Læknavaktin 1870
Læknavaktin er ætlað tær, sum brádliga gerst sjúk/ur, og tær, sum gerst meir ússalig/ur í samband við sjúku, og tú metir, at tað ikki kann bíða, til tú fært fatur á tínum egna kommunulækna. Ivast tú, so ring.
Smáskaðar
Læknavaktin tekur sær eisini av smáskaðum.
Ring áðrenn. Tað kann við hvørt taka eina løtu at koma ígjøgnum. Tlf. 112 kann nýtast, um ikki slepst ígjøgnum og tað er bráðneyðugt.
Áðrenn tú ringir
Hav navn og p-tal klárt. Hevur tú illgruna um hækkaðan fepur, tak so fepurin fyrst. Ger tær greitt hvat tú vilt upplýsa fyri læknavaktini.
Reseptir
Endurnýggjan av reseptum, verður gjørt hjá egnum kommulækna í vanligari arbeiðstíð. Men ert tú í uppisetri og tað er umráðandi at fáa fatur á heilivági, ber til at fáa recept gjøgnum Læknavaktina.
Sjúkt barn
Ringir tú til Læknavaktina um sjúkt barn, skalt tú siga navn og p-tal á barninum. Hygg eftir og met um, um barnið er ússaligt, hevur útslett, spýr og annað sum bendir á sjúku. Hevur tú illgruna um fepur so tak fepurin.
Læknavaktin
Tá tú ringir fært tú samband við lækna ella sjúkrarøktarfrøðing, ið biðja teg siga sær frá sjúkueyðkennunum. Læknin/sjúkrarøktarfrøðingurin metir síðan um støðuna, um góð ráð eru nøktandi, ella tað er best at koma til nærri kanningar á Læknavaktini ella á sjúkrahúsi.
Tú fært tíð, hvussu og nær tú skalt møta, um so er.
Í serligum føri kann læknin meta, at best er at fáa koyrilæknan á heimavitjan.
Landssjúkrahúsið
Læknavaktin er til høgru fyri leiðbeiningina á Landssjúkrahúsinum, J.C. Svabosgøta 41-49.
Klaksvíkar Sjúkrahús
Læknavaktin er á skaðastovuni á 2. hædd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Sjúklingar skulu bíða í gongini uttanfyri skaðastovuna.
Suðuroyar Sjúkrahús
Læknavaktin er á 2. hædd á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Sjúklingar skulu bíða í bíðirúminum við leiðbeiningina.
Samband
Deild
Læknavaktin 1870Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini ella kann takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.