5 Endurvenjingergoterapi 5
Klaksvíkar Sjúkrahús

Ergo- og fysioterapi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Á deildini starvast: 10 fysioterapeutar, 2 ergoterapeutar, heilsurøktari, psykomotoriskur terapeutur, neurosálarfrøðingur og audiologopedur.

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru 22 seingjarpláss, harav ein rehabiliteringsdeild við 9 seingjarplássum. Yvirskipað verður endurvenjingin skipað sum ein liður í eini rehabiliterandi tilgongd í tvørfakligum samstarvi við starvsfólkini á seingjardeildini, kostfaklig starvsfólk, avvarðandi, aðrar sektorar, umframt aðrar fakbólkar eftir tørvi.

Innlagdir sjúklingar fáa endurvenjing, um læknalig ávísing fyriliggur. Hesir sjúklingar eru úr ymiskum sjúklingabólkum.

Sjúklingar, sum eru útskrivaðir, kunnu halda fram við ambulantari endurvenjing, um tørvur er á tí, í eitt avmarka tíðarskeið. Sjúkrahúslækni, og í summum førum kommunulækni, kann ávísa til ambulanta viðgerð/endurvenjing.

Faldari um endurvenjing og venjing sæst her

Medisinskar ella ortopediskar innleggingar

Fólk, ið eru innløgd akutt ella av kommunulækna, fáa endurvenjing um tørvur er á tí. Málið er at fyribyrgja miss av førleikum og at endurvinna møguligan mistan førleika.

Innan viðgerð

Sjúkrahúslækni metur um tørv og sendir ávísing.

Undir viðgerð

Undir innleggjan verður dentur lagdur á at fyribyrgja førleikamiss og at endurvinna mistan førleika. Vant verður eftir tørvi og tí endurvenjingarpotentiali, ið sjúklingurin hevur. Endurvenjingin/venjingin verður skipað av fysioterapeuti, ergoterapeuti og psykomotoriskum terapeuti, í tøttum samstarvi við starvsfólk á seingjardeildini og kostfaklærd starvsfólk. Áðrenn sjúklingurin verður útskrivaður, verður mett um tørvur er á hjálpartólum, og um neyðugt, verður heimavitjan gjørd. Um tørvur er á tí, verða hjálpartól bíløgd.

Eftir viðgerð

Eftirmeting verður gjørd og endurvenjingarætlan útflýggjað.

Uppfylging

Tað er ávíkavist Almannaverkið og kommunalu samtøkini, ið varða av venjing eftir útskrivan. Móttakandi geiri verður kunnaður og endurvenjingarætlan send teimum, um tørvur er á víðari endurvenjing.

Sjúklingar innlagdir til skurðviðgerð

Sjúklingar, ið eru innlagdir til ætlaða skurðviðgerð, t.d. skulu skifta mjødn ella knæ, vegna ryggskurð, beinbrot, øksl, hond ella fót v.m., fáa venjing undir innleggjan og eftirfylgjandi eftir tørvi. 

Innan viðgerð

Sjúkrahúslækni ella serlækni metur um tørv og sendir ávísing. 

Undir viðgerð

Undir innlegging verður vant 2 ferðir um dagin ella eftir tørvi. Endurvenjingin verður skipað av ergo- og fysioterapeuti. 

Eftir viðgerð

Eftirmeting verður gjørd og endurvenjingarætlan verður útflýggjað.

Uppfylging

Útfrá eftirmetingini verður støða tikin til, um uppfylgjandi endurvenjing í eitt ávíst tíðarskeið verður skipað á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tað er serlækni á økinum, sum tekur hesa avgerð og sendir ávísing.

Liðugt viðgjørdir sjúklingar hava møguleika, um tørvur er á tí, at søkja Almannaverkið ella kommunalu samtøkini um framhaldandi venjing. Umsóknarbløð og kunning um venjingartilboð eru at finna á heimasíðum teirra.

Innlagdir sjúklingar við seinheilaskaða

Rehabilitering í fasu 2 til fólk við seinheilaskaða, er staðsett á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hesir sjúklingar verða yvirfluttir til Klaksvíkar Sjúkrahús, antin  frá Landssjúkrahúsinum ella sjúkrahúsi uttanlanda. Yvirflytingin og rehabiliteringin verður skipað eftir ávísum mannagongdum.

Rehabiliteringin verður skipað av einum tvørfakligum toymi. Í rehabiliteringstoyminum er ergoterapeutur, fysioterapeutur, sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, kostfakligt starvsfólk, logopedur, neurosálarfrøðingur, neurologur og lækni. Rehabilitering undir innleggjan er upp til 3 mánaðar.

Innan viðgerð

Treytin fyri yvirflyting í fasu 2 er, at sjúklingurin er stabilur og medisinskt reguleraður. Visitatiónsfundur við B7 á Landssjúkrahúsinum er hvønn hósdag, har aktuellir sjúklingar verða umrøddir. Støða verður tikin til, hvør verður yvirfluttur næst og tíðarætlan verður løgd. Áðrenn yvirflyting er ein videofundur millum sjúklingin, saman við avvarðandi, og rehabiliteringstoymið á Landssjúkrahúsinum og rehabiliteringstoymið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Sama mannagongd verður fylgd, um sjúklingur verður yvirfluttur frá sjúkrahúsi uttanlanda.

Undir viðgerð

Tvørfaklig innleggingarsamrøða er við sjúklingin og avvarðandi. Kontaktpersónar verða settir á og mál fyri rehabiliteringina verður sett.  Síðan verður rehabiliteringin sett í verk. Tað verður vant 2 ferðir um dagin, bæði við fysio- og ergoterapeuti, allar gerandisdagar. Aðrir fakbólkar, so sum logopedur, neurosálarfrøðingur og kostfakligt starvsfólk taka lut í rehabiliteringini, um tørvur er á tí. Tvørfakligur fundur er eina ferð um vikuna og umleið eftir 4 vikum er miðvegisfundur, har sjúklingurin, avvarðandi og rehabiliteringstoymið eru til staðar. Útskrivingarsamrøða er umleið 2 vikur áðrenn útskrivan.

Áðrenn sjúklingurin verður útskrivaður, verður mett um tørvur er á hjálpartólum, og um neyðugt verður heimavitjan gjørd. Um tørvur er á tí, verða hjálpartól bíløgd.

Eftir viðgerð

Eftirmeting verður gjørd og endurvenjingarætlan verður útflýggjað. Móttakandi geiri verður kunnaður og endurvenjingarætlan send teimum, um tørvur er á víðari endurvenjing. 

Uppfylging

Tað er ávíkavist Almannaverkið og kommunalu samtøkini, ið varða av venjing eftir útskrivan. Umsóknarbløð og kunning um venjingartilboð, eru at finna á heimasíðum teirra.

Rygglið

Hevur tú trupulleikar við rygginum og/ella ert skurðviðgjørdur í rygginum, hevur tú møguleika at luttaka á endurvenjingarskeiði. 

Innan viðgerð

Treytin fyri luttøku er, at tú ert ávístur av kommunulækna ella serlækna í ryggsjúkum.

Undir viðgerð

Endurvenjingin verður skipað í bólki við 8 luttakarum, og vant verður tríggjar ferðir um vikuna í 8 vikur. Hetta verður skipað av fysioterapeuti, ergoterapeuti og psykomotoriskum terapeuti.

Eftir viðgerð

Ein eftirmeting verður gjørd, og tú fært útflýggjað eina endurvenjingarætlan.

Uppfylging

Um tørvur er á tí, kanst tú luttaka aftur á endurvenjingarskeiði. Treytin fyri luttøku er tann sama, at tú ert ávístur av nýggjum av kommunulækna ella serlækna í ryggjasjúkum.

Knø, mjadnar, føtur og fótlið

Hetta tilboð er skipað til fólk, ið bæði áðrenn og eftir skurðviðgerð hava ein endurvenjingartørv.

Innan viðgerð

Treytin fyri luttøku er ávísing frá serlækna á økinum.

Undir viðgerð

Endurvenjingin verður skipað ein til ein ella í bólki við 6 luttakarum. Endurvenjingin fer fram tvær ferðir um vikuna í eitt avmarkað tíðarskeið, og verður skipað av fysioterapeuti.

Eftir viðgerð

Eftirmeting verður gjørd og endurvenjingarætlan verður útflýggjað.

Uppfylging

Verður fylgt upp av ávísandi lækna.

Akslar

Hetta tilboð er skipað til fólk, ið bæði áðrenn og eftir skurðviðgerðir hava ein endurvenjingartørv.

Innan viðgerð

Treytin fyri luttøku er ávísing frá serlækna.

Undir viðgerð

Endurvenjingin verður skipað ein til ein, í bólki við 6 luttakarum ella í heittvatnshyli. Endurvenjingin fer fram 2 ferðir um vikuna í eitt avmarkað tíðarskeið og verður skipað av fysioterapeuti og ergoterapeuti.

Eftir viðgerð

Eftirmeting verður gjørd og endurvenjingarætlan verður útflýggjað.

Uppfylging

Verður uppfylgt av ávísandi lækna. 

Hendur

Hetta tilboð er skipað til fólk, ið bæði áðrenn og eftir skurðviðgerð hava ein endurvenjingartørv.

Innan viðgerð

Treytin fyri luttøku er ávísing frá serlækna á økinum.

Undir viðgerð

Endurvenjingin verður skipað ein til ein. Endurvenjingin fer fram 2-3 ferðir um vikuna, ella eftir fakliga mettum tørvi, í eitt avmarkað tíðarskeið. Endurvenjingin verður skipað av ergoterapeuti.

Eftir viðgerð

Eftirmeting verður gjørd og endurvenjingarætlan verður útflýggjað.

Uppfylging

Verður fylgt upp av ávísandi lækna.

Giktalið

Hevur tú giktasjúku ella ert undir útreiðan hevur tú møguleika at luttaka á endurvenjingarskeiði á giktaliði.

Innan viðgerð

Um tú hevur fingið staðfest ávísa giktasjúku, nýtist tær bert at verða ávístur av kommunulækna. Um tú ert undir útreiðan fyri giktasjúku, nýtist ávísing frá serlækna í giktasjúkum.

Undir viðgerð

Endurvenjingin verður skipað í bólki við 8 luttakarum og er 3 ferðir um vikuna í 8 vikur. Endurvenjingin verður skipað av fysioterapeuti og ergoterapeuti.

Eftir viðgerð

Ein eftirmeting verður gjørd, og tú fært útflýggjað eina endurvenjingarætlan.

Uppfylging

Um tørvur er á tí, kanst tú luttaka aftur á endurvenjingarskeiði. Treytin fyri luttøku er, at tú ert ávístur av nýggjum av kommunulækna ella serlækna í giktasjúkum.

Hjartalið

Hetta tilboð er ætlað fólki við hjartasjúku og teimum, ið eru skurðviðgjørd fyri hjartasjúku.

Innan viðgerð

Treytin fyri luttøku er, at tú ert ávístur av hjartalækna.

Undir viðgerð

Venjingin verður skipað í bólki við umleið 6 luttakarum. Venjingin fer fram 3 ferðir um vikuna í 12 vikur. Venjingin verður skipað av fysioterapeuti og heilsurøktara.

Eftir viðgerð

Eftirmeting verður gjørd og endurvenjingarætlan útflýggjað.

Uppfylging

Kardiologisk deild á Landssjúkrahúsinum fylgir upp uppá tann medisinska partin. Í samstarvi við Almannaverkið og kommunalu samtøkini kann søkjast um uppfylgjandi venjing har, um tørvur er á tí. Í tí sambandi verður endurvenjingarætlanin send teimum. 

Lungalið

Hetta tilboð er ætlað fólki við lungnasjúku.

Innan viðgerð

Treytin fyri luttøku er, at tú ert ávístur av lungalækna.

Undir viðgerð

Venjingin verður skipað í bólki við umleið 6 luttakarum. Venjingin fer fram 2 ferðir um vikuna í 12 vikur. Venjingin verður skipað av fysioterapeuti og heilsurøktara.

Eftir viðgerð

Eftirmeting verður gjørd og endurvenjingarætlan útflýggjað.

Uppfylging

Lungaambulatoriið á Landssjúkrahúsinum fylgir upp uppá tann medisinska partin. Í samstarvi við Almannaverkið og kommunalu samtøkini, kann søkjast um uppfylgjandi venjing har, um tørvur er á tí. Í tí sambandi verður endurvenjingarætlanin send teimum.

Krabbamein

Hetta tilboð er ætlað fólki sum hava fingið staðfest krabbamein og antin eru skurðviðgjørd og/ella í medisinskari viðgerð fyri krabban.

Innan viðgerð

Treytin fyri luttøku er, at tú ert ávístur av lækna á onkologisku deild.

Undir viðgerð

Venjingin verður skipað í bólki við umleið 8 luttakarum. Venjingin fer fram 3 ferðir um vikuna í 12 vikur. Venjingin verður skipað av fysioterapeuti og psykomotoriskum terapeuti.

Eftir viðgerð

Eftirmeting verður gjørd og endurvenjingarætlan útflýggjað.

Uppfylging

Onkologisk deild á Landssjúkrahúsinum fylgir upp uppá tann medisinska partin. Í samstarvi við Almannaverkið og kommunalu samtøkini, kann søkjast um uppfylgjandi venjing har, um tørvur er á tí. Í tí sambandi verður endurvenjingarætlanin send teimum.

Lymfødemviðgerð

Hendan viðgerð er til fólk, ið hava lymfødem.

Innan viðgerð

Tað krevst ávísing frá kommunulækna ella serlækna. 

Undir viðgerð

Viðgerðartilboðið er 2 ferðir um árið, í eitt avmarkað tíðarskeið hvørja ferð. Mett verður um tørv á stuðulssokkum/ermum/handskum. Mát verður tikið og tilfarið verður bílagt. Tilboðið verður skipað av fysioterapeuti við serkunnleika innan økið. 

Eftir viðgerð

Kunnandi tilfar verður útflýggjað.

Uppfylging

Leypandi uppfylging í mun til broytingar og tilpassan av stuðulstilfari.

Sclerose

Hevur tú fingið staðfest sclerose, hevur tú møguleika at luttaka á endurvenjingarskeiði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Skeiðið er fyri borgarir við MS, sum eru sjálvhjálpin í mun til flytingar og persónligt reinføri.

Innan viðgerð

Hevur tú fingið staðfest MS, nýtist bert ávísing frá egnum lækna; hevur tú ikki fingið endaliga staðfest MS, krevst ávísing frá neurologi.

Undir viðgerð

Skeiðið varar í 3 vikur, har tú fært bjóðað kost og logi á staðnum. Tað verður í høvuðsheitum vant í holdum, har fokus er á styrki, úthaldni, koordinatión, javnvág, ADL venjingar, kognitivar venjingar og avspenning. Umframt venjing eru ymisk upplegg, m.a. við logopedi, kostráðgeva, um hjálpartól o.a. Tvørfakliga toymið, sum er knýtt at skeiðnum er: neurologur, fysioterapeutar, ergoterapeutar, heilsurøktari og sálarrørsluviðgeri. 

Eftir viðgerð

Ein eftirmeting verður gjørd, og tú fært útflýggjað eina endurvenjingarætlan.

Uppfylging

Um tørvur er á tí, kanst tú luttaka aftur á endurvenjingarskeiði. Treytin fyri luttøku er, at tú ert ávístur av nýggjum av kommunulækna ella neurologi.

Petö

Petö-venjingar vóru mentar í 1945 av læknanum András Petö úr Ungarn. Grundarlagið undir venjingunum liggur undir námsfrøðiliga hugtakinum leiðandi námsfrøði, har endamálið er at styrkja persónsmenskuna hjá børnum við CP og harvið gera tey meira sjálvbjargin.

Venjingarhátturin byggir á hugvísindaliga og heildarspekiliga heimsspeki, har barnið við CP verður sætt sum eitt heilt menniskja, heldur enn bert eitt barn við kropsligum avbjóðingum. Dentur verður lagdur á venjingar sum betra um rørslumenningina, umframt at menna sjálvsvirðið og sjálvsálitið hjá barninum soleiðis, at barnið fær hægri virksemisstøði og harvið eisini størri sjálvbjargni. Tilboðið verður skipað av Andreu Udvardy Sabroe, Petö-konduktøri, saman við ergo- og fysioterapeutum við serkunnleika innan økið. Andrea er upprunaliga úr Ungarn, men er í dag búsitandi í Danmark, har hon er eigari og leiðari av stovninum Conductive Education Program Copenhagen.

Innan viðgerð

Hetta er eitt endurvenjingartilboð til børn, ið hava CP ella aðrar kropsligar avbjóðingar. Ávísing frá barnalækna krevst bert fyrstu ferð, barnið luttekur. Annars kann kommunulækni ávísa til venjingartilboðið

Undir viðgerð

Venjingartilboðið er tvær ferðir um árið, har vant verður hvønn gerandisdag í 3 vikur. Foreldur/verji verða eggjað til at taka lut í venjingunum. Soleiðis ogna tey sær ymiskar arbeiðshættir, sum stuðla undir menningina hjá barninum. Jaliga huglagið undir venjingunum gevur foreldrunum/stuðlum styrki og dirvi til at halda áfram við venjingunum heima ella á stovni, har venjingarnar leggjast inn í vanliga familjulívið og gerandisdagin annars. Á tann hátt verður hetta ikki bert ein venjingarháttur, men heldur ein nýggjur lívsháttur. 

Tilboðið verður skipað av Andreu Udvardy Sabroe, Petö-konduktøri, saman við ergo- og fysioterapeutum við serkunnleika innan økið. Andrea er upprunaliga úr Ungarn, men er í dag búsitandi í Danmark, har hon er eigari og leiðari av stovninum Conductive Education Program Copenhagen.

Eftir viðgerð

Eftirmeting verður gjørd og send foreldrum/verja. Eftirmetingin verður skjalfest í journal.

Uppfylging

Útfrá eftirmetingini verður tilmælt, at venjingarnar halda áfram heima ella á stovni, har venjingarnar leggjast inn í vanliga familjulívið og gerandisdagin annars. Er áhugi at luttaka aftur, krevst nýggj ávísing frá kommunulækna.

Heittvatnsvenjing

       Hetta tilboð er til fólk við giktasjúkum, niðursettari rørslu og pínu.

Innan viðgerð

Treytin fyri luttøku er, at ávísing er send okkum frá serlækna ella kommunulækna. Svimjiklæðir, handklæðir, hárshampoo og kropsshampoo fært tú á staðnum.

Undir viðgerð

Venjingin verður skipað í bólki við 7 luttakarum. Venjingin fer fram 2 ferðir um vikuna í 12 vikur. Venjingin verður skipað av fysioterapeuti, psykomotoriskum terapeuti og heilsurøktara.

Eftir viðgerð

Eftirmeting verður gjørd.

Uppfylging

Um tørvur er á tí, kanst tú luttaka aftur á endurvenjingarskeiði í heittvatnshyli. Treytin fyri luttøku er, at tú hevur nýggja ávísing.

Sahva - bandagist/skómakara tænastan

Sahva er á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fimm ferðir um árið.

Innan viðgerð

Tað krevst læknaávísing til fyrstu viðgerð, og tú fært eina innkalling. Hevur tú verið áður, kanst tú ringja inn og biðja tær eina tíð. Hendan tænastan verður løgd til rættis av heilsurøktara á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Undir viðgerð

Sahva heldur til í starvsfólkabygninginum, sum liggur við síðuna av sjúkrahúsinum, niðan móti vegnum omanfyri sjúkrahúsið. Mett verður um tørv og avgjørt verður, hvør loysn tænir tær best. Tú verður kunnað/ur um arbeiðsgongdina og nær tú kanst rokna við at móttaka vøruna. Tænastan er skipað av autoriseraðum bandagisti og skómakara.

Eftir viðgerð

Alt eftir hvør tænasta skal veitast, kann tað verða neyðugt at møta meira enn eina ferð. Hesa kunning fært tú áðrenn tú fert heim.

Uppfylging

Ein uppfylgjandi ætlan verður løgd. Um tær tørvar eina nýggja tíð ella tú hevur eitthvørt uppá hjarta, ert tú vælkomin at ringja til Ergo- og Fysioterapiina á tlf. 235476.

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 1, stovuhædd

Leiðandi starvsfólk

Benadicta Sólheim Ellingsgaard , Deildarleiðari
benadicta@ks.fo
Poula Dulavík Berg , Varaleiðari
poube@ks.fo

Hent kunning

Finn veg og parkering

Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1. 

Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri. 

Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.

Kiosk og kafé

Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00. 

Blómur

Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.

Internet

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar bæði Facebook og Instagram (KS3) til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós