Sárambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
Sárambulatoriið er partur av Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum. Á sárambulatoriinum taka við okkum av sárviðgerð og sárkanningum. Í 2024 fekk Sárambulatoriið til vega framkomnan distal tátrýstmátara, sum verður nýttur at máta følisansin í fótinum og harvið meta um nervaskaða hjá eitt nú persónum við diabetes.
Sárambulatoriið er mannað við trimum sársjúkrarøktarfrøðingum, ið hava vitan og royndir at arbeiða við sárum og sárviðgerð. Sárambulatoriið hevur skipað samstarv við Steno Miðstøðina um viðgerðina av diabetiskum fótsárum í Sjúkrahúsverkinum.
Heilsustarvsfólk í primera geira kunnu ringja til sársjúkrarøktarfrøðingar á Sárambulatoriinum í arbeiðstíð mán.-týs. og hós.-frí. kl.09.00-15.00, tlf. 30 45 67.
Samband
Deild
Sárambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
Sárambulatoriið, B3
J.C. Svabosgøta 41-49
Tórshavn
J.C. Svabosgøta 41-49
Tórshavn