11 Ambulantviðtala LS 3
Landssjúkrahúsið

Medisinskt ambulatorium

Medisinskt ambulatorium á Medisinska deplinum fevnir um 14 sergreinar, ið eru skipað í hvør sítt ambulatorii á trimum ymiskum støðum á Landssjúkrahúsinum. 

Fleiri ymiskir fakbólkar starvast á Medisinsku ambulatoriunum, og bjóða vit ymiskar viðgerðir, kanningar og viðtalur hjá serlæknum og sjúkrarøktarfrøðingum. Tveir dietistar eru knýttir at Medisinsku ambulatoriinum. 

Á Medisinska ambulatoriinum er eisini Palliativa toymið, ið veitir palliativa røkt til innlagdar og ambulantar palliativar sjúklingar.

Á G3 eru:

  • Blóðsjúkuambulatorium
  •  Hjartaambulatorium
  • Livur/maga/tarm ambulatorium
  • Kliniskt Nuklearmedisinskt ambulatorium
  • Krabbaambulatorium
  • Dialysuambulatorium
  • Giktambulatorium
  • Palliativa toymið

Sigmundargøta 5:

  • Arbeiðsmedisinskt ambulatorium

Í Útistovu eru:

  • Nýraambulatorium
  • Neurologiskt ambulatorium
  • Húðambulatorium
  • Steno Mistøðin

Í E-lonini eru:

  • Lungaambulatorium
  • Hjartarehabiliteringin
Um Medisinska depilin

Medisinski depilin viðger medisinskar sjúkur og tekur sær av viðkomandi kanningum.

Á Medisinska deplinum eru serøkini: hjartasjúkur, lungnasjúkur, heilabløðing, heilatøppar og sjúkur í nervalagnum, nýrasjúkur, giktasjúkur, stoffskiftissjúkur, diabetes, maga- og tarmsjúkur, krabbameinssjúkur, blóðsjúkur, húðsjúkur og infektiónsmedisin.

Medisinski depilin fevnir um tríggjar medisinskar seingjardeildir, medisinskt ambulatorium og eina fyrisitingarliga eind.

Á Medisinska deplinum starvast áleið 200 starvsfólk.

Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, Birna Mohr Joensen, og leiðandi yvirlækni, Jan Rasmussen, mynda í felag depilsleiðsluna á Medisinska deplinum.

Telefonnummur og telefontíðir hjá læknaskrivararunum á Medisinsku ambulatoriunum

Móttøkan G3 
Tlf. 304630
Telefontíð 8.00 - 15.00

Lungamedisinskt ambulatorium (lungasjúkur)
Tlf. 304631 
Telefontíð 10.30 - 12.30

Neurologiskt ambulatorium 
Tlf. 304632
Telefontíð 10.30 - 12.30

Gastroenterologiskt ambulatorium (livur-, maga- og tarmsjúkur) 
Tlf. 304633
Telefontíð 10.30 - 12.30

Onkologiskt ambulatorium (krabbamein) 
Tlf. 304635 
Telefontíð 10.30 - 12.30 

Kardiologisk starvsstova (hjartasjúkur) 
Tlf. 304636 
Telefontíð 10.30 - 12.30 

Hematologiskt ambulatorium (blóðsjúkur) 
Tlf. 304637 
Telefontíð 10.30 - 12.30

 Nefrologiskt ambulatorium (nýrasjúkur og dialysa) 
Tlf. 304637 
Telefontíð 10.30 - 12.30 

Reumatologiskt ambulatorium (giktasjúkur) 
Tlf. 304638 
Telefontíð 10.30 - 12.30

Dermatologisk ambulatorium (húðsjúkur) 
Tlf. 304639 
Telefontíð 10.30 - 12.30
 
Steno Miðstøðin (diabetes og stoffskiftissjúkur) 
Tlf. 304640 
Telefontíð 10.30 - 12.30

Arbeiðsmedisinskt ambulatorium 
Tlf.31 66 96 / 21 66 96 
Telefontíð 08.00-16.00

 

Samband

Deild

Medisinskt ambulatorium
J. C. Svabosgøta, 41-49

Leiðandi starvsfólk

Eva M. Holm , deildarleiðari
Jóhanna Andreassen , funktiónsleiðari

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós