Sosialráðgevi til pínuklinikkina á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Søkt verður eftir sosialráðgeva til pínuklinikkina á Suðuroyar Sjúkrahúsi til setan 1. januar 2026. Starvið er hálvtíðarstarv. Arbeiðstíðin verður løgd í samráð millum sosialráðgevan og deildarleiðaran.
Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nýmótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.
Á pínuklinikkini verða sjúklingar við non-malignari áhaldandi pínu viðgjørdir. Vit bjóða eitt samlað tvørfakligt viðgerðartilboð, har vit tillaga eina tilgongd við støði í støðuni hjá sjúklinginum. Toymið á klinikkini er samansett av pínulækna, sjúkrarøktarfrøðingi, sálarfrøðingi, fysioterapeuti, ergoterapeuti og sosialráðgeva.
Vit bjóða
• eitt spennandi starv, ið bæði er sjálvstøðugt og ein partur av toyminum í pínuklinikkini
• fakliga og persónliga menning
• góðar starvsfelagar
• skipaða innleiðslu.
Vit vænta at tú
• ert útbúgvin sosialráðgevi
• hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
• ert fleksibul
• kennir ábyrgdarkenslu av at skapa góðan trivna á arbeiðsplássinum.
Setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rannvá Johannesen, deildarleiðara á pínuklinikkini á tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost ranjo@ssh.fo.
Umsókn v.m.
Um hetta hevur tín áhuga, gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi týsdagin 04.11.2025.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús.