Læknaskrivari til barsilsstarv - Klaksvíkar Sjúkrahús
Vit søkja eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum læknaskrivara til eitt barsilsstarv í 1 ár, at byrja 1. november 2025, ella eftir nærri avtalu.
Læknaskrivararnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi arbeiða tvørtur um deildir og samstarva tætt við sjúkrarøktarfrøðingar, læknar og onnur starvsfólk. Arbeitt verður m.a. við journalum, skráseting, samskifti við sjúklingar, avgreiðslu og fyrisitingarligum uppgávum.
Førleikakrøv og persónligir eginleikar:
útbúgving sum læknaskrivari
kunnleiki til journalskipanina Cosmic
kunnleiki til urologi er ein fyrimunur
evni at handfara ymiskar og skiftandi arbeiðsuppgávur
góðan telduførleika
góð samstarvsevni, ábyrgdarkenslu og sjálvstøðugan arbeiðshátt
jaligur hugburður og áhugi fyri at menna eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Vit bjóða:
eitt spennandi og fjølbroytt starv saman við fakliga dugnaligum starvsfólki
eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði í hásæti.
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Anniku Karlsdóttir Ljósstein, tel. 454545, teldupostur: akl@ks.fo.
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum, skal sendast til umsokn@ks.fo
Umsóknarfreistin er 15. septembur 2025.
Tú kann lesa meira um Sjúkrahúsverkið á www.sjukrahus.fo