Frítíðaravloysarar fyri ljósmøður á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Søkt verður eftir frítíðaravloysarum fyri ljósmøðurnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi hesi tíðarskeið:
1.-15. oktober 2025
1. – 15. november 2025
15. – 28. februar 2026
Um ikki ber til at avloysa øll tíðarskeiðini, ber eisini til at søkja eitt ella tvey tíðarskeið.
Setanin er fulla tíð við tilkallivakt frá heiminum.
Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.
Á føðideildini verða gjørdar barnakonukanningar og skipað verður fyri føðifyrireiking. Á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru bert akuttar føðingar.
Um starvið
Á suðuroyar Sjúkrahúsi er ein ljósmóður á vakt. Hon arbeiðir sjálvstøðugt og hevur fakligu ábyrgdina av. barnakonunum. Er talan um flutning av barnakonu, fer ljósmóðurin við.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum:
• viðtalur í viðgongutíðini og eftir føðing
• heimavitjanir
• føðifyrireiking
Vit vænta, at tú
• hevur prógv og góðkenning sum ljósmóðir
• setir tørvin hjá barnakonuni í hásæti
• hevur góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
• hevur lætt við at organisera og strukturera
• hevur yvirlit í akuttum støðum
• ert fleksibul
• hevur góðan telduførleika.
Vit bjóða
• ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað
• mennandi uppgávur har gerandisdagurin ikki altíð er eins
• skipaða innleiðslu.
Ert tú ikki búsitandi í Suðuroynni, hjálpa vit til við at finna bústað.
Setanartreytir
Løn- og setanartreytir sbrt. sáttmála millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunnbjørg Guttesen, varastjóra tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost gunnbjorg@ssh.fo.
Umsókn v.m.
Hevur hetta tín áhuga, gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi mánadagin 08.09.2025.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Á heimasíðu okkara kanst tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús og um okkara visjón, missión og strategimál.