Hjartaambulatoriið
Hjartaambulatoriið er býtt upp í fýra eindir.
Kardiologiska starvsstovan kannar og útgreinar persónar við hjartasjúkum, bæði tey sum eru sjúk og útgreinað, og tey sum eru undir illgruna fyri at hava eina hjartasjúku. Á kardiologisku starvsstovuni starvast tveir royndir sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava eftirútbúgving í hjartasjúkum og ekkokardiografi. Kardiologiska starvsstovan er á G3 á Landssjúkrahúsinum.
Hjartarehabilitering er fyri sjúklingar, sum hava æðrakálking og hava fingið ballón- ella stentviðgerð, by-pass, aortaanerismur og fyri sjúklingar, sum hava fingið skift hjartaklaff. Hjartarehabiliteringin hevur til endamáls at bøta um virkisføri hjá sjúklingunum, minka um sjúkueyðkenni, avlamni og at læra sjúklingin at liva við síni sjúku. Arbeiðið fer fram í tøttum samstarvi við lækna og læknaskrivara. Sjúkrarøktarfrøðingarnir kunnu ávísa til fysioterapeut og kostráðgeva. Sosialráðgevin og sálarfrøðingurin á Landssjúkrahúsinum kunnu veita ráðgeving, um tørvur er á tí. Hjartarehabiliteringin er mannað við tveimum kardiologiskum sjúkrarøktarfrøðingum og heldur til í E-lonini.
Á Eindini fyri atrieflimmran fáa tit kunning um atrieflimmran og blóðtynnandi heilivág. Sjúkrarøktarfrøðingar, sum starvast á Eindini fyri atrieflimmran hava kardiologiska eftirútbúgving og starvast eisini við hjartasjúku á seingjadeild. Arbeiðið fer fram í tøttum samstarvi við lækna og læknaskrivara. Eindini fyri atrieflimmran er staðsett á G3.
Á Eindini fyri hjartaviknan læra tit um eginumsorgan og at meistra lívið við hjartaviknan. Í Eindini fyri hjartaviknan starvast tveir royndir sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava kardiologiska eftirútbúgving. Arbeiðið fer fram í tøttum samstarvi við lækna og læknaskrivara. Sjúkrarøktarfrøðingarnir kunnu ávísa til fysioterapeut, kostráðgeva og sálarfrøðing. Sosialráðgevin og sálarfrøðingurin á Landssjúkrahúsinum kunnu veita ráðgeving, um tørvur er á tí. Eindin fyri Hjartaviknan heldur til á G3 á Landssjúkrahúsinum.
Samband
Deild
HjartaambulatoriiðJ.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
Leiðandi starvsfólk
Katrin á Lakjuni , funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur Elisabeth M. Hjaltalin , funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur Rudi Kollslíð , yvirlækni Jan Jóannesarson , yvirlækni Jan Rasmussen , yvirlækni og depilsleiðariHent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.