Shv

Tekniskur verkætlanarleiðari til nýggja talgilda loysn til heilsuverkið

Hevur tú hug at mynda framtíðar heilsuverkið í Føroyum?

Vit leita eftir tekniskum verkætlanarleiðara í sambandi við okkara nýggju Heilsuskipan. Loysnin fevnir um fylgjandi fimm aktørar innan heilsuverkið; sjúkrahúsverk, kommunulæknar, kommunalar heilsutænastur, heilsutænastur og Apoteksverkið. Hetta er ein einstøk verkætlan við stórari samfelagsligari ávirkan. 

Verkætlanin er skipað í eina programmleiðslu, sum vísir til ein programmstýrisbólk. Afturat programmleiðsluni er knýtt programmskrivstova, umframt tilvísingarbólkar, strategibólkur, ráðgevar og áhugabólkar. Verkætlanin er býtt í verkætlanarspor, sum síðani verða leidd av verkætlanarleiðarum og øðrum. Fyrireikingarnar uppá at skipa innkeypstilgongdina, herundir kravfesting, útboð, val av veitara og loysn eru byrjaðar. 

Tú verður partur av programmskrivstovuni - skrivstovan hevur yvirskipað til uppgávu

  • at vera skrivstovufyrisiting og samskipan fyri samlaða programmið; 
  • at samskipa innanhýsis og uttanhýsis samskifti; 
  • at framleiða og dagføra yvirskipaðar tíðarætlanir og annað tilfar; 
  • at skráseta, samskipa og viðlíkahalda tiltøk, uppgávur og arbeiði í programm- og verkætlanartoymum og amboðum; 
  • at hava fíggjarlig eftirlit og uppfylgjan;
  • at stuðla verkætlanarleiðarum og øðum starvsfólk, við arbeiðinum í ymisku verkætlanum og verkætlanarsporum.

Programmskrivstovan hevur afturat hesum operativa ábyrgd fyri at útvega serkunnleika og serfrøðingar innan til dømis løgfrøði, sáttmálasamráðingar, arkitektur, prosessráðgevar og aðrar ráðgevar, við meira.

Sum tekniskur verkætlanarleiðari fært tú ein virkan og týðandi leiklut í samband við framtíðar heilsuverkið. Umframt at stuðla samlaða Programminum, verður dentur lagdur á at leiða tekniskar verkætlanar og verkætlanarspor í innkeypstilgongdini, umframt eisini at leiða verksetan av ymiskum tekniskum komponentum av nýggju heilsuskipanini seinni í tilgongdini. 

Tínar uppgávur og ábyrgdarøki

  • At leiða tekniskar verkætlanir og spor innan kravfesting, útboð og verksetan av loysn
  • At tryggja at tekniski arkitekturin og dátaintegratiónirnar eru væl lýstar og samsvara við altjóða standardar, td.HL7, FHIR, IHE
  • At tryggja at loysnin stuðlar kliniska arbeiðinum í Heilsuverkinum
  • At fasilitera samstarv og virka sum bindilið millum ymiskar fakbólkar, td. KT starvsfólk, tekniskar tilvísinga- og arbeiðsbólkar, veitarar og aðrar áhugabólkar
  • At tryggja at kravfestingar endurspegla tørvin hjá áhugapørtum - serliga hjá starvsfólkum í Heilsuverkinum
  • Luttaka í tekniskari metan, val av loysn, herundir tekniskar PoC og pilotfasur 
  • Tryggja kjølfesti og engagement millum ymiskar fakbólkar, starvsfólk og leiðarar tvørt av geirum
  • At luttaka í planlegging og fyriskipan av verkstovum og øðrum fora
  • At tryggja tekniska dokumentatión og kravfesting umframt at tíðarætlan, varðar og uppgávur verða gjørdar í tráð við og fylgja yvirskipaða tíðarlinjum og avgerðum

Programmið er av sera stórum samfelagsligum týdningi og eitt eindømi í Føroya søgu innan heilsufakliga talgilding. Arbeiðið er skipað í fleiri fasum, tí er tað ein treyt, at tann ið settur verður, tolir broytingar í starvinum. Td. eftir innkeypstilgongdina verður neyðugt at verkseta loysnina, og tískil er neyðugt at leiða aðrar tekniskar verkætlanir, spor ella annað arbeiði í samlaða Programminum.

Vit vænta, at tú hevur:

  • Drúgvar royndir (minst 5 ár) av tekniskari verkætlanarleiðslu innan KT. Royndir innan heilsuverkið er ein fyrimunur
  • Fleiri ára praktiskar royndir innan PRINCE2 og Agile arbeiðshættir
  • Roydnir og førleikar at arbeiða við stórum tekniskum verkætlanum skipaðar í einum programmbygnaði
  • Góð samskiftisevni - serliga á fremmandum máli, tí tú kemur at hava nógv samskifti við ymiskar útlendskar veitarar
  • Hug og evni til at samskifta við nógvar ymiskar áhugabólkar og veitarar
  • Áhuga fyri talgilding og heilsutøkni
  • Evni at arbeiða skipað, sjálvstøðugt og at taka ábyrgd í einum samansettum verkætlanarumhvørvi
  • Royndir við KT umsitingaramboðum so sum Sharepoint, Microsoft Office, Monday.com ella líknandi

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og avbjóðandi starv við stórari ávirkan á framtíðar heilsuverkið í Føroyum
  • Møguleika fyri førleikamenning
  • Eitt dynamiskt og eldhugað arbeiðsumhvørvi

Okkara visjón: Vit arbeiða við at skapa eina framtíðartryggjaða, borgaravenda talgilda loysn til føroyska heilsuverkið. Okkara mál er at stuðla undir heilsu og gera gerandisdagin lættari fyri okkara dugnaligu starvsfólk gjøgnum eina felags sjúklingajournal loysn, ið styrkir tvørgangandi samstarvið millum geirarnir í Heilsuverkinum. Visjónina fyri Sjúkrahúsverkið sært tú við at vitja okkara heimasíðu á www.sjukrahus.fo

Løn og setanartreytir: Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum er tíðaravmarkað í 5 ár, og starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. 

Vinaliga søk starvið her

Umsóknarfreistin er 29. september 2025.

 Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Annfinn Thomsen, programmleiðara á telefon +298 783700 ella teldupost annfinn@ls.fo.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós