Rannsóknarstovan á Landssjúkrahúsinum
Uppgávan hjá Rannsóknarstovuni er at savna kanningartilfar og býta tað út til tær ymisku sergreinar, sum gera kanningarnar. Serøkini eru mannaði av bioanalytikarum umframt einum serlækna í patologi.
Ávísing frá lækna krevst
Tað er neyðugt við ávísing frá kommunulækna, sjúkrahúslækna ella serlækna, um tú skalt taka blóðroynd, EKG, ella fáa gjørt aðrar kanningar á Rannsóknarstovuni.
Svar uppá prøvar og kanningar
Svar á kanningar fæst við at venda sær til egnan lækna.
Svartíðin uppá blóðroyndir o.a. kanningar er ymisk – frá tímum til dagar og vikur.
Rannsóknarstovan er ein tænastudeild sum fevnir um 6 serøkir:
Klinisk biokemi
Klinisk biokemi ger kanningar innan hematologi, bio- og immunokemi, koagulatión og aðrar smáanalysur.
Flestu kanningar verða gjørdar av blóði, men eisini annað tilfar so sum land, skarn, sáð, spinalvæta og aðrar vætur verða kannaðar.
Kanningartilfarið kemur frá ambulantum og innløgdum sjúklingum á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar- og Suðoyar Sjukrahúsi, umframt at kommunulæknar runt landið eisini senda royndir til kanningar.
Starvsfólk
Deildarbioanalytikari er Marita Simonsen.
Umframt deildarbioanalytikaran manna 3-4 bioanalytikarar deildina dagliga, umframt at taka blóðroyndir og EKG á innløgdum og akuttum sjúklingum.
Svar
Svar uppá akuttar kanningar fyriliggja innan 1-2 tímar. Svar uppá vanligar rutinukanningar fyriliggja innan 2 gerandisdagar, tó verða onkrar kanningar bert gjørdar einaferð um vikuna. Kanningarsvar frá útlenduskum rannsóknarstovum fyriliggja vanliga innan 1-2 vikur, men í ávísum førum upp í fleiri mánaðir.
Samband
Tel. 304520 ella á teldupostadr. laboratorie@ls.fo
Klinisk immunologi/Blóðbanki
Deildin fyri Klinisk immunologi/Blóðbakin hevur sum høvuðsendamál at tryggja blóð til sjúklingar sum hava tørv á blóðtransfusión. Hetta umfatar kanningar av blóðroyndum frá sjúkingi og frá blóðgevum. Blóðbankin hevur ábyrgd av at at veita tað blóð, sum tørvur er á. Fyri at røkka hesum, er altíð ein ávís mongd av blóði á goymslu. Blóðbankin tappar umleið 40 blóðgevar um vikuna.
Tappidagar á Landssjúkrahúsinum eru vanliga: miku- og hósdag kl. 8:15 til 14:00.
Starvsfólk
Deildarbioanalytikari er Joan M. Petersen.
Umframt deildarbioanalytikaran arbeiða 2-3 bioanalytikarar yrkadagar, og á tappidøgum 4-5 bioanalytikarar.
Samstarv
Blóðbankin samstarvar við blóðbankan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðoyar Sjúkrahúsi og blóðbankan á Ríkissjúkrahúsinum.
Svar
Svar fyriliggur vanliga sama dag sum prøvin er tikin.
Samband
Tel. 304521 ella á teldupostadr. bbank@ls.fo
Vilt tú gerast blóðgevi?
Fyri at geva blóð krevst, at tú
- ert millum 18 og 60 ár,
- ert frísk/ur og hevur góða heilsu og
- vigar í minsta lagi 50 kg
Er heilsan góð, kunnu blóðgevar geva blóð til 65 ára aldur
Far inn á heimasíðuna gevblod.fo har tú finnur meir kunning og tilmeldingarblað.
Skal tú geva blóð
Blóðbankin heldur til á G0 og hevur inngongd har sum kapellið áður hevur verið. Parkeringsbásar eru merktir av einans til blóðgevar. Blóðbankin er opin gerandisdagar kl 8:00-15:00, men tappidagar á Landssjúkrahúsinum eru vanliga einans: miku- og hósdag kl. 8:15 til 14:00.
Ivast tú í onkrum ella hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 304521 ella á teldupostadr. bbank@ls.fo.
Klinisk patologi
Deildin ger vevnaðar- og kyknukanningar fyri at kanna um broytingar eru í.
Kanningartilfar
- vevnaður (histologi)
- tað, sum verður tikið burtur við operatión á sjúkrahúsi og hjá lækna (ambulant)
- kyknur (cytologi)
- alt flótandi tilfar ella útstrok t.d. blóð og væta
- tilfar frá undirlívskanningum (vaginal-cytologi)
Starvsfólk
Deildarbioanalytikari Gunnrið Jóanesarson. Umframt deildarbioanalytikaran manna 1-2 bioanalytikarar og ein patologur deildina dagliga
Svar
Tað er ymiskt, hvussu long svartíðin er á teim ymisku kanningunum. Er talan um bráð-skurðviðgerð, har læknin bíðar eftir svari, tekur hetta umleið ½-1 tíma (mikroskopi). Kanningartilfarið verður eisini sent til Ríkissjúkrahúsið til víðari kanningar (sum ikki kunnu gerast á Landssjúkrahúsinum), og roknast við eini svartíð uppá uml. 5 gerandisdagar.
Allar kanningar, sum verða gjørdar á patologisku deild, ella sendar til Ríkissjúkrahúsið, verða skrásettar. Svar frá Ríkisskjúkrahúsinum verða send við tryggum telduposti til patologisku deild, og send ávísandi lækna við telduposti ella posti.
Avrit av øllum patologisvarum verða goymd á Landssjúkrahúsium.
Samband
Tel 304500, lokal 5604 ella patologi@ls.fo
Telefontíð
Mánadag - fríggjadag: kl. 10:00 - 12:00
Screening fyri lívmóðirhálskrabba
Reglulig screening fyri lívmóðurhálskrabba
Allar kvinnur í aldursbólkinum 25-60 ár fáa bjóðað regluliga fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba. Hetta verður gjørt við einari einfaldari kanning hjá kommunulæknanum. Endamálið er at diagnostisera forstig til lívmóðurhálskrabba og kunna veita viðgerð skjótast gjørligt.
Um lívmóðurhálskrabba
Krabbamein í lívmóðurhálsinum rakar oftast kvinnur í bestu árum, og tað kemur meira enn so fyri hjá ungum kvinnum eisini. Kyknubroytingar kunnu vera til staðar leingi, áðrenn tær broytast til veruligt krabbamein. Tað ber til við einari einfaldari kanning hjá kommunulæknanum at taka eitt sindur av slími við lívmóðurmunnan til kanningar fyri kyknubroytingar. Leingi áðrenn nakað sæst við berum eygum, kunnu vera broytingar í kyknunum, sum bert síggjast við sjóneyku. Tí verða kvinnur í nevnda aldursbólki vanliga innkallaðar triðja hvørt ár.
Hvør kann kannast
Allar kvinnur í aldursbólkinum 25-60 ár fáa innkallingarbræv frá Landssjúkrahúsinum triðja hvørt ár við eini áminning um, at tíð er til nýggja kanning hjá egnum kommunulækna. Tú ringir sjálv til kommunulæknan og biður um eina tíð. Hevur tú ikki fingið innkallingarbræv, eigur tú at ringja til Landssjúkrahúsið á tel. 304518 millum kl 10.30-12.30 og gera vart við, at tú ikki fært innkallingarbræv.
Hvussu gongur kanningin fyri seg?
Kommunulæknin skavar eitt sindur av slími við lívmóðurhálsmunnan við eini lítlari bust. Tú fært ikki ilt av hesum. Í slíminum finnast kyknur. Kyknuroyndin verður send til patologisku deild á Hvidovre sjúkrahús til kanningar.
Hvussu fært tú svar?
Svarið verður sent aftur til tín kommunulækna og avrit til patologisku deild á Landssjúkrahúsinum. Tú og kommunulæknin avgera hvussu tú fært svarið.
Hvat vísur svarið?
Normalar kyknur.
Tær flestu kanningar vísa normalar kyknir. Tað merkir at tú fært bræv við áminning um nýggja kanning triðja hvørt ár.
Óegnað kyknuroynd
Tað merkir, at ov fáar kyknir vóru í royndini, ella at tilfarið varð ov blóðugt. Kanning má í slíkum føri gerast av nýggjum.
Kyknubroytingar
Tá víkja kyknurnar frá tí normala, og síggja øðrvísi út. Orsøkin kann verða bruni, irritatión, eftir føðing ella annað.
Slíkar broytingar verða býttar upp í undanstigini: lætt, miðal og høgt stig. Hesi stig kunnu krevja ávikavist hálvt ára kanning hjá kommunulækna, 1 ára kanning hjá kommunulækna ella kanning hjá gynækologi. Við kanning hjá gynækologi sendir kommunulæknin eina ávísing til Landssjúkrahúsið.
Klinisk mikrobiologi
Mikrobiologiskar kanningar verða gjørdar av tilfari eitt nú blóði, ekspektorati, landi, hálsi- og sárpotanum, spinal- og øðrum vætum, har mistanki er um bakteriellar infektiónir.
Flest allar royndir verða kannaðar (við dyrkan) fyri vanligt fyrikomandi sjúkuelvandi bakteriur. Eru bakteriur í, verður kannað, hvat slag av bakterium talan er um, og hvat antibiotika skal nýtast fyri at basa bakteriunum.
Bakteriur hava eina gróðrartíð uppá minst 18 tímar.
Veksandi tal av PCR-kanningum verða gjørdar fyri m.a. Chlamydia, MRSA, Inf A/B, Covid-19, Atypiska pneumoni og fleiri aðrar.
Starvsfólk
Deildarbioanalytikari er Marianna Kunoy.
Umframt deildarbioanalytikaran eru 1-2 bioanalytikarar sum manna deildina gerandisdagar. Leygardag er 1 bioanalytikari á deildini.
Bílegging/svar
Mikrobiologiskar kanningar verða bílagdar gjøgnum Cosmic og dyrkanarsvar fyriliggur eftir uml. 2-3 døgum. Á PCR kanningum, og dyrkanum har ongin gróður er av sjúkuelvandi bakterium, fyriliggur svar oftast longu næsta gerandisdag eftir at tilfarið er móttikið/dyrkað.
Samband
Tel. 304520 lokal 5608 ella á teldupostadr. mikrolab@ls.fo
Klinisk fysiologi og nuklearmedicin og Klinisk neurofysiologi
Klinisk fysiologi og nuklearmedicin
Kanningar sum verða gjørdar á deildini fevna um bæði innlagdar og ambulantar sjúklingar og er:
- BMD skanning (kalkskanning)
- Spirometri (lungna-funktionskanning)
- Nuklearmedisinskar kanningar - scintigrafiir:
- Beinagrind scintigrafi
- Thyreoidea scintigrafi (skjaldkertil)
- Lungna scintigrafi
- Renografi (nýrakanning)
- Nýrascintigrafi
Ávísing
Kommunulækni ávísir til allar viðgerðir og kanningar
Starvsfólk
Ábyrgdarhavandi lækni á deildini er yvirlækni Marita av Steinum.
Á deildini starvast tveir sjúkrarøktarafrøðingar, Maud av Fløtum og Ebba Andreasen, á hálva tíð.
Scintigrafiir verða gjørdar í samstarvi við bioanalytikarum frá Rannsóknarstovuni.
Svar og svartíð
Á innløgdum sjúklingum eru flestu úrslit tøk sama dag.
Á ambulantum sjúklingum eru flestu úrslit tøk dagin eftir.
Svar uppá kanningar verða givnar av ávísandi lækna.
Samband
Lungna ambulatorie tlf. 304500 lokal 5608, aðrar kanningar lokal 6077
Neurofysiologi
Samband
Deild
Rannsóknarstovan á Landssjúkrahúsinum100 Tórshavn
Bygningur G, Hædd 0
Leiðandi starvsfólk
Birita K. Samuelsenbirje@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.