4 Blóðgevi 4
Klaksvíkar Sjúkrahús

Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Rannsóknarstovan er ein tænastudeild, sum ger kanningar av innløgdum og ambulantum borgarum, eftir ávísing frá lækna. Eftir tørvi verða blóðroyndir eisini tiknar heima hja borgarum í Klaksvík. 
Blóðroyndir verða eisini tiknar í Runavík og Gøtu.


Á rannsóknarstovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru tvær sergreinar: klinisk biokemi og klinisk immuologi/blóðbanki.

Umframt blóðroyndir, verða elektrodiagram ella EKG tikin á rannsóknarstovuni; eisini verða kanningar gjørdar av landi, skadni og spinalvætu

Samband

Deild

Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 1, stovuhædd

Leiðandi starvsfólk

Bára Skaale Klakstein
bara@ks.fo

Hent kunning

Finn veg og parkering

Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1. 

Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri. 

Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.

Kiosk og kafé

Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00. 

Blómur

Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.

Internet

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar bæði Facebook og Instagram (KS3) til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós