Landslæknahúsið

Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum

Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum hevur til høvuðsuppgávu at fremja gransking á høgum altjóða støði, og at veita stuðul og eggja, kveikja og stimbra granskingarhugin, bæði hjá royndum og óroyndum granskarum í Sjúkrahúsverkinum.Endamálið er m.a. at savna alla heilsugransking í Føroyum á einum stað og tryggja, at granskingarvirksemið í Sjúkrahúsverkinum er vælskipað og fylgir øllum viðtiknum fyriskipanum fyri góðan granskingarsið. Eisini skal Heilsugranskingareindin vera við til at sjónliggera gransking, sum beinleiðis og óbeinleiðis gongur fyri seg í Sjúkrahúsverkinum.

Heilsugranskingareindin skal vera við til at stuðla undir menning av kliniska gransking, sum tekur støði í aktuellum kliniskum tørvum og spurningum í Sjúkrahúsverkingum, soleiðis at granskingin kemur sjúklingunum og føroyska samfelagnum til góðar. Eisini er Heilsugranskingareindin við til at skapa samvirkan og samstarv í granskingarumhvørvinum, og fáa í lag samstørv við uttanhýsis samstarvspartnarar, bæði privat, almennar og altjóða.

Meira kunning er at finna á: https://www.health.fo/

Samband

Deild

Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum
Sigmundargøta 5

Leiðandi starvsfólk

Maria Skaalum Petersen , Leiðari
marsk@ls.fo
Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós