Demensklinikkin
Demensklinikkin er ein partur av Psykiatrisku deildunum á Landssjúkrahúsinum og er ein tvørfaklig deild við læknum, serlækna, neuropsykologi og landsdemenssamskiparum.
Virksemið hjá Demensklinikkini hevur verið og er at útgreina og viðgera fyri demens. Frá 2022 fevnir Demensklinikkin eisini um Landsdemenssamskipan og Vitanardepil fyri demens. Endamálið er:
- At bjóða útgreining fyri demens
- At finna/útiloka aðrar sjúkur, sum kunnu geva demens
- Allir sjúklingar fáa ein kontaktpersón, sum er landsdemenssamskipari
- Undirvísing, ráðgeving og vegleiðing
- Gransking (Tá ið tú ert til útgreinan, spyrja vit teg, um tú vil vilt luttaka gransking)
Viðgerð á Demensklinikkini á Psykiatriska deplinum fæst við ávísing frá kommunulækna.
Endurnýggja resept
Tú kanst endurnýggja resept, við at senda teldupost til psykmed@ls.fo.
Í teldupostinum skal upplýsast
- Fornavn og eftirnavn
- Føðidato
- Navn og styrki á heilivági, sum skal endurnýggjast
Sjúkueyðkenni
- Trupulleikar at minnast
- Ting bliva vekk
- Hava trupult við at útføra vælkendar uppgávur
- Málsligar trupuleikar
- Óvissa um tíð og stað
- Niðursett dømievni
- Stríð og strev við at skipa seg og hugsanarháttur verður fløktur
- Broytingar í hýrinum og atferð/atburði
- Broyting í persónmenskuni
- Manglandi initiativ
Útgreining fyri demens
- Likamligar kanningar
-
Ymsar mentalar kanningar
-
Tosa við viðskiftafólkið
-
Tosa við avvarðandi
-
Geva ráð
-
Bjóða viðgerðartilboð
-
Vísa á onnur viðgerðartilboð
-
Vísa á møguleikar í samfelagnum
Landsdemenssamskipan
Kontaktpersónurin (landsdemenssamskiparin) kemur á heimavitjan fyrst 3 mánaðar og síðani 1 ár eftir givna diagnosu. Heimavitjanin er stuðlandi samrøða við sjúklingin og avvarðandi. Somuleiðis verður uppfylgt (testað), um sjúklingurin er í viðgerð við demensheilivági.
Kontaktpersónurin fylgir sjúklingi og avvarðandi víðari í gongdini:
- Kontakt til kommunalan demenssamskipara, við atliti um hjálp og stuðul. Tann kommunali demenssamskiparin hevur kunning um hvørji tilboð og tænastur eru á teirra øki og hjálpir víðari við hesum.
Vitanardepil fyri demens
- Gransking er á Demensklinikkini. Granskingin verður framd av Mariu Skaalum Petersen, og sjúklingurin luttekur eftir egnum ynski
- Undirvísing fyri avvarðandi
- Undirvísing fyri tann sjúka
- Undirvísing fyri starvsfólkum
- Ymiskar netverkbólkar
Praktisk viðurskiftir
Vit viðmæla, at tú tekur ein avvarðandi við til viðtalur á Demensklinikkini, ella ein persón, ið tú kennir væl, um tú hevur ringt við at minnast. Kontaktpersónurin á Demensklinikkini tekur ímóti tær, tá tú møtir.
Til fyrstu vitjan tína verður tú biðin um at útfylla samtykkisváttan. Avtalast kann, at avvarandi fáa kunning um innkallingar og onnur viðurskifti. Somuleiðis at tín kontaktpersónur kann kontakta kommunalan demenssamskipara ella visitator.
Tú fært navni og telefonnummar á tínum kontaktpersóni til fyrstu vitjan á Demensklinikkini.
Faldarir
Um demensklinikkina sí faldara her
Neuropsykologiska kanning sí faldara her
Undirvísing fyri avvarðandi sí faldara her
Undirvísing fyri avvarðandi í Suðuroy sí faldara her
Hvat er demensur sí faldara her
Hvat er Alzheimers sjúka sí faldara her
Hvat er vaskulerur demensur sí faldara her
Kann demensur fyribyrgjast sí faldara her
Staðseting Demensklinikkin
Demensklinikkin er at finna á Eirargarður 19, Tórshavn.
Undirvísing til familjur hjá fólki, ið hava fingi eina demenssjúku
Á hvørjum árið verður skipað fyri undirvísing til familjur hjá fólki, ið hava fingið demenssjúku.
Les meira um komandi undirvísing her.
Samband
Deild
DemensklinikkinLeiðandi starvsfólk
Marjun Restorffmarre@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.