L42

Løgfrøðingur ella fulltrúi til HR deildina á Landssjúkrahúsinum

Vit sóknast eftir einum løgfrøðingi ella fulltrúa til HR-deildina á Landssjúkrahúsinum, sum brennir fyri starvsfólkaviðurskiftum og hevur hug at arbeiða á einum stórum og fjølbroyttum arbeiðsplássi, har eingin dagur er eins.  

Starvið er eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv, ið byrjar skjótast gjørligt og verður sett til 31. oktober 2026. 

HR deildin á Landssjúkrahúsinum arbeiðir við øllum, sum hevur við starvsfólk at gera, frá rekruttering, starvsfólkapolitikkum, starvsfólkaløgfrøði og lønarviðurskiftum til menning, útbúgving, trivnað og strategiska organisatiónsmenning. Vit stuðla bæði leiðslu og starvsfólki í at tryggja, at Landssjúkrahúsið er eitt gott og mennandi arbeiðspláss. 

Sum løgfrøðingur ella fulltrúi á HR á deildini fært tú ábyrgdina av starvsfólkarættarligum málum, kærum og innlitismálum, og tú verður við til at endurskoða og menna avtalur og mannagongdir, tá ið tað er neyðugt. Eisini ert tú við til at tryggja at arbeiðsgongdir fylgja starvsfólkapolitikkum, sáttmálum, og tú ráðgevur leiðslu og starvsfólki í starvsfólkarættarligum spurningum. Uppgávurnar eru fjølbroyttar og geva tær bæði fakligar avbjóðingar og møguleikar fyri menning.  

Vit sóknast eftir einum fulltrúa við viðkomandi útbúgving, og sum hevur royndir og áhuga í økinum. Landssjúkrahúsið er eitt stórt arbeiðspláss við nógvum ymiskum fakbólkum, og tí er tað av stórum týdningi, at tú dugir væl at samstarva og samskifta við ymisk fólk. Tú skalt duga at samskifta á føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu. Eisini hevur tað stóran týdning, at tú megnar at rúma einum gerandisdegi við nógvum skiftandi uppgávum og til tíðir høgari ferð. 

Tú kemur at arbeiða á HR deildini saman við 6 starvsfeløgum og HR deildarstjóranum.  

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum 

  • Taka sær av starvsfólkarættarligum uppgávum 
  • Taka sær av innlitsmálum og kærum 
  • Tryggja at málsviðgerð er í tráð við fyrisitingarligar reglur 
  • Vegleiða og ráðgeva leiðarum innan starvsfólkaøkið 
  • Annað fyrifallandi innan økið 

Dentur verður lagdur á 

  • At tú hevur viðkomandi útbúgving so sum cand.jur., master í jura ella aðra viðkomandi útbúgving 
  • At tú hevur royndir við starvsfólka- og fyrisitingarrætti 

Persónligir eginleikar 

  • Tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevni 
  • Tú ert objektiv/ur og dugir at síggja mál frá ymiskum síðum 
  • Tú kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi 
  • Tú hevur áræði og ert ágrýtin 
  • Tú hevur ein jaligan hugburð 

Vit bjóða 

  • Eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv 
  • Ein fakligan, spennandi og mennandi gerandisdag  
  • Eitt fjølbroytt og jaligt arbeiðsumhvørvi 

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og avvarðandi sáttmála. 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Selmu Herup, HR deildarstjóra, tlf. 286863 ella t-post selma@ls.fo 

Umsóknarfreistin er 30. september 2025 

Vinarliga søk starvið her.  

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð. 

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós