Enterprise Arkitektur til nýggju talgildu loysnina hjá Heilsuverkinum
Hevur tú hug at mynda framtíðar heilsuverkið í Føroyum?
Vit leita eftir einum strategiskt hugsandi Enterprise Arkitekti, ið verður ein av okkara lyklapersónum í sambandi við verkætlanina at keypa og verkseta nýggju heilsuloysnina. Skipanin fevnir um føroyska heilsuverkið; sjúkrahúsini, kommunulæknar og heilsutænastur - og hevur samstundis stóra ávirkan á føroyska samfelagið.
Verkætlanin er skipað í eina programmleiðslu, sum vísir til ein programmstýrisbólk. Afturat programmleiðsluni er programmskrivstova knýtt, umframt tilvísingarbólkar, strategibólkur, ráðgevar og áhugabólkar. Verkætlanin er býtt í verkætlanarspor, sum síðani verða leidd av verkætlanarleiðarum og øðrum. Innkeypstilgongdin er byrjað, og tú fær ein virknan leiklut longu frá byrjan við kravfesting, útboð, val av veitara, og tá loysnin skal verksetast.
Programmskrivstovan hevur millum annað operativa ábyrgd fyri at útvega serkunnleika og serfrøðingar innan til dømis løgfrøði, sáttmálasamráðingar, arkitektur, prosessráðgevar og aðrar ráðgevar og serfrøðingar v.m.
Tínar uppgávur og ábyrgdarøki
Sum arkitektur kemur tú at hava ein týðandi og virknan leiklut í sambandi við at velja, menna og framtíðartryggja eina felags heilsuloysn - serliga nú vit fara undir kravfesting, útboð og val av loysn.
Tú verður partur av programmskrivstovuni. Tín ábyrgd og ávirkan er stór, sum fevnir breitt, bæði viðvíkjandi skipanum og loysn, eins og væl samlaða arkitekturin, verkseting og víðari menning av loysnini. Tú kemur millum annað at:
- Greina og sniðgeva loysnir og skipanir: Menna og viðlíkahalda yvirskipaða arkitekturin til tess at hann lýkur krøv, samstundis sum hædd verður tikin fyri tøkni, funktiónum og økonomi
- Tryggja samsvar millum yvirskipaða strategi, mál og stovnar: Umseta strategisk mál til tekniskar loysnir og tryggja, at loysnir stuðla kliniska arbeiðinum
- Framleiða og skjalfesta arkitekturin í loysnini: Lýsa og skjalfesta avgerðir, komponentar, integratiónir, KT-infrakervi, dátuinfrakervi eins og tryggja, at loysnin lýkur teknisk krøv, tá talan millum annað er um tað heilsufakliga, trygd og lóggávu
- Ráðgeving í sambandi við týðandi áhugabólkar: Ráðgeva og samskipa við leiðslu og verkætlanarleiðarar, umframt KT- og Medicoserfrøðingar, mennarar og ikki minst veitarar og teirra arkitektar av heilsu loysnum til tess at tryggja felags fatan og eina skynsama loysn
- Innkeypstilgongd: Hjálpa til við kravfesting, útboði og møguliga sáttmálasamráðingum
Vit vænta, at tú uppfyllir fleiri av niðanfyristandandi:
- Royndir sum arkitektur frá líknandi verkætlanum. Fyrimunur, tó ikki ein treyt, at royndirnar stava innan heilsuøkið
- Vitan um modernaðan KT arkitektur og grundleggjandi hugtøk, til dømis TOGAF og cloud-native menningarhættir (microservices, automation, DevOps, osv.)
- Skilir hugtøk sum best-of-breed, og hvussu samanspælið er í samansettum og kompleksum KT-umhvørvum
- Leiðsluevni og integritet: Skal kunna leiða uttan at hava starvsfólkaleiðslu, harafturat at kunna standa fast við prinsippir innan arkitektur og strategisk mál hóast trýst til at taka skjótar avgerðir
- Empatiskur og trívist við at arbeiða og samskifta við nógvar ymiskar fak- og áhugabólkar, har evnið at lurta og skapa álit eru lykilin til eitt gott samstarv
- Strategisk hugsandi, sum sær heildina: Evnið at síggja samanspælið millum tøkni, organisatión, starvsfólk og ikki minst, heilsufakliga tørvin
- Góð samskiftisevni og kann umseta kompleksitet til einfalt mál fyri bæði tekniskar eins og ikki-tekniskar starvsfelagar
- Megnar at umseta krøv og ynskir til haldbarar tekniskar loysnir.
(vit loyva eisini rætta viðkomandi rímiliga tíð at menna og vaksa seg inn í leiklutin sum arkitektur)
Formell krøv
- Viðkomandi hægri útbúgving innan KT á minimum bachelor støði ella 5 ára skjalfestar royndir sum arkitektur frá líknandi arbeiði
- Royndir við verkætlanarleiðslu er ein fyrimunur
- Royndir við TOGAF, ArchiMate, ITIL ella líknandi kann vera ein fyrimunur
Vit bjóða
- Eitt spennandi og avbjóðandi starv við stórari ávirkan á framtíðar heilsuverkið í Føroyum
- Møguleika fyri førleikamenning
- Eitt dynamiskt og eldhugað arbeiðsumhvørvi.
Løn og setanartreytir: Talan er um eitt fulltíðarstarv, og starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.
Umsóknarfreistin er 16. november 2025. Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Annfinn Thomsen, programmleiðara á telefon +298 783700 ella teldupost annfinn@ls.fo.
Vinaliga søk starvið her.
Okkara visjón er ein framtíðartryggjað loysn fyri alt heilsuverkið, sum setur borgaran í miðdepilin. Loysnin er ein felags journal, sum styrkir tvørgangandi samstarvið. Málið er at stuðla undir heilsu og at lætta um gerandisdagin hjá heilsustarvsfólkum.
Visjónina fyri Sjúkrahúsverkið sært tú við at vitja okkara heimasíðu á www.sjukrahus.fo.