Blóð í fæces

Brúkast skal eitt serligt glas til endamálið. Hetta fæst á Rannsóknarstovuni.

  1. Loys proppin av prøvaglasinum
  2. Koyr pinnin í fæces, 6 ymisk støð, so nakað av fæces situr á pinninum.
  3. Turka pinnin um neyðugt, fyri at klumpar ikki skulu koma í prøvaglasið.
  4. Pinnurin skal í aftur prøvaglasið. Skrúva proppin á og rist glasið.
  5. Set strikukotu frá bíleggingarseðlinum á prøvaglasið.

Glasið kann avleverast, saman við bíleggingarseðilinum, á ambulatoriunum hjá Rannsóknarstovuni gerandisdagar millum kl 8:00 - 14:00, ella á Rannsóknarstovuni, G0, á Landssjúkrahúsinum kl 8:00 - 16:00.

Svar á kanningina fæst við at venda sær til egnan lækna.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós