kenslu. Tað eru ongi hjáárin fyri barnið. Hendan sløðrandi kenslan kann kennast sum góð vælvera fyri summar føðandi og fyri aðrar kemur hetta ikki væl við.
Pudendusblokada
Pudendusblokada er ein lokaldoyving í skeiðini, har niðari parturin verður doyvdur. Blokadan kann verða nýtt til at minka um pínuna í pressufasuni og um barnið skal hjálpast út við einum súgvikoppi. Blokadan verður givin sum ein innspræning. Tað er sjáldsamt at nýta pudendus undir føðing, men er meira vanligt, tá kvinnan skal seymast eftir føðing.
Lokaldoyving í millumhúð
Lokaldoyving minkar um pínukensluna í einum ávísum stað. Harvið minkar pínan, sum kemur, tá ið barnið t.d. trýstur niður móti skeiðsopinum ella um tú skalt seymast eftir føðing. Lokaldoyvingin verður løgd av ljósmóðurini. Ljósmóðirin sprænir heilivágin í vevnaðin ella húðina við eini tunnari sproytu. Tað tekur uml. 1 minutt og doyvingin rínur við eftir 5-10 minuttir. Doyvingin varar í uml. 1-2 tímar. Doyvingin kann gevast bæði áðrenn føðing, tá høvdið á barninum trýstur móti skeiðsopinum, og eftir føðing. Tað er vanligt at leggja lokaldoyving í millumhúðina undir føðing, um ljósmóðirin má klippa í vevnaðin ella um súgvikoppur verður settur á høvdið á barninum.
Skalt tú seymast eftir føðing, er vanligt at nýta lokaldoyving. Eru rivurnar smáar, er ofta nóg mikið við lokaldoyvandi gel. Gel doyvir húð og slímhinnu. Eru vøddar ella millumhúðin skrædnað er vanligt at geva innspræning, tí tað doyvir djúpri í vevnaðinum. Doyvingin hevur við sær, at tú fært ikki eins ilt, men tú merkir, at ljósmóðirin nertur við. Tað eru ongi hjáárin av vanligum mongdum av lokaldoyvandi.
Rivur og seyming eftir føðing
Barnakonur stúra ofta um at skrædna undir føðing, og tað er vanligt, at rivur koma. Tað er tó ymiskt, hvussu álvarsamar rivurnar kunnu vera. Tíbetur er vandin fyri ógvusligum rivum ikki stórur og til ber oftast at fyribyrgja at skrædna ov illa.
Uml. 8 út av 10 kvinnum skrædna í neðra í samband við føðing og hevur hetta við sær, at har skal seymast.
Ljósmøður og føðilæknar eru von við at seyma rivur. Tað verður skrivað í journalina, hvussu rivan er og hvussu tað er seymað aftur. Oftast seymar ljósmóðirin, men onkuntíð er neyðugt, at føðilækni má tilkallast at seyma. Hetta kann oftast gerast á føðistovuni. Tíbetur er tað sjáldan, at fyrstuferðseigandi skrædna illa, og fleiriferðseigandi eru í enn minni vanda fyri størru rivum.
Tá barnið verður føtt, kemur trýst á vevnaðin millum skeiðina og endatarmin (millumhúðin). Hetta trýstið kann hava við sær rivur og skursl í húðina rundanum skeiðina, inni í skeiðini, í kynsvarrunum, í millumhúðini og oman til endatarmin.
At verða seymað
Summar rivur eru so lítlar, at tað ikki er neyðugt at seyma tær. Áðrenn ljósmóðirin ella læknin fer at seyma rivuna, fært tú lokaldoyving. Rivur lekjast vanliga innan tvær til tríggjar vikur. Tráðurin, sum tú verður seymað við, eigur at vera upploystur eini fimm-seks vikur eftir føðing, og kann verða upploystur fyrr. Ger seymingin fortreð, kanst tú fáa eina ljósmóður at hyggja at rivuni, áðrenn tú fert heim.
Nær lekist sárið?
Kroppurin er í viðgongutíðini bygdur til at lekjast skjótari eftir føðing. Immunverjan er sterkari enn vanligt, og tí lekjast sár frá eini rivu ella sár frá keisaraskurði eftir nakrar vikur. Rivur í kynsvarrum ella skeiðini lekjast eftir nøkrum fáum døgum og geva bert eitt sindur av eymleika og sviða fyrstu dagarnar. Tá rivurnar lekjast, kanst tú kenna skriða og at tú ert hovin. Hetta er eitt gott tekin um, at kroppurin lekist.
Bruni í rivuni er sera sjáldsamt (undir 1%). Brunatekin eru: vágur, økjandi pína, hiti og roði. Er illgruni um bruna, skalt tú venda tær til kommunulæknan.
Góð ráð, um tú ert eym í neðra
- Hav eina bleyta pútu at sita á.
- Legg eitt ísbind ímóti vevnaðinum í 20 minuttir (Ger eitt bind vátt, koyr tað í ein plastikposa og legg tað í frystiboksina. Ger tær fleiri í senn, so tú hevur til allan dagin).
- Pínustillandi tablettir, sum t.d. paracetamol.
- Skola tær í neðra, tá tú hevur verið á ves.
- Skift ímillum ymsar støður, tá tú gevur bróst. Leggur tú barnið til í liggjandi støðu, lættir tað um trýstið á kokubotnin og sárið.
- Ger kokubotnavenjingar, eisini um tú ert seymað. (Sí t.d. www.kvindekrop.dk fyri sjónbond við venjingum).
- Tað er vanligt at hava tyngdarkenslu í undirlívinum, tá tú gongur túrar ella ert nógv í gongd. Tú kanst eisini hava torført við at halda uppá luft beint eftir føðing. Alt hetta eigur at batna við tíðini. Tað tekur nakrar mánaðir, áðrenn kokubotnurin gerst nóg sterkur aftur.
Samlega
Tú kanst byrja samlív aftur, tá tú hevur hug til tess. Far varliga fram, so tú ikki fært ilt og nýt t.d. glíðikrem, tí tað er vanligt at kenna seg turran í skeiðini, tá tú gevur bróst. Ert tú klipt ella hevur fingið størri rivu, viðmæla vit at bíðað verður við samlegu til eftir 4 vikur.
Fyrstu tíðina eftir føðing er orkan, tíðin og hugurin til seksuella samveru ofta ikki so stórur, og tað kann vera ein sárbar tíð í samlívi tykkara. Barnið er tað, sum fær mest uppmerksemi. Nógvar kvinnur hava minni hug til samlegu av hormonellum ávum, men har er framvegis tørvur á umsorgan og eymleika. Byrjið har. Latið kærleikan menna seg, til tit bæði eru klár og hava yvirskot at taka næsta stig. Tú kanst gerast við barn, hóast tú ikki hevur fingið menstruatión eftir burðin. Tosa við kommunulækna tín um fyribyrging.
Um tú framvegis hevur pínu í undirlívinum aftaná 6 mðr., eigur tú at fara til lækna.
Planlagdur keisaraskurður
Tað kunnu vera ymsar orsøkir til ein planlagdan keisaraskurð. Tað er altíð ein føðilækni, ið tekur støðu til, um tú eigur at fáa ein planlagdan keisaraskurð.
Áðrenn
Í vikuni áðrenn skurðviðgerðina skalt tú til journalupptøku hjá einum lækna á B3, har blóðroyndir eisini verða tiknar.
Har fært tú eisini útflýggjað tvær tablettir, sum minka um magasýruna. Fyrstu tablettina tekur tú kvøldið fyri skurðviðgerðina, og næstu tablettina tekur tú um morgunin, áðrenn tú kemur á barnakonueindina.
Tú eigur at taka burtur kynshárini tveir dagar áðrenn. Hetta eru tey hárini tú sært, tá tú stendur uppi við samlaðum beinum. Har kunnu vera stubbar upp til 2 mm.
Á skurðdegnum
Minst til at:
-
Tú skalt einki eta 6 tímar undan skurðviðgerðini, tó kanst tú drekka 1-1½ glas av vatni ella saft 2 tímar undan doyvingini
-
Royking: Tú mást ikki roykja 6 tímar fyri skurðviðgerðina, tí hetta økir um slím í andaleiðini
-
Tú kanst busta tenninar um morgunin
-
Tú skalt ikki hava smyrsl, smúkkur ella neglalakk á
Tað er umráðandi, at magin er tómur áðrenn skurðviðgerðina.
Ein ljósmóðir tekur ímóti tykkum á Barnakonueindini um morgunin.
Ljósmóðirin ger teg til reiðar til skurðviðgerðina, har tú fært armband við navni og p-tali. Ljósmóðirin leggur eitt dropp, so saltvatn kann renna inn. Hon leggur eisini katetur í bløðruna. Tað tryggjar, at tú fært pissa, og at lívmóðirin kann kreppa seg saman. Síðani verður tú latin í stuðulssokkar. Tá alt er klárt, verður tú flutt yvir á skurðgongina.
Áðrenn skurðviðgerðina leggur narkosulæknin lokaldoyving í ryggin.
Undir skurðviðgerðini hittir tú:
-
Ein narkosusjúkrarøktarfrøðing og ein narkosulækna, sum leggur ryggdoyvingina. Tey fylgja blóðtrýstinum og pulsinum undir skurðviðgerðini og kunnu geva tær meira heilivág, um tað gerst neyðugt
-
Tveir føðilæknar, sum gera skurðviðgerðina
-
Tveir skurðsjúkrarøktarfrøðingar, sum hjálpa undir skurðviðgerðini
-
Eina ljósmóður, sum tekur sær av tær og nýføðinginum undir og eftir skurðviðgerðini
Skurðviðgerðin
Búkurin verður vaskaður, og sterilt klæði verður lagt á búkin, sum skal forða bakterium at koma í skurðin. Tú og makin síggja og tosa við starvsfólkini, men síggja ikki í sjálvan skurðin.
Tá læknarnir hava skorið niður til búkholuna og lívmóðurina, verður hol sett á fosturhinnurnar, so fosturvatnið rennur út í ein plastlumma. Barnið føðist út gjøgnum lívmóðurina og búkin. Hetta tekur ofta bert nakrar fáar minuttir.
Nalvastrongurin verður kliptur, og ljósmóðirin tekur barnið út á barnaborðið, sum stendur í gongini beint uttanfyri skurðstovuna. Makin er vælkomin við út til barnaborðið. Um barnið hevur tørv á tí tekur barnalækni yvir, og annars er tað ljósmóðirin, sum tekur sær av barninum fyrstu løtuna. Barnið fær K-vitamin, verður turkað og kemur síðani inn til mammuna at liggja. Vit stremba eftir, at barnið kemur húð móti húð skjótast gjørligt. Ert tú illa fyri, kann makin sita við barninum beint við høvdalagið hjá tær.
Eftirburðurin føðist á sama hátt sum barnið, og læknarnir seyma síðani sárið aftur við tráði, sum er sjálvupploysiligur. Skurðviðgerðin tekur uml. ½-1 tíma.
Eftir skurðviðgerðina
Tá skurðviðgerðin er liðug, verður tú flutt á viðrakningarstovu, har tú liggur í tveir-tríggjar tímar til doyvingin er farin úr kroppinum. Ljósmóðirin, makin og nýføðingurin koma við á viðrakningarstovuna. Liggur barnið ikki longu húð móti húð, so verður tað lagt upp til tín, og tú fært hjálp at leggja tað til bróstið. Tá doyvingin er minkað so at tú fært flutt beinini aftur, koma tit aftur á Barnakonueindina. Har fáa tit okkurt at eta og kunnu njóta løtuna saman við nýfødda barninum. Vanliga kemur tú upp at ganga, tá nakrir tímar eru farnir.
Ein keisaraskurður er ein stór skurðviðgerð, so tað tekur ofta longri tíð, áðrenn kroppurin kemur fyri seg. Á deildini verður tú kunnað um tær komplikatiónir, sum kunnu standast av skurðinum og um fasta heilivágin, tú eigur at taka. Tá tú ert komin fyri teg eftir skurðin og bróstagevingin gongur væl, kanst tú koma heim. Hetta tekur vanliga 3-5 dagar.
Møguligir trupulleikar við planløgdum keisaraskurði
Teir flestu keisaraskurðarnir ganga væl, men tað er umráðandi, at tú kennir vansarnar við skurðviðgerðini. Allar skurðviðgerðir og øll sløg av doyving kunnu hava hjáárin, men tað metist trygt at fáa eina ryggdoyving.
-
Hjá uml. 1 % kann ryggdoyvingin elva til eina keðiliga høvuðpínu. Høvuðpínan kemur, tá tú fert upp og hvørvur vanliga, tá tú liggur niðri. Høvuðpínan er ikki vandamikil, og narkosulækni kann viðgera hana, um neyðugt.
-
Bløðrubruni og bruni í undirlívinum kemur eitt sindur oftari fyri við keisaraskurði enn við vanligari føðing. Hetta kann viðgerast við heilivági.
-
Ein bløðir vanliga meira av einum keisaraskurði enn av eini normalari føðing. Tað er tó sjálvdan neyðugt at geva eyka blóð.
-
Hjá uml. 1 % kemur bruni í skurðin, sum ger tað neyðugt at lata sárið upp aftur og tøma sárið fyri bruna.
-
Tað er meira vanligt, at børn hava andadráttstrupulleikar eftir ein keisaraskurð enn eftir eina vanliga føðing. Hetta er vanliga ikki ein varandi trupulleiki, men tað kann í summum førum hava við sær, at barnið má flytast yvir á neonatalstovuna at fáa viðgerð. Av tí sama verður viðmælt, at ein planlagdur keisaraskurður verður gjørdur uml. 1 viku áðrenn termin, so lunguni á barninum eru búgvin. Hetta velst eisini um, hvør orsøkin til keisaraskurðin er.
-
Álvarsamar komplikatiónir eru sjáldsamar.
Makin
Tú kanst hava ein vaksnan avvarðandi við á skurðstovuna. Tann avvarðandi fær útflýggjað klæðir og húgvu. Undir skurðviðgerðini situr tann avvarðandi við høvdalagið. Tann avvarðandi kann hava myndatól við, men tað er ikki loyvt at taka upp video.
Tit fáa einastovu eftir skurðviðgerðina, og makin er vælkomin at sova her fyrstu náttina. Makin fær døgurða, tá tit koma upp á Barnakonueindina og eisini morgunmat morgunin eftir. Aðrar máltíðir má makin sjálvur syrgja fyri.
Akuttur keisaraskurður
Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til akuttan keisaraskurð. Tað mest vanliga er:
-
At føðingin steðgar upp. Tað vil siga, at tað ganga ov nógvir tímar, har lívmóðirmunnurin ikki letur seg upp, ella at høvdið á barninum ikki skorar seg nóg væl niður í kokuna.
-
At barnið vísir tekin til byrjandi súrevnistrot. Hetta kann hoyrast á hjartaljóðinum.
Í flestu førum er tíð til at fyrireika tykkum til tað, sum skal henda, men um mett verður, at barn tykkara hevur tørv á at koma út skjótast gjørligt, verður gjørt skjótt av. Tá kann tað tykjast ógvusligt, tí tá hendir nógv í senn. Føðiljósmóðirin fylgir altíð við yvir á skurðgongina.
Aloftast verður keisaraskurðurin gjørdur við ryggdoyving (spinalanæstesi), men í serligum førum kann tað verða neyðugt við fullari doyving. Tað er altíð ein barnalækni til staðar til akuttan keisaraskurð. Maki ella annar avvarðandi kann koma við til keisaraskurðin.
Um føðingin fer í gongd áðrenn planlagda keisaraskurðin
Fært tú verkir ella vatnið fer, skalt tú ringja til vakthavandi ljósmóður á tlf. 304500.
Tá tú kemur á Barnakonueindina, verður tú kannað av ljósmóðurini og hon ger eina meting um tú ert í føðing. Er føðingin byrjað, verður avtalað við vakthavandi føðilækna, um tú kanst eiga vaginalt, ella um tað skal gerast akuttur keisaraskurður. Hetta velst um orsøkina til planlagda keisaraskurðin.
Til tín, ið áður hevur fingið keisaraskurð
Tað eru bæði fyrimunir og vansar við vaginalari føðing eftir keisaraskurð og enn einum keisaraskurði.
Niðanfyri kanst tú lesa meira um hetta.
Hvussu skalt tú eiga hesaferð?
Í flestu førum verður viðmælt vaginala føðing, eisini um tú áður hevur fingið keisaraskurð. Útlitini fyri at kunna eiga vaginalt eru tengd at fleiri ymiskum viðurskiftum. Summar konur hava stór líkindi fyri at eiga vanligt, meðan hjá øðrum eru líkindini minni.
Byrjar føðingin av sær sjálvum, økist møguleikin fyri at eiga vanligt.
Tá tú kemur til fyrstu viðtalu hjá ljósmóðurini, tosa tit saman um forsøgu tína. Her kunnu verða fleiri viðurskifti at taka hædd fyri, so sum:
-
Upplivingini frá seinast
-
Orsøkini til seinasta keisaraskurð
-
Tíðarbilinum millum báðar føðingarnar
-
Møguligum komplikatiónum í hesari viðgongutíðini
Tú leggur til rættis komandi føðing saman við viðtaluljósmóðurini. Ljósmóðirin ger eina meting saman við tær, um tú eisini hevur tørv á at koma til samrøðu hjá føðilækna.
Líkindi til at kunna eiga vaginalt aftaná at hava fingið keisaraskurð er uml. 50-75 %. Hevur tú longu átt vanligt einaferð eftir, at tú hevur fingið keisaraskurð, hækkast líkindini til uml. 90 %.
Aftaná ein keisaraskurð er arrið í lívmóðurini veikari enn restin av lívmóðurini. Tí er ein lítil vandi (undir 1%) fyri, at arrið kann fara upp av eini komandi føðing. Vandin er størri, um tað er stutt tíð fráliðin síðan seinastu viðgongutíð.
Viðtaluljósmóðirin kunnar teg um møguleikar tínar, framferðarhátt og útlit. Tíni ynski til føðingina verða tikin við í avgerðirnar og fyrireikingina til komandi føðingina.
Hevur tú tveir ella fleiri keisaraskurðar frammanundan, viðmæla vit tær tó at fáa keisaraskurð aftur. Óansæð hvør føðiháttur verður valdur í tínum føri, kunnu tað verða fyrimunir og vansar við bæði tí at eiga vanligt og at fáa keisaraskurð. Tú fært meira kunning um hetta í ljósmøðraviðtaluni.
Tú skalt koma inn á Barnakonueindina í góðari tíð
Orsakað av arrinum í lívmóðurini mæla vit til, at tú kemur inn tíðliga í føðingini. Tað er ikki neyðugt at ringja so skjótt tú merkir okkurt til verkirnar, men tá teir gerast sterkari og meira regluligir, eigur tú at ringja. Tú eigur eisini at ringja til vakthavandi ljósmóður, um tú merkir svíðandi ella brennandi pínu í arrinum ella um tú bløðir.
Tá tú hevur fingið verkir og ivast um alt er, sum tað eigur at vera, ert tú vælkomin at ringja og tosa við vakthavandi ljósmóður.
Føðingin
Er ætlanin, at tú skalt eiga vanligt hesaferð, hava vit gjøllari eftirlit við tær og barninum undir føðingini. Hetta hevur við sær, at tú ert meira bundin til CTG-tólið. Tú fært tvey belti um búkin við mátarum, sum fylgja hjartaljóðinum hjá barninum og verkum tínum. CTG-tólið er á búkinum gjøgnum tað mesta av føðingini.
Broytingar í hjartaljóðinum hjá barninum eru í summum førum tað einasta ella týðiligasta teknið til, at arrið er við at fara upp og tí sæst hetta við CTG-tólinum.
Ert tú bundin at CTG-tólinum, kann tað tykjast avmarkandi í samband við at flyta seg við verkunum. Tað merkir tó ikki, at tú allatíðina skalt liggja. Tú kanst gott standa við síðuna av songini, hanga yvir einum sekkjastóli, sita á bólti, ganga eitt sindur aftur og fram ella liggja á knøunum.
Er varhugi um, at lívmóðirin er í ferð við at skrædna, gera vit sostatt ein akuttan keisaraskurð.
Ein akuttur keisaraskurður kann hava fleiri komplikatiónir við sær enn ein planlagdur keisaraskurður.
Ígongdsetan aftaná keisaraskurð
Størri fyrivarni má takast, tá tú hevur fingið keisaraskurð áður. Tí verður vanliga ikki givið tablettviðgerð sum ígongdsetan.
Meting verður tí gjørd um hol kan setast á fosturhinnurnar (taka vatnið). Fáa vit ikki tikið vatnið, kunnu vit í staðin leggja eitt ballónkatetur upp í lívmóðurhálsin fyri, at hann kann búnast. Tá er vanligt at taka vatnið dagin eftir.
Um tað gerst neyðugt við einum verkstimbrandi droppi, verður hetta brúkt við varsemi. Um ongin framgongd sæst í føðingini, hóast tú hevur verkstimbrandi dropp, mæla vit til at gera keisaraskurð.
Pínustillandi undir føðingini
Fært tú tørv á pínustillandi undir føðingini, hevur tú í útgangsstøði somu møguleikar sum allar aðrar føðandi. Tað ber tó vanliga ikki til at koma í baðikar, tá tú hevur fingið regluligar verkir, tí tá skulu vit hava betri eftirlit við bæði hjartaljóðinum hjá barninum og verkunum hjá tær.
Ynskir til føðingina
Summar barnakonur hava tørv á at skriva niður ynski til eina komandi vaginala føðing. Tað kann t.d. vera ein vón um, at føðingin byrjar av sær sjálvum, at føðingin ikki skal gerast alt ov drúgv, at tú fært bjóðað pínustillandi, at tú hevur eina ljósmóðir hjá tær allatíðina ella okkurt heilt annað. Tað er sera ymiskt, hvat er í eini føðiætlan.
Tað er gott, um tú og makin tosa saman um hvat er týdningarmikið fyri tykkum og fyri komandi føðingina. Hetta kunnu tit gjøgnumganga saman við viðtaluljósmóðurini og hiðanífrá leggja eina føðiætlan. So royna vit altíð at ynski tykkara kunnu verða gingin á møti.
Ágóðin av at hava verið í føðing áður
Tað kann tykjast meiningsleyst ella órættvíst, at ein føðing endar við akuttum keisaraskurði, tá tú hevur verið ígjøgnum hart verk-arbeiði í nógvar tímar. Tað kann vera, at tú komst langt í føðingini og lívmóðurmunnurin hevði latið seg væl upp.
Alt hetta harða arbeiði frá fyrstu føðing merkir ikki, at tað var til fánýtis. Er ætlanin, at tú skalt eiga vaginalt hesaferð, er sannlíkt, at tíðin har tú skalt lata teg upp gongur skjótari, enn um tú ongantíð hevur havt verkir ella ikki hevur verið í føðing fyrr.
Planlagdur keisaraskurður?
Avgerð um planlagdan keisaraskurð verður gjørd eftir samrøðu við føðilækna. Er ætlanin, at tú skalt hava planlagdan keisaraskurð, kanst tú lesa meira um tað omanfyri.