Steno Miðstøðin Uttan
Landssjúkrahúsið

Steno Miðstøðin ambulatorium

Steno Miðstøðin er diabetes og endokrinologiskt ambulatorium á Medisinska deplinum. Steno Miðstøðin virkar fyri at tryggja borgarum við diabetes og øðrum hormon- og stoffskiftissjúkum bestu viðgerðina, ið kann betra um lívsgóðskuna hjá hesum borgarum. Steno Miðstøðini er partur av Medisinska depilinum á Landssjúkrahúsinum. Á Steno Miðstøðini starvast læknaskrivarar, sjúkrarøktarfrøðingar, dietistur og serlæknar í diabetes og endokrinologi. Steno Miðstøðin húsast í Útistovu (bláa bygninginum), í J.C. Svabosgøtu.

Filmurin "Brugerberetning - Guðrið Reinert Joensen" varð vístur á Steno ráðstevnu í november 2024. Trýst á myndina fyri at hyggja at filminum (03:08min). 



Á Steno Miðstøðini verður arbeitt við støðugum betranarátøkum, tvørgeira samstarvi og gransking. Hetta arbeiðið er lutvíst fíggjaði av Novo Nordisk Fonden, og er Steno Miðstøðin ein av sjey Steno miðstøðum í Føroyum, Grønlandi og Danmark.

Tilfar til borgarar

Steno Miðstøðin hevur ment faldara á føroyskum um diabetes 2 í samstarvi við Steno Diabetes Center Nordjylland.  Faldarin, ið er lættur at lesa við fleiri myndlýsingum, er kunning til teirra, ið nýliga hava fingið staðfest diabetes 2. Faldarin varð borin út í kommunulæknaviðtalurnar um landið á heysti 2024 og finst eisini í talgildari útgávu. 

Tak niður faldaran her.

Á heimasíðuni nymeddiabetes.dk ber til at taka niður faldaran á føroyskum, donskum og øðrum málum.

Tilfar til heilsustarvsfólk

Steno Miðstøðin og Sárambulatoriið á Skurðdeplinum eru farin undir felags átak, sum hevur til endamáls at styrkja fótsárøkið í Sjúkrahúsverkinum. Partur av átakinum er at menna eina føroyskt tillagað og landsfevnandi viðgerðarvegleiðing (NBV) fyri diabetes fótsár eftir leisti hjá Dansk Endokrinologisk Selskab.

 Tak niður viðgerðarvegleiðingina Diabetisk Fodsygdom" her.

 

Poddvarpsrøð um diabetesgransking

Sæson 3 - 1440x480.pngDiabetesforskerne er poddvarpsrøð, ið Steno Diabetes Center Nordjylland hevur tikið stig til í samstarvi við allar sjey Stenomiðstøðirnar í Danmark, Grønlandi og Føroyum. Endamálið við poddvarpsrøðini er at deila vitan um diabetes og gransking, at geva innlit í "maskinrúmið" á Stenomiðstøðunum, og at geva innlit í framtíðar diabetesviðgerð.

Lurta eftir poddvarpsrøðini Diabetesforskerne har tú vanliga lurtar eftir poddvarpi.

Fylg Steno Miðstøðin á LinkedIn


Les meira um virksemið á Steno Miðstøðin á LinkedIn 
Steno Diabetes Center Faroe Islands - SDCF

 

Um Steno Miðstøðina

Til ber at lesa meira um endamálið og átaksøkini, ið Steno Miðstøðin arbeiðir við her: Um Steno Miðstøðina - SDCF.

Samband

Deild

Steno Miðstøðin ambulatorium
J. C. Svabosgøta 41-49
Útistova
FO-100 Tórshavn

Vitjanartíð

Læknaskrivari kl. 10.30 - 12.30
tlf. 30 46 40
Sjúkrarøktarfrøðingur kl. 13.00 - 14.00
tlf. 30 45 00 lokal nr. 6226

Leiðandi starvsfólk

Birna Mohr Joensen , depilsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur
Jan Rasmussen , depilsleiðari, serlækni
Jóhanna Andreassen , funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur
Herborg L. Johannesen , funktiónsleiðari, serlækni í endokrinologi
Heidi á Høvdanum Andreasen , leiðandi læknaskrivari
Barbara á Rógvi , samskipari
Rókur V. Nilssen , fíggjarfulltrúi

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós