11 Ambulantviðtala KS 2

Sjúkrarøktarfrøðingar til Skurðambulatoriið, B3, á Landssjúkrahúsinum

Sjúkrarøktarfrøðingar til Skurðambulatoriið, B3, á Landssjúkrahúsinum

Skurðambulatoriið á Landssjúkrahúsinum lýsir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til tíðaravmarkað starv á brøk 0,8. frá 1/1.2026  til 31/12.26

Skurðambulatoriið B3
Skurðambulatoriið húsast á 3. hædd í B bygninginum og her arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, læknaskrivarar og yvirlæknar innan sergreinarnar; gynekologi, ortopedi, parenkym, urologi og mammae. Eisini virkar deildin sum lærudeild fyri yngri læknar og sjúkrarøktarfrøðilesandi undir útbúgving.

Arbeiðið á Skurðambulatoriinum fevnir um forkanningar, eftirkanningar, diagnostisering, viðgerðir og journalupptøkur. Vit leggja stóran dent á at arbeiða fyribyrgjandi og heilsufremjandi við at seta fokus á kunning, vegleiðing og upplæran, so sjúklingurin fær og tekur ábyrgd fyri egnari heilsu.

Ambulantir sjúklingar koma til kanningar og viðgerð í vanligari dagtíð. Hetta eru eisini sjúklingar, sum koma til eftirviðgerð aftaná innleggjan og eru hesir beinleiðis ávístir frá kommunulækna ella øðrum serlækna/yvirlækna.

Dentur verður lagdur á

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • sjúkrarøktarfakliga vitan og royndir innan skurðøkið
  • evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • hug til fakliga menning og avbjóðingar
  • eitt opið og jaligt sinni
  • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • teldukunnleika og journalskipanin Cosmic
  • góðan førleika at miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga

Við kunnu bjóða

  • eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
  • ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini
  • positivt tvørfakligt samstarv
  • felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum umframt einstaklinga innleiðslu á deildini

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Mildrid Rasmusdóttir deildarleiðara á B3, telefon nr 234723 ella Elin Vitalis depilsleiðari, tlf 304500 lokal 5102.

Umsóknar freistin er 30 nov. 2025

Vinarliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós