Hoyriklinikkin søkir eftir avloysara fyri skrivara at byrja skjótast gjørligt
Hoyriklinikkin á Landssjúkrahúsinum heldur til á Oyrna- Nasa-Hálsdeildini á 4. hædd, har eisini Tannlæknin heldur til.
Hoyriklinikkin veitir kanningar og viðgerðir til børn og vaksin við niðursettari hoyrn og trupuleikar við tinnitus. Eisini veita vit tænastu til fólk við BAHA-tólum og CI (cochlear Implant). Harumframt gera vit hoyriscreeningar av nýføðingum í Føroyrum.
Tú kemur at arbeiða sum skrivari fyri ta audiologiska toymið og kemur eisini at arbeiða í tøttum samstarvi við aðrar skrivarar og læknaskrivarar á Skurðdeplinum.
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um:
- Móttøku av sjúklingum
- Koordinering af kalendara
- Samskifti við sjúklingar og avvarðandi
- Journalarbeiði / journalisering
- Bílegging av tólum o.ø. úr Danmark
- Postmóttøka
- Bóking av rokningum
- Ymiskt fyrifallandi arbeiði
Skipanir, ið verða nýttar eru Cosmic, Outlook, Officepakkin og Noah4
Førleikakrøv:
- Skrivstovuútbúgving ella líknandi útbúgving
- Góðan telduførleika
Persónligu førleikakrøv:
- Arbeiðir effektivt
- Samstarvssinnað/ur
- Áhugað/ur í tvørfaklingum samstarvi
- Jalig/ur av lyndi
- Trívist í einum skundmiklum gerandisdegi
- Røkin
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hjørdis í Liða, audiologist á tlf. 252727.
Umsóknarfreistin er 18. september 2025
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.