13 Barna Ogungdómspsykiatriin 1
Landssjúkrahúsið

B&U Psykiatri

Barna- og Ungdóms Psykiatriin er ein eind á Familjudeplinum á Landssjúkrahúsinum. Virksemið hjá okkum er skipað í eina ambulanta- og eina daginleggingareind. 

Á ambulatoriunum arbeiða fólk úr fleiri ymiskum fakbólkum. Vit hava serkunnleika í at útgreina og viðgera børn upp til 18 ár, ið hava menningarórógv sum t.d. uppmerksemisórógv (ADHD) ella autismu, ella álvarsligar sálarligar trupulleikar t.d. tunglyndi, psykosu, OCD, ótta ella etingarólag. 

Dageindin er eitt spesialiserað viðgerðar tilboð til børn og ung í dagtímunum gerandisdagar. Ein daginlegging kann t.d. fevna um bæði barna- og ungdómspsykiatriska útgreining, diagnostisering og viðgerð. Innleggingarorsøkin og trupulleikarnir kunnu verða ymiskir, sum t.d. etingarólag, belastningsreaktónir og samansettir trupulleikar, har talan er um fleiri psykiatriskar líðingar samstundis.

Fyri at veita eina so góða hjálp sum til ber, samstarva vit við fleiri stovnar uttan fyri depilin, t.d. Sernám, Almannaverkið, Barnaverndartænastuna, skúlar/barnagarðar v.m.. Eisini stremba vit ímóti, at familjan í mest møguligan mun hevur samband við somu starvsfólk tá tey eru hjá okkum. 

Málbólkur - Hvørji børn útgreina og viðgerða vit?

Í B&U psykiatri á Sjúkrahúsverkinum veita við útgreining, diagnostisering og viðgerð av børnum við psykiatriskum avbjóðingum, sum hava tørv á at serkøn hjálp verður sett inn.

Vit arbeiða eftir vegleiðingini fyri Barna- og ungdómapsykiatriska økið frá donsku heilsumynduleikunum; 

Fleiri børn og ung kunnu stríðast við sálarligar avbjóðingar av ymsum slag, men í flestu førum kunnu avbjóðingarnar bert vara eitt stutt tíðarskeið, ella vera av lættari slag, um man fær hóskandi hjálp og stuðul í komunum og primer sektorinum. Umfangið av avbjóðingini avgerð, í hvørjum regi sjúklingurin skal verða viðgjørdur. Eftir hesum varðar barna- og undgómspsykiatriin á Landssjúkrahúsverkinum av teimum meira torgreiddu uppgávunum, sum krevja serkøna hjálp, herundir børn og ung við tørv á tvørfakligari útgreinan og viðgerð. Lættari avbjóðingar eiga at verða viðgjørdar í primær regi og í kommununum.” (Sundhedssttyrelsens specialevejledning for Børne- og ungdomspsykiatri, 22. juli 2021)

Hvussu fái eg mítt barn ávíst til B&U psykiatri?

Børn kunnu verða ávíst til okkara ígjøgnum sín  kommunulækna. Læknin ger eina metan um avbjóðingarnar kunnu benda á menningarórógv ella aðrar álvarsligar sálarligir trupulleikar, har tørvur er á tvørfakligari útgreinan og viðgerð.

Tit kunnu hjálpa læknanum við at verða fyrireika uppá at lýsa avbjóðingar og greiða stutt frá menningini hjá barninum. Eisini er gott at hava eina lýsing av barninum frá stovni ella skúla, har avbjóðingarnar verða lýstar.

Bráðfeingis hjálp uttan fyri arbeiðstíð

Er tørvur á bráðfeingis hjálp uttan fyri arbeiðstíð verður víst til vakthavandi kommunulækna á tlf 1870.

Bílegg heilivág

Hevur tú tørv á at endurnýggja tína heilivágsresept, so kanst tú gera tað við at senda ein teldupost til bumedicin@ls.fo . Minst til at viðmerkja navn og p-tal hjá barninum. Um heilivágurin skal sendast heim, er neyðugt at viðmerkja hetta í boðunum.

Avgreiðslutíð er, tískil er umráðandi at tit bíleggja nakrar dagar frammanundan.

Samband

Deild

B&U Psykiatri
Eirargarður 15
100 Tórshavn
Opið mánadag - fríggjadag kl.8-16.

Leiðandi starvsfólk

Camilla Henanger , funktiónsleiðari, sálarfrøðingur
BUpsyk@ls.fo
Alberta Mc. Leod Jacobsen , funktiónsleiðari, sersálarfrøðingur
BUpsyk@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini ella kann takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós