11 Ambulantviðtala SS 2
Suðuroyar Sjúkrahús

Pínuklinikkin á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Á pínuklinikkini verða sjúklingar við non-malignari áhaldandi pínu viðgjørdir. Talan er um áhaldandi pínu tá pínan hevur vart meira enn 6 mánaðir.

Persónar, ið vera ávístir til pínuklinikkina skulu vera fyltir 18 ár og vera liðugt útgreinaðir og viðgjørdir. Ein skal vera sálarliga stabilur og ikki hava eitt misbrúk av heilivági. 

Ein kann blíva ávístur til pínuklinikkina við at venda sær til kommunulæknan, ið síðani sendir eina ávísing til pínuklinikkina.

Á pínuklinikkini bjóða vit eitt samlað tvørfakligt viðgerðartilboð, har vit tillaga eina tilgongd, við støði í støðuni hjá sjúklinginum.

Starvsfólkini í pínuklinikkini
Tað tvørfakliga toymið er samansett av pínulækna (narkosulækni við serútbúgving í áhaldandi pínu), sjúkrarøktarfrøðingi, sálarfrøðingi, fysioterapeuti, ergoterapeuti og sosialráðgeva.

Stórur dentur verður lagdur á, at pínuviðgerðin skal verða tvørfaklig við luttøku av kropsligum, sálarligum og sosialum viðgerðarskipanum.

Faldari um áhaldandi pínu

Samband

Deild

Pínuklinikkin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri

Vitjanartíð

10:00-12:00

Leiðandi starvsfólk

Theodor Høgagarð , yvirlækni
Rannvá Johannesen
ranjo@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós