Søgan um Landssjúkrahúsið og Medisinska depil
Á hesi síðuni ber til at lesa um Sjúkrahússøgu Føroya.
Føroysk sjúkrahússøga
Føroysk sjúkrahússøga byrjar miðskeiðis í 16.øld. Á Argjahospitali var pláss var fyri 12 sjúklingum umframt uppisitaranum og familju hansara. Har vóru fólk við smittandi spitalskusjúku (Lepra) avbyrgd. Hospitalið átti fýra merkur av jørð og bát at rógva út við. Í 1752 doyði tann seinasti sjúklingurin við spitalskusjúku, og eftir hetta røkti uppsitarin hospitalsognirnar og tók sær av sjúklingum, ið av og á komu á hospitalið. Í 1828 var Argjahospital og ognir tess seld á uppboði. Sølan fíggjaði nýggja sjúkrahúsið, ið var bygt í Lágabø í Havn.
Gamla Hospital & tíðarskeiðið fram til 1924

Í 1829 stóð Færø Amts Hospital, í dag nevnt Gamla Hospital, liðugt, og var tá mett at vera bæði væl útgjørt og rúmligt. Tá búðu uml. 8000 fólk í Føroyum. Gamla Hospital var einasta sjúkrahús í Føroyum fram til 1898, tá ið sjúkrahúsið í Klaksvík varð bygt, tá við átta seingjarplássum. Suðuroyar Sjúkrahús (Tværå Sygehus) var tikið í nýtslu í 1904 við 12 seingjarplássum. Um hetta mundi tók herviliga tuberklasjúkan seg upp og í 1908 bleiv Sanatoriið bygt í Hoydølum við 32 plássum. Eins og Argjahospital var Gamla Hospital ein sjálvsognarstovunur. Hospitalið fekk fasta upphædd frá jarðarkassanum og seyð frá ávísum kongsfestum. Harumframt rindaðu sjúklingar, høvdu tey ráð til tess, sjálvi fyri røkt og viðgerð. Um undirskot var, rindaði fátækrakassin munin.
Fyrstu árini virkaði Gamla Hospital bæði sum sjúkrahús og forsorgarstovnur fyri fátæk og óhjálpin. Ólekiliga sjúk fingu ikki innivist á hospitalinum. Í 1857 varð ein reglugerð samtykt, og nú var tað mett ótíðarhóskandi at blanda virksemið sjúkrahús og fátækrahús saman, og tí var møguleikin hjá teimum fátæku at búgva á hospitalinum skerdur. Cellan, ið varð bygd í 1879, varð nýtt til sálarsjúk, og har var pláss til fýra fólk.
Tá ið nýtt sjúkrahús var tikið í nýtslu í 1924, varð Gamla Hospital selt og nýtt til privatan bústað. Í 1941 keypti Tórshavnar Skipasmiðja celluna til arbeiðsmenn og handverkarar. Hon stóð uppi til 1977. Seinni keypti Tórshavnar Skipasmiðja Gamla Hospital, og tá ætlanin var at taka tað niður, tóku nakrar eldsálir stig til at varðveita húsið og gera tað til hospitalssavn. Tórshavnar Skipasmiðja lat áhugabólkinum Gamla Hospital, og í 1999 samtykti Tórshavnar býráð at leggja eitt øki av oman fyri Müllers Pakkhús til Gamla Hospital, soleiðis at tað skuldi verða staðsett so nær sínum upprunaliga umhvørvi, sum gjørligt.
Dronning Alexandrines Hospital (1924-1960)

A-bygningurin
Dr. Alexandrines Hospital var tikið í nýtslu 23. februar 1924. Upprunaliga var sjúkrahúsið ætlað 52 sjúklingum. Samanlagt arbeiddu 28 fólk á hospitalinum tað fyrsta árið. Ein yvirlækni, ein hjálparlækni, tríggjar sjúkrasystrar og níggju sjúkrasystranæmingar. Aftur at teimum vóru ein økonoma við einum hjálparfólki, massøsa, vaskaríleiðari, portørur, sum eisini var ketilpassari og húsavørður, og átta gongsgentur.
Longu í 1934 vísti Pauli Dahl, yvirlækni, í einum skrivi til danske løgmálaráðið á, at brúk var fyri at út- og umbyggja sjúkrahúsið. Tá hevði sjúkrahúsið fingið tveir bygningar afturat, eina tuberkladeild, vanliga nevnd TB, sum var bygd í 1927, og eitt farsóttarhús, bygt í 1933. Seinni vóru tvær barakkir bygdar til børn, ið høvdu brúk fyri at koma fyri seg eftir sjúku, og eitt hús bygt at hýsa starvsfólkum. Allir hesir bygningar eru burtur í dag. Í 1956 varð nýtt hús (núverandi C-bygningurin) bygt at hýsa eini deild fyri farsóttarsjúklingar og eini deild fyri giktsjúk.
Vaksandi virksemi í somu umstøðum
Í 1958 sendi leiðslan á Dronning Alexandrines Hospital eina skrivliga áheitan til Landsstýrið og fíggjarnevndina í Fólkatinginum um at taka stig til at útbyggja verandi sjúkrahús soleiðis, at tað kundi koma at virka sum meginsjúkrahús fyri Føroyar. Í skrivinum stóð:
"Nu har vi på Færøerne et moderne sygehus i Tværå, og fornylig er der bevilget penge til modernisering af Klaksvig sygehus. Imidlertid ligger vores såkaldte ”centralsygehus” i en elendig forfatning. Efter vor mening burde Dr. Alexandr. Hospital for adskillige år siden være blevet udbygget som et centralsygehus med kirurgisk, medicinsk, røntgen, øre- og øjenafdeling …
I alle disse år, har R.H. i København fungeret som Færøernes centralsygehus, og får vi ikke nu bygget et nyt sygehus eller udbygget det bestående Dr. Alexandr. Hospital tilstrækkeligt, så vi kan få et fuldt moderne centralsygehus, så må R.H. fortsat virke som centralsygehus. Det betyder som bekendt 2-3 dages sørejse, da Færøerne er et af de få steder i verden, som ikke kan beflyves i fredstid."
Um hetta mundið var starvsfólkatalið vaksið úr 28 upp í 90 fólk, og í miðal vóru 150 sjúklingar innlagdir samstundis. Men hóast talið á seingjarplássum var hækkað við nýbygningi, so vóru viðgerðarumstøðurnar og heilsurøktarskipanin hjá starvsfólkunum stórt sæð tey somu sum í 1924.
Gerandisdagurin á D.A.H.
Eftir Sannu Dahl Niclasen , røntgenlækna
Á Dronning Alexandrines Hospital var ógvuliga trongligt. Á sjálvum sjúkrahúsinum vóru tríggjar sjúklingadeildir, tvær á niðaru gongini og ein á teirri ovaru. Høvuðsinngongdin var tá mitt fyri á sjúkrahúsinum. Beint innan fyri inngongdina var ein trappu upp á ovaru gongd. Komin inn á gongina á niðaru gongd vóru tvær einastovur mitt fyri, og tað vóru tær einastu einastovurnar í øllum bygninginum. Til vinstru var deild A, ið var mest mannfólkadeild og høgrumegin var so deild B, ið var mest konufólkadeild, og her lógu songarkonurnar. Longst til høgru var ein stór barnastova, og millum børnini vóru altíð einar 2-3 smágentur, ið fingu viðgerð við gips fyri mjadnabrek (luxatio coxae congen).
Fyri endanum av niðaru gongdini hesumegin vóru 2 “cellur” til sinnissjúk. Hetta vóru tvey óhugnalig rúm við berum veggjum, og mitt í rúminum stóð ein ”song”, ið ikki var annað enn ein breiður kassi. Óhugnaligt helt Sanna tað eisini vera, tá tað stundum gjørdist neyðugt at binda hesi neyðar menniskju føst í “songina” við leðurreimum. Tað var nakað av tí mest skelkandi, at tað enn vóru so ringar og ómøguligar umstøður at hýsa sinnissjúkum.
Longst til vinstru, ella eystantil, lá operatiónsgongin í framhaldi av deild A. Her var eisini ógviliga trongligt. Øðrumegin gongina oman móti sjónum var ein operatiónsstova, eitt sokallað skolirúm og eitt lítið rúm, sum var nýtt til skifting og til kanning og her stóð autoklava.

Hinumegin gongina var skrivstovan hjá yvirlæknanum, og við síðuna av henni lá eitt lítið rúm til røntgenkanningar. Har stóð tað einasta røntgentólið, sum sjúkrahúsið átti um hetta mundið. Tað var eitt yvirborðssrør, sum var nýtt bæði til gjøgnumlýsingar til kanningar av til dømis maganum og til røntgenfotografering av beinagrindini, sum t.d. beinbrot. Við síðuna av yvirlæknaskrivstovuni var eitt lítið baðirúm við brúsuhentleika. Hetta rúm var samstundis brúkt til at framkalla myndir í. Hvørja ferð ein røntgenmynd varð tikin, mátti sjúkrasystirin fara ígjøgnum skrivstovuna hjá yvirlæknanum fyri at framkalla myndina.
Tað áður nevnda røntgenrørið var lívshættisligt. Háspenningsleidningarnir hingu leysir niður úr báðum endum á rørinum. Tvær ferðir komu fólk illa fyri og fingu stoyt. Fyrst var tað hjálparlæknin, Vilstrup, og seinnu ferðina var tað ein sjúkrasystranæmingur. Tey mistu bæði vitið, men komu tíbetur fyri seg aftur. Í 1953 fekk sjúkrahúsið eitt nýtt og minni vandamikið røntgenrør. Hetta var, tá ið nýggj røntgendeild varð skipað í kjallaranum í tí høli, sum fyrr hevði verið bústaðurin hjá 1. hjálparlækna.
Í kjallaranum var matstova til alt starvsfólkið, og við síðuna av var køkurin. Í kjallaranum var eisini rúm til fysioterapi. Har var baðirúm og rúm til heitar pakningar og til diathermi. Við síðuna av køkinum var rúm til ljósviðgerð, kolbualjós. Hetta var nýtt serstakliga til sjúklingar við tuberklum í beinagrindini. 
Landssjúkrahúsið verður útbygt (1960-1972)

B-bygningurin, Barakkin og Statshospitalið
Í juni 1962 var grundarsteinurin lagdur til stóra nýggja sjúkrahúsbygningin, B-bygningin, og við hesum broytti Dronning Alexandrines Hospital navn til Landssjúkrahúsið. Navnabroytingin avspeglaði ætlaðu menningina um Landssjúkrahúsið sum meginsjúkrahús við læknafrøðiligum serøkjum og serdeildum.
Útbyggingin fevndi eisini um eina barakk til tuberkladeild og røktardeild sjúklinga- og viðgerðarbygningi í 9 hæddum, umframt umbygging av farsóttarbygninginum, C-bygninginum, til skrivstovur og umbygging av gamla høvuðsbygninginum, A-bygninginum, til føðideild og seingjadeild. Barakkin, E-bygningurin, stóð liðug á vári 1962 og var ætlað sum fyribilsloysn til tuberklasjúklingar, sum vóru fluttir úr Hoydølum oman í barakkina. Sanatoriið skuldi brúkast til real- og studentarskúla.
Í 1967 vórðu fyrstu partarnir av B-bygninginum tiknir í nýtslu, og á vári 1969 vórðu seinastu sjúklingarnir fluttir úr A-bygninginum yvir í B-bygningin.
Statshospitalið, sum psykiatriska sjúkrahúsið varð nevnt, lat dyrnar upp í oktobur 1969. Í januar 1977 var tað lagt undir sjúkrahúsverkið sum Psykiatrisk deild á Landssjúkrahúsinum.
Sæð undir einum var útbyggingin av Landssjúkahúsinum og byggingin av Statshospitalinum størsta almenna byggiverktælan í Føroyum nakrantíð.
Psykiatri í Føroyum
Í skrivinum frá 1958 til Fólkatingið og Landsstýrið vóru viðurskiftini hjá sálarsjúkum í Føroyum lýst:
"Opførelsen af dette hospital (D.A.H.) betød et stort fremskridt inden for sygdomsforholdene, som da var alt andet end tidssvarende her på øerne. Det var da en forudsætning, at der hurtigt skulle bygges et sindsygehospital på Færøerne, hvilket der også var givet udtryk for i de årlige medicinalberetninger (spørgsmålet om bygning af et sindsygehospital blev egentlig rejst så tidligt som i 1847 af daværende landkirurg Regensburg). Man nøjedes derfor med at indrette 2 ”celler” til sindsyge på Dr. Alexandr. Hosp. i stedet for de 4 som fandtes på det gamle Færø amts sygehus. …
Under krigen (1939 – 45) måtte man nødtvunget sende en stor del af de sindsyge til Skotland, til trods for den farefulde sejlads. Siden krigen har der konstant været 60-70 sindsyge patienter på S.N.S (Statshospitalet i Nykøbing Sjælland) og visse grupper af dem går i en evig vandring mellem S.N.S. og Dr. Alexandr. Hosp."
Landssjúkrahúsið verður skipað í tríggjar deildir
Í 1958 vóru tingingar um at broyta normeringina á sjúkrahúsinum, soleiðis at tað kundi býtast sundur i heiliráðdeild (medisinsk deild) og skurðdeild. Sjálvt um hølisumstøðurnar vóru stak ringar, so var tað neyðugt tá at fáa medisinskan serkunnleika í sjúkrahúsverkinum vegna tær stóru broytingar, sum høvdu verið á øllum økjum.
Trupulleikar vóru eisini við útbúgvingini av sjúkrasystrum ið var ov tilvildarlig. Veturin 1958/59 vóru eingir næmingar tiknir inn. Ætlanir vóru frammi um at fara undir nýggjan sjúkrasystraskúla, men úr heilsumálastýrinum varð sagt, at tað bar ikki til at hava sjúkrasystraskúlan so leingi D.A.H. var blandað sjúkrahús. Tí bar ikki til at stovna skúla fyrr enn sjúkrahúsið varð býtt sundur í heiliráð- og skurðdeild. Hetta gjørdist veruleiki, so fyrstu næmingarnir á Sjúkrasystraskúlanum vóru tiknir inn frá 1. januar 1960. Sjúkrasystraskúlin var ein av beinleiðis orsøkunum, at tað brádliga gekk so skjótt við at býta sjúrkahúsið sundur.
Tann 1. februar 1960 varð hospitalið veruliga býtt sundur. Pauli Dahl varð verandi yvirlækni á Skurðdeildini. Bent Jensen varð settur sum yvirlækni á Heiliráðdeildini, og Røntgendeildin varð skipað sum ein serskild deild við Sannu Dahl Niclasen sum yvirlækna. 