10 Medisinsksongjadeild 11

Sjúkrarøktarfrøðingur til farloyvisstarv á songjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv á songjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi í tíðarskeiðinum 15.10.2025 ella eftir nærri avtalu til og við 31.08.2026.
Arbeiðstíðin er 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.

Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.

Songjadeildin er ein blandað skurð- og heilivágsdeild við akuttari móttøku. Á deildini eru uml. 30 starvsfólk og 20 seingjapláss. Sum sjúkrarøktarfrøðingur á songjadeildini hevur tú eisini tætt samstarv við aðrar deildir á sjúkrahúsinum.

Vit vænta, at tú
• setir tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
• hevur hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
• hevur góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
• hevur lætt við at organisera og strukturera
• hevur yvirlit í akuttum støðum
• ert fleksibul
• kennir ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
• hevur telduførleika – vit nýta Cosmic
• hevur prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Vit kunnu bjóða
• ein avbjóðandi, áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað
• arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar
• mennandi uppgávur har gerandisdagurin ikki altíð er eins
• skipaða innleiðslu.

Ert tú ikki búsitandi í Suðuroynni og ætlar at flyta til oynna, hjálpa vit til við at finna bústað.

Setanartreytir
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost lisbet@ssh.fo.

Umsókn v.m.
Um hetta hevur tín áhuga gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi tórsdagin 18.09.2025.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara kanst tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús og um okkara visjón, missión og strategimál. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós