19 Køk 2
Klaksvíkar Sjúkrahús

Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ger mat til sjúklingadeildina. Harumframt stendur køkurin fyri matgerð til borgarar á røktarheimi, sambýli og dagtilhaldi, til heimabúgvandi pensionistar, starvsfólkakantinu, skeiðir, fundir og annað virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. 

Í køkinum starvast kostfaklig starvsfólk og køkshjálp. 

Matur hevur stóran týdning fyri eina góða sjúkugongd, og hevur køkurin tískil eitt tætt tvørfakligt samstarv við røktarstarvsfólk og onnur fyri at tryggja rætta føðslutørvin hjá einstaka sjúklinginum. 

Vit matgera út frá tilráðingum til sjúklingar og royna í stóran mun at taka atlit til føroysku mentanina. Vit ganga høgt upp í, at matgjørt verður við góðum rávørum, og at góðskan er góð. 

Tað er týdningarmikið fyri okkum, at sjúklingar fáa eina góða uppliving til hvørja máltíð.

Samband

Deild

Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 1, 1. undirhædd

Leiðandi starvsfólk

Elisabeth Akursmørk
elisabethak@ks.fo

Hent kunning

Finn veg og parkering

Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1. 

Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri. 

Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.

Kiosk og kafé

Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00. 

Blómur

Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.

Internet

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar bæði Facebook og Instagram (KS3) til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós