System Administrator til Landssjúkrahúsið
Eitt spennandi starv á KT-deildini á Landssjúkrahúsinum er tøkt at søkja. Talan er um eitt starv har tú saman við øðrum fært ábyrgd fyri at reka KT infrastruktin í koyrir heilsuskipanirnar hjá Sjúkrahúsverkinum. Talan er um eitt fulltíðarstarv við starvsbyrjan 01.11.2025 ella eftir nærri avtalu.
Uppgávur
Uppgávan hjá tær, saman við toyminum er at tryggja trygt og støðugt KT til sjúklingar og starvsfólk. Uppgávurnar fevna m.a. um:
Røkt, dagføringar og viðlíkahald av stýriskipanum.
Feilfinna og loysa trupulleikar á ymiskum heilsuskipanum, so sum t.d. Cosmic.
Samskifta við veitarar um dagføringar og feilrættingar
Luttaka í ymiskum verkætlanum
Stovna og viðlíkahalda integratiónir og tænastur.
Um teg
Tað er umráðandi at tú hevur eitt positivt lyndið, ert álitisvekjandi og ein virkin liðleikari. Vit ímynda okkum at tú hevur royndir við at umsita servarar og skipanir, og hevur royndir við on-prem Microsoft tøkni.
Tað er ein fyrimunur um tú kennur til nøkur av hesum: SQL, Vmware, Cosmic, PowerShell, automatiseringar, Linux ella monitorering av skipanum. Vit samskifta í mestan mun á føroyskum, men av tí at tað eisini er nógv samskifti við veitarar er eisini nógv samskfti á enskum
Vit ímynda okkum at tú hevur eina viðkomandi útbúgving, viðkomandi certifiseringar ella starvsroyndir frá líknandi starvi.
Um KT-Deildina
KT-Deildini á landssjúkrahúsinum er ein sera fjølbroytt deild. Uppgávurnar hjá deildini fevna um at viðlíkahalda og reka skipanir í serliga verða brúktar á teimum trimun sjúkrahúsunum, men eisini í eitt nú eldraøkinum og hjá kommunulæknum. Á KT-Deildini raðfesta vit at starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleika at menna seg. Á deildini starvast ídag 10 starvsfólk, ið øll eru góð at stuðla hvør øðrum í arbeiðnum
Lønar- og setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært viðkomandi sáttmála við Fíggjarmálaráðið.
Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bjarna Fríðberg, KT-leiðara á bjafr@ls.fo ella á telefon 234689.
Umsóknarfreistin er tann 22.09.2024
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.