Leiðandi læknaskrivari til Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum
Starvið sum leiðandi læknaskrivari á Familjudeplinum er leyst at søkja til setan 01.01.2026 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv fulla tíð.
Leiðandi læknaskrivari er partur av og hevur leiðsluna av okkara læknaskrivaratoymi á deplinum, sum í løtuni fevnir um 7 læknaskrivarar og 3 hjálparfólk. Eisini verður tú partur av leiðslutoyminum á deplinum.
Um Familjudepilin
Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøki, Barnakonueind, Gynekologiskt ambulatorium, Børn & Ung Somatikk og Børn & Ung Psykiatri. Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonuni, barnafamiljuni, børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- Leiðsla, fyrisiting og samskipan av læknaskrivarum og læknaskrivaranæmingum á deplinum
- Vanligar læknaskrivarauppgávur
- Gera innleiðslutilfar og frágreiðing yvir, hvussu mannagongdir skulu fylgjast
- Gjøgnumføra innleiðslu og upplæring av næmingum og nýggjum starvsfeløgum
- Viðvirka fyri eftirútbúgving og dagføring av grundútbúgvingini hjá læknaskrivarum
- Kunning til og frá læknaskrivarabólkinum
- Ráðgevari hjá depilsleiðsluni viðvíkjandi læknaskrivaraarbeiðinum
Dentur verður lagdur á:
- Útbúgving sum læknaskrivari
- Góðar leiðsluførleikar
- Royndir við leiðslu er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt
- Hug at arbeiða við fakligari menning
- Góð samstarvsevni og hegni til at arbeiða í toymum
- Evni at raðfesta og skipa fyri
- Hollan KT-førleika og førleikar at seta seg inn í nýggjar arbeiðshættir
- Hug og áræði til at luttaka í menning av Familjudeplinum
Vit kunnu bjóða tær
Eitt fakligt spennandi starv, avbjóðingar við at arbeiða á einum fjølbroyttum arbeiðsplássi við ymiskum fakbólkum umframt møguleikar fyri førleika- og dygdarmenning
Lønar- og setanartreytir
Verður lønt/ur eftir fl. 7 í Stravsmannafelagnum
Nærri upplýsingar
Um starvið fáast við at venda sær til depilsleiðsluna Elin H. Ásudóttir elias@ls.fo
Umsóknarfreistin er 18. november 2025
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.