16 Tænastudeild 16
Suðuroyar Sjúkrahús

Tænastudeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Tænastudeildin umfatar goymslu, vaskarí og seymistovu og veitir tænastur til Suðuroyar Sjúkrahús.

Tænastudeildin
Tænastudeildin keypur inn og útvegar vørur til Suðuroyar Sjúkrahús, Ellis- og røktarheimið, Búð- og Heimatænastuna, Nærverkið, kommunulæknar og umsitur eisini nýtsluvørur til borgarar í Suðuroynni.

Reingerð
Tænastudeildin umsitur og samskipar eisini alla reingerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Í reingerðingini starvast 11 starvsfólk.

Goymslan
Goymslan hevur opið allar gerandisdagar kl. 8-16, tó fríggjadag kl. 8-15. 
Telefonin svarar, tá goymslan er opin.  
Sjúklingar, ið hava tørv á vørum, kunnu venda sær til goymsluna hesar tíðir.

Í goymsluni starvast tvey starvsfólk.

Vaskaríið
Vaskaríið tekur sær av dagliga vaskinum fyri Suðuroyar Sjúkrahús og Ellis- og røktarheimið. Harumframt hevur vaskaríið  uppgávur fyri aðrar stovnar í Suðuroynni, so sum kommunulæknar, tannlæknar, apotekið, gistingarhús og Smyril.

Á vaskarínum starvast fimm fólk.

Vaskaríið hevur opið allar gerandisdagar frá kl. 8.00 - 16.00 tó fríggjadag frá kl. 8 - 14.
Telefonin svarar, tá vaskaríið er opið.

Seymistovan
Seymistovan hoyrir til vaskaríið.

Samband

Deild

Tænastudeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Kjallarahæddin á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Leiðandi starvsfólk

Rannvá Schrøter
ransc@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós