Vikuskiftisarbeiði í Tænastudeildini
Leitar tú eftir arbeiðið í vikuskiftunum, so søkja vit á Tænastudeildini á Landssjúkrahúsinum eftir tímaløntum starvsfólkum at byrja 1. desember 2025 ella skjótast gjørligt.
Arbeiðstíðir
Tú hevur eina til tvær vikuskiftisvaktir um mánaðan. Klokkutíðirnar í vaktunum eru hesar:
- Leygardagar kl. 10.00 til 14.00
- Sunnudagar kl. 10.00 til 14.00
Arbeiðsuppgávur:
Í høvuðsheitum umfatar starvið hesar arbeiðsuppgávurnar innan reingerð og í songjarreiðing.
- Í songjarreiðing standa starvsfólkini fyri, at allar sengur eru reinar og uppreiddar, so tær eru klára at fara upp á deildirnar til sjúklingarnar.
- Reingerð av Forhøllini, so hendan er rein og ruddilig til tey, ið koma á gátt á Landssjúkrahúsinum.
Upplæring verður við starvsbyrjan.
Um teg:
- Tú ert fyrikomandi
- Tú gongur høgt upp í reinføri
- Kann arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Tænastudeildina á telefon 304614, ella skriva til Súsannu Nolsøe Dahl, susanna.nolsoe@ls.fo
Setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar arbeiðskvinnufelag.
Umsóknarfreistin er 27. november 2025.
Vinaliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.