Gransking betrar um sjúklinganøgdsemi
Á sættu hædd í B-bygninginum á Landssjúkrahúsinum er nær um manntómt. Sjúklingar og starvsfólk, sum einaferð húsaðust her, eru flutt í H-bygningin. Men tá tú stígur úr elevatorinum á B6, hoyrist eitt fjart ljóð frá einum knappaborði. Og snarar tú til høgru, sæst ljós í tí eini stovuni, sum í dag er umskipað til ein granskingar miðdepil hjá Skurðdeplinum.
Her situr Pætur Mikal Holm, fysioterapeutur, ph.d. og granskingarsamskipari. Her fært tú onga viðgerð, men arbeiðið, sum verður gjørt her, hevur týdning fyri hundraðtals føroyingar. Talan er um eina skipaða og granskingargrundaða menning av viðgerðini hjá fólki við slitgikt – serliga teimum, sum skulu skifta knæ ella mjødn.
KLIMAKS – nýhugsandi skurðviðgerð
Í 2025 varð verkætlanin KLIMAKS sett í verk. Hetta er ein nýhugsandi skipan fyri sjúklingar, sum skifta knæ- ella mjadnalið.
Endamálið er at leggja viðgerðina um til sokallaða fast-track skipan. Tað merkir ikki, at nakað verður skundað ígjøgnum uttan atliti til trygd. Tvørturímóti byggir skipanin á nýggjastu altjóða gransking og tvørfakligt samstarv millum læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og fysioterapeutar. Umskipannin hevur tískil til endamáls at økja um trygdina, nøgdsemi, produktiónina og kvalitetin á viðgerðini hjá sjúklingunum.
Niclas H. Eysturoy, yvirlækni og ph.d., leiðir verkætlanina, meðan Pætur – sum hevur granskað í slitgikt í nógv ár – samskipar granskingarpartin saman við Onnu Sofíu Hjalt Mohr, sum starvast sum granskingarsjúkrarøktarfrøðingur.
Uppgerð við gamlar siðvenjur
Fyrr hevur tað verið vanligt í Føroyum, at sjúklingar lógu leingi á sjúkrahúsi aftaná knæ- og mjadnaskurðviðgerðir. Teir vóru væl ansaðir, ofta sendir á hvíldarheim, og gongdin var rólig og í teirra tempo.
Fast-track skipanin ger upp við hesa siðvenju.
Tað vandamiklasta staðið á einum sjúkrahúsi er songin. Liggur tú ov leingi, versnar likamliga støðan, og vandin fyri fylgisjúkum økist.
Tí er dentur nú lagdur á:
- at fáa sjúklingin skjótt úr songini
- at byrja virkna endurvenjing beinanvegin
- at fáa fólk skjótt út aftur í gerandisdagin
Gransking vísir, at innkalling til endurvenjing á sjúkrahúsi ikki er meira effektiv enn ein væl skipað endurvenjingarætlan heima. Tí er nýggi leisturin, at sjúklingar verða útskrivaðir stutt eftir skurðviðgerð og fylgja eini greiðari venjingarætlan heima.
Hetta styttir innleggingartíðina, sum í dag er umleið 24 tímar í miðal, og gevur fleiri songjarpláss til álvarsligari sjúkur.
Úrslitini tala fyri seg
Ein týðandi partur av KLIMAKS er dátugrunnurin.
Allir luttakarar svara spurnabløðum áðrenn og eftir skurðviðgerð, meðan tey eru innløgd, og upp til tvey ár aftaná skurðviðgerð. Eisini verða kliniskar dátur skrásettar av heilsustarvsfólki.
Slitgiktasjúklingar eru sostatt millum teir sjúklingabólkarnar í Føroyum, sum verða fylgdir nærmast.
Sjálvt um talið av skurðviðgerðum er hækka við umleið 50% samaborið við undanfarnu ár, er nøgdsemi millum sjúklingarnar, sum eru partur av granskingarverkætlanini, sera høgt. Á einum stiga frá 0-100, har 100 er tað besta, vísir tað seg, at miðalnøgdsemi millum sjúklingar er á 94. Hetta talið er óvanliga høgt. Hóast tølini ikki eru endaliga greinaði enn, gevur hetta eina greiða ábending um høgt sjúklinganøgdsemi og prógvar, at granskingin gevur úrslit.
Ein skurðlækni kann vera nøgdur við sítt arbeiði, men veruliga góðskustemplið er røddin hjá sjúklinginum. Og her vísa tølini, at sjúklingarnir kenna seg tryggar og væl viðgjørdar.
Gransking og menning ganga hond í hond
Betranarátøkini eru ikki tikin úr leysari luft. Tey byggja á nýggjastu altjóða gransking og verða samstundis brúkt til at menna føroyska vitan á økinum.
Har verður grundarlagið lagt fyri einari framtíðartryggari og effektivari viðgerð av slitgikt í Føroyum. Heilsuverkinum og sjúklingunum at frama.